mikudagur 2. mars 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 42 - 2. mars 2005
Løgtingsmaðurin, Bill
Justinussen, spyr nú
Bjørn Kalsø, lands-
stýrismann, um tað
kann hugsast, at sam-
band er millum
miðalstøddina á upsa
og svartkjaftaveiðina
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Spurningurin um møguliga
uppíblanding av upsa og
toski í svartkjaftaveiðini er
nú aftur settur á dags-
skránna.
Tað var ein partrolara-
skipari, sum mánamorgun-
in setti seg í sambandi við
Sosialin, ið helt, at sjón-
eyka átti at verið sett á
spurningin um hjáveiðina
hjá svartkjaftatrolarunum.
Bill spyr Bjørn
Longu sama dag, sum blað-
ið er dagfest, boðar løg-
tingsmaðurin, Bill Justinus-
sen, frá, at hann fer at seta
f iskimálaráðharranum,
Bjørn Kalsø, munnligan
fyrispurningi um hesi við-
urskifti.
Spurningarnir hjá løg-
tingsmanninum eru í tríggir
í tali.
Í fyrsta lagi spyr hann,
um
landsstýrismaðurin
kann upplýsa fyri tinginum,
hvussu stór hjáveiðan í
svartkjaftinum er.
Í øðrum lagi, um lands-
stýrismaðurin metir, at
samband er millum miðal-
støddina á upsastovninum
og svartkjaftaveiðina.
Í triðja og seinasta lagi
spyr løgtingsmaðurin, um
landsstýrið hevur ætlanir
um at seta tiltøk í verk í
sambandi við hjáveiðina
hjá svartkjaftatrolarunum.
Størri hjáveiða
Í viðmerkingunum til fyri-
spurningin,
vísir
Bill
Justinussen á, at lands-
stýrismaðurin á tingsins
røðarapalli í sambandi við
annan fyrispurning um hesi
viðurskifti hevur upplýst, at
metta hjáveiðan hjá svart-
kjaftaflotanum undir Før-
oyum lá millum 0,2 og
0,3%.
- Men síðan hevur av og á
verið frammi, at hjáveiðan
helst er munandi størri enn
nevnda prosenttal.
Løgtingsmaðurin
vísir
eisini á, at íslendingar -
orsakað av vandanum við
hjáveiði - ávísar tíðir av
árinum hava leiðir stongdar
fyri at geva øðrum fiska-
sløgum frið.
- Nú rópar aftur ein
royndur skipari varskó.
Hann vísir á, at síðani
svartkjaftaveiðan veruliga
tók dik á seg, hevur miðal-
støddin serliga á upsa verið
støðugt minkandi. Skiparin
heldur, at samband møgu-
liga er millum hesi bæði
nevndu fyribrigdi.
Gagna øllum
Og Bill Justinussen heldur
fram:
- Skiparin vísir eisini á, at
tað ikki skal skiljast sum
misnøgd við svartkjafta-
vinnuna, sum jú er verulig
innløga fyri føroyska sam-
felagið. Hann heldur hin-
vegin, at um vit fáa veru-
ligu tølini á borðið, fer
hetta at gagna øllum bólk-
um - eisini teimum, sum
eru í svartkjaftavinnuni.
Í viðmerkingum sínum
sigur løgtingsmaðurin seg
eisini hava frætt, at lands-
stýrið hevur havt eygleiðara
umborð á onkrum svarta-
kjaftaskipi í eini roynd at
fáa greiðu á støðuni við
hjáveiði.
- Tó havi eg ikki hoyrt
nakað alment um hesi úr-
slit, sigur Bill Justinussen,
løgtingsmaður.
Bill spyr um hjáveiði
hjá svartkjaftaflotanum
- Svartkjaftaflotin hevur stóran týdning fyri alt samfelagið. Tó eiga vit at fáa greiði á, hvussu støðan er við hjáveiðini av øðrum fiskasløgum, heldur Bill
Justinussen, løgtingsmaður
Bill Justinussen, løgtings-
maður, hevur nú sett Bjørn
Kalsø, landsstýrismanni,
munnligan fyrispurning um
uppíblanding av øðrum
fiskasløgum í
svartkjaftaveiðini
Tøgn í
svartkjafta-
flotanum
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Hóast málið um hjá-
veiði uppi í veiðini hjá
stóru svartkjaftatrolar-
unum afturvendandi
hevur verið frammi í
fjølmiðlunum eina tíð,
hevur einki verið at
sæð ella hoyrt um,
hvat teir, sum eiga hesi
skip - ella teir, sum
sigla við teimum - siga
um hesi viðurskifti.
Her hevur valdað
tøgn.
Hvat tøgnin merkir,
er torført at siga, men
hon nýtist ikki at
merkja nakað sum
helst.
Ofta er tað tó so, at
tann, sum er fyri
"órætti", hevur hug at
siga okkurt - ella gera
viðmerkingar til tað,
sum er frammi - um
hetta er út vón og viti.
Fiskiveiðieftirlitið
hevur kannað veiðina
hjá svartkjaftatrolar-
unum, tá ið skipini
hava landað, men sum
skilst, staðfesti eftir-
litið ikki tær stóru
nøgdirnar av øðrum
fiskasløgum.
Sum skilst, gjørdi
Fiskiveiðieftirlitið
hesar kanningar í fjør
heyst, men tá segði
Elmar Højgaard, leið-
ari á eftirlitinum, at
neyðugt varð at taka
kanningarnar uppaftur,
tá ið meira svartkjaftur
aftur var at fáa í før-
oyskum sjógvi.
Svartkjaftaveiðan í
føroyskum sjógvi var
heldur vánalig í seinnu
helvt av 2004.
Seinastu tíðina hava
skipini roynt á syðru
leiðunum - og heilt har
suðuri á Írlands-leið-
unum, men sum tíðin
gongur, tekur svart-
kjafturin seg norður
hendanvegin.
Spennandi verður at
frætta, hvat úrslitið av
kanningunum
hjá
Fiskiveiðieftirlitinum
verður, tá ið svartkjaft-
urin seinni í vár aftur
verður í føroyskum
sjógvi.
Ein annar møguleiki
hjá myndugleikunum,
um teir vilja kanna
møguliga uppíbland-
ing út í æsir, er, at fólk
verða send umborð á
skipini, tá ið tey koma
í føroyskan sjógv av
royna.