mikudagur 2. mars 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 42 - 2. mars 2005
Tað er ein løgin atburður, ið danska stjórnin
sýnir í málinum um uttanríkispolitisku heimild-
irnar. Stjórnin veit fullvæl, at landsstýrið er alt
annað enn fegið um grønlendska modellið.
Stjórnin veit eisini, at Føroya landsstýri ikki
kann góðtaka tær avleiðingar, ið grønlendsku
heimildirnar kunnu koma at hava fyri Føroyar.
At grønlendingar lata sær lynda, at heimildirnar
verða avmarkaðar, er teirra avgerð. Hetta kann
okkara landsstýri ikki leggja seg út í og hetta
eigur landsstýrið tískil ikki at leggja seg út í.
Hinvegin kann landsstýrið ikki góðtaka, at
danska stjórnin við at leggja grønlendsku
heimildarlógina fram júst nú leggur forðingar
út fyri eini skilagóðari føroyskari loysn.
Tað er einki minni enn ein provokatión frá
danskari síðu at leggja grønlendska uppskotið
fyri fólkatingið nú og tað áðrenn samráðingar
hava verið við Føroya landsstýri. Grønlendska
uppskotið hevur ásetingar og avleiðingar, sum
føroyingar ikki kunnu góðtaka. Hesar ásetingar
snúgva seg eitt nú um, at grønlendigar og før-
oyingar skulu vera samdir um ávís mál, áðrenn
avgerð kann verða tikin um hesi mál. Hetta ber
ikki til! Hetta er beinleiðis ósømiligt og vekir
minni um hjálandatíðina!
Hvat fer nú at henda? Danska stjórnin hevur bor-
ið so í bandi, at bert tveir kostir eru í at velja:
Tann fyrri er, at vit góðtaka ein loysn, ið minnir
um ta grønlendsku loysnina. Hin kosturin er, at
Føroyar fáa betri sømdir enn Grønland. Slíkt er
hent áður, eitt nú í undirgrundarmálinum. Hetta
er sostatt møguligt, men hetta er ikki gott fyri
ríkisfelagskapin. Hetta eru gamlar hjálanda-
snildir: Divide et impera! Del og hersk! Á
hendan hátt setir danska stjórnin kílar i tey
annars sera góðu viðurskiftini millum Grønland
og Føroyar. Hetta er lítið sømiligt fyri land, ið
skal eitast at teljast millum fremstu demokrat-
isku tjóðir í heiminum. Hetta sømir seg ikki
landi, ið metir seg sum fyrimynd, tá tað ræður
um at virðiliga viðgerð av fyrrverandi hjálond-
um. Hesin atburður gagnar ikki ríkisfelagskapin-
um, tí hesin atburður avdúkar, at danska stjórnin
metir ikki Grønland og Føroyar sum javnlíkar
partar av ríkisfelagskapinum. Landsstýrið eigur
ikki at góðtaka henda atburðin hjá donsku
stjórnini. Landsstýrið eigur at halda fast um
føroysku krøvini, og so má landsstýrið taka sær
ta tíð, ið krevst. Stjórinin hevur nú sett lands-
stýrið undir trýst. Møguliga er hetta tilvitað -
møguliga av kleyvarskapi. Sama ger - nú er at
halda fast og ikki at slaka ein tumma.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Løgin atburður
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Fyrispurningarnir eru einasta demokratiska leivdin
Finnur Helmsdal,
tingmaður
Kári á Rógvu, løgfrøðingur
sigur við Útvarpið mána-
dagin, at fyrispurningar,
sum tingmenn seta lands-
stýrismonnunum eru ov
tíðarkrevjandi og ein bein-
leiðis forðing fyri útinnani
av demokratinum í polit-
iska arbeiðinum.
Nú skal eg ikki ditta mær
at greiða skrivaranum í
Grundlógarnevndini,
frá
demokratisku viðurskiftum
okkara. Men eg tori at siga,
at handan viðmerkingin hjá
Kára á Rógvu var nokk so
nógv við síðuna av.
Tað er nevniliga soleiðis
fatt á Føroya løgtingi, at
skiftandi samgongur hava
niðurprioriterað demokrati-
ið rættiliga nógv, og vit
kunnu siga, at tær seinastu
samgongurnar hava verið
samdar um at flyta demo-
kratiið úr tingsalinum í
okkurt samgonguhøli.
Andstøðan hevur í nógv
ár verið so dyggiliga hildin
uttanfyri, og hóast núver-
andi løgmaður sum and-
støðuleiðari átalaði slíkt
harðliga, so er ongan tíð so
illa statt, sum júst nú. Sein-
asta dømi um hetta er, at
landsstýrismaðurin í al-
manna- & heilsumálum
heldur bjóðaði pressuni enn
andstøðuni við til eina
gjøgnumgongd av lógar-
uppskoti um ílegugransk-
ing. Og tað er kanska enn
eitt dømi um, at demokrati-
ið er seyðrað úrturúr ting-
arbeiðinum, nevniliga at
stóru bløðini eru eitt við
samgonguna.
Nei, Kári á Rógvu,
kanska taka fyrispurningar-
nir tíð, men teir eru í dag
einasta trygdin fyri, at nak-
að av demokratiið er innan
okkara tinggátt. Fyrispurn-
ingarnir tryggja, at mál
verða
tikin
upp.
Teir
tryggja, at ávíst orðaskifti
fer fram á tingi, og teir geva
einum kensluna av, at
Føroya løgting ikki er ein
100% afturlatin losja, har
andstøðan als onga atgongd
hevur. Men verða fyri-
spurningarnir avmarkaðir
ella avtiknir, so kann verða,
at Jóannes og teir megna at
fullgera verkið.
Skal leggja afturat, at tað
hevði verið pínliga lítið at
gera í tinginum, um ikki
munnligir fyrispurningar
vóru á skrá hvønn mikudag
umframt teir skrivligu. Tá
hevði mest sum verið sløkt
alla tíðina í tingsalinum.
Hergeir Nielsen
Løgmaður sigur, at Før-
oyar fara ikki at samtykkja
eina heimildarlóg, har Før-
oyar verða bundnar at grøn-
lendskum viðurskiftum.
Henda niðurstøða løg-
mans er kortini eingin
trygd fyri, at Føroyar ikki
verða bundnar at Grøn-
lendskum
viðurskiftum
kortini.
Um Fólkatingið sam-
tykkir Grønlendsku heim-
ildarógina,
verður
hon
galdandi fyri Grønland og
Danmark.
Henda lóg sigur, at Før-
oyar og Grønland skulu
semjast í uttanríkispolit-
iskum viðurskiftum, og
verða føroysk áhugamál tá
løgd undir grønlendska lóg.
Talan er um eina longri
prosess, har menn hava
sitið á ríkisfundum og lagt
ætlanir fyri hesum nýggja
politikkinum, har heimild-
irnar at ráða sær sjálvum
úteftir skuldu knæsetast.
Føroyar skuldu ikki hava
fleiri konfrontatiónir, segði
okkara løgmaður, og før-
oyskur uttanríkispolitikkur
verður nú stungin út í kort-
ið av grønlendska lands-
tinginum. Tað hevur longu
samtykt nýggju heimildar-
lógina og noktar at broyta
hana aftur.
Løgmaður hevur í øðrum
umfari ligið á knæ fyri
danska
forsætismálaráð-
harranum og biðið hann um
at duga sær hógv og ikki
leggja okkum føroyingar í
hetta grønlendska hafti,
men til fánýtis.
Hann hevur jú sjálvur
tosað nógv um ein prag-
matiskan poltikk, har ongar
konfrontatiónir
skuldu
vera, og hann situr nú úti á
berajóli.
Samráðingartilgongdin
um framtíð Føroya á uttan-
ríkispolitiska pallinum var
av so lítlum politiskum
týdningi, at hon var hildin á
embætismannastigi.
Tá hon var at enda kom-
in, var løgmaður Føroya
vendur á trappusteininum,
og sendur heimaftur sum av
torvheiðum, so sum hann
eisini sjálvur málbar seg.
Vit, sum undarast yvir
hesa margháttligu tilgongd,
standa spyrjandi og slotað
eftir
uttanríkispolitisku
heimildum okkara, sum
endaðu í Nuuk?
Endaðu uttanríkispolitisku heimildir okkara í Nuuk?