mikudagur 2. mars 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 2. mars 2005
9
Brekini, sum hava ver-
ið við nýggja Smyrli,
verða nú rættað og
Strandferðslan hevur
fingið trygd fyri, at
dygdin í skipinum
verður í lagi
NÝGGI SMYRIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit hava nú fingið fulla
trygd fyri, at tey brek, sum
eru gjørd umborð á nýggja
Smyrli verða rættað.
Tað var ein vælnøgdur
strandferðslustjóri, sum um
vikuskiftið kom aftur til
Føroya av fundi við skipa-
smiðjuna í Spania, har
nýggi Smyril verður bygdur.
Hesar seinastu dagarnar
hava nógvir fundir verið
ímillum Strandferðsluna og
skipasmiðjuna sum byggir
nýggja Smyril.
Á hesum fundunum hava
hevur Strandferðslan og
ráðgevarar hennara , tosað
við projektleiðaran fyri
nýggja Smyril og við ov-
astu leiðsluna í øllum
IZAR-samtakinum,
sum
eigur skipasmiðjuna, ið
byggir Smyril.
Á hesi fundarrøðini hava
tey viðgjørt tær klagur, sum
Strandferðslan hevur havt
ímóti dygdini í tí arbeiði,
sum er gjørt umborð á
nýggja Smyrli.
Tað hevur ikki verið
nøkur loyna, at Strand-
ferðslan hevur verið rætti-
liga ónøgd við dygdina á
summum av tí, sum er gjørt
umborð á Smyrli.
Talan er bæði um størri og
smærri brek, sum hava verið
við skipaninum og Strand-
ferðslan hevur sett hart uppá
at fáa hesi brekini rætta.
– Vit skulu liva við hesum
skipinum í nógv ár fram í
tíðina og tí er tað altav-
gerðandi, at dygdin í skip-
inum er, sum vit hava kravt,
sigur Kristian Danielsen.
Og hann er rættiliga væl-
nøgdur við tað, sum er
komið burturúr fundunum.
– Ùrslitið av fundinum
er, at Strandferslan og
spanska skipasmiðjan eru
samd um, hvussu øll tey
týðandi brekini við nýggja
Smyrli, skulu rættast.
Hann sigur, at sostatt er
ongin ósemja longur ímill-
um
Strandferðsluna
og
skipasmiðjuna um tað tekn-
iska í arbeiðnum, sum higa-
rtil er gjørt, tí nú hava vit
fingið tær broytingar, vit
kravdu.
– Sostatt hava vit gjørt
avtalur um alt, sum hevur
við dygdina á skipinum at
gera og tað hevur heilt
stóran týdning.
Um so nakað fer at stinga
seg upp hereftir fer tíðin so
at vísa, men eftirlitið hjá
Strandferðsluni fer at fylgja
gjølliga við arbeiðnum og
verður nakað at finnast at,
verður tað tikið upp so
hvørt.
– Vit kunnu rætt og slætt
ikki liva við, at dygdin ikki
er ílagi, leggur Kristian
Davidsen dent á.
Sett fulla ferð á
arbeiðið
Spurningurin er so, nær
nýggi Smyril verður liðug-
ur.
Í hesum sambandi er
stjórin á Strandferðsluni
ikki blivin nógv klókari enn.
– Vit hava biðið um eina
nýggja tíðarætlan fyri, nær
skipið kann leverast. Men
vit hava havt so nógvar
tíðarætlanir, sum ikki hava
hildið og tí hava vit eisini
lagt dent á, at tá ið vit nú
fáa eina nýggja tíðarætlan,
skal tað verða ein tíðarætl-
an, sum heldur.
Enn hevur skipasmiðjan
ikki gjørt eina nýggja tíðar-
ætlan.
Og Kristian Davidsen
sigur, at fyrrenn hann fær
tað nýggju tíðarætlanina,
kann hann onki siga.
Tað einasta, hann veit, er
at skipið verður liðugt.
Annars sigur hann, at
skipasmiðjan hevur sett
rættiliga nógva ferð á ar-
beiðið nú.
– Hesa síðstu tíðina hevur
skipasmiðjan arbeitt við at
leggja arbeiðið frameftir til
rættis. Úrslitið av tí er, at
projektleiðslan er styrkt
rættiliga munandi. Nú er tað
ovasti leiðarin fyri alt
IZAR-samtakið, sum stend-
ur á odda fyri projektinum.
Samstundis er ein nýggjur
projektleiðari
settur
og
hann er beinleiðis undir ov-
asta leiðaranum fyri IZAR.
Harafturat er ein projekt-
bólkur settur við umboðum
fyri fleiri aðrar skipasmiðj-
um í samtakinum.
Kristian Davidsen somu-
leiðis er rættiliga nógv fólk
umborð á Smyrli og arbeiðir
– Nú er so nógv ferð sett
á arbeiðið, sum yvirhøvur
tilber, sigur hann
Hann sigur, at tað arbeiða
so nógv fólk umborð á
nýggja Smyrli nú, sum tað
yvirhøvur er pláss fyri,
uttan at tey eru í vegin fyri
hvørjum øðrum.
Á summum økjum verð-
ur arbeitt í trý-skiftisvakt-
um alt samdøgurið, sjey
dagar um vikuna, so tað er
so nógv ferð á arbeiðnum,
sum yvirhøvur tilber.
Men nær skipið verður
liðugt fær Strandferðslu-
stjórin onki sagt um.
Alla tað fyrstu tíðina var
tað Magnus Magnussen,
sum hevði eftirlitið við
byggingini fyri Strand-
ferðsluna men í heyst fór
hann í starv sum stjóri á
Tórshavnar Skipasmiðju.
Àðrenn
hann
fór
frá
Strandferðsluni,
metti
hann, at tað fór at taka
einar fýra-fimm mánaðir av
effketivari arbeiðstíð at
gera nýggja Smyril lidnan.
Síðani tá er ikki so nógv
hent umborð, so skulu vit
taka útgangsstøði í tí,
verður Smyril ikki liðugur
fyrrenn um nakrar mánaðir,
kanska einaferð mitt í
summar, ella enntá seint í
summar.
Men vit kunnu eisini
minna á, at seinast lands-
stýrismaðurin í samferðslu-
málum, Jògvan við Keldu,
var á fundi um nýggja
Smyril, fekk hann at vita
frá skipakønum, at trupul-
leikar, sum hesar, ið hava
tikið seg upp í sambandi
við nýggja Smyrli, eru als
ikki óvanligir í sambandi
við skipsbygging.
Hann fekk eisini vissu
fyri frá ovasta Stjóranum í
IZAR samtakinum, at íð
nýggi Smyril verður lever-
aður, skal hann lúka øll
krøv og allar treytir, sum
eru sett til skipið.
Strandferðslan fekk sín vilja við nýggja Smyrli
Fremra meisturin á nýggja Smyrli smæðist heldur ikki burtur
Soleiðis sær Smyril út í
løtuni, har hann liggur við
bryggju í Spania
Ankarspælið er størri enn tað á Smyrli, sum nú er
Tað stóra biladekkið krevur gott luftskifti og tað syrgja hesi tólini fyri