mikudagur 2. mars 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 2. mars 2005
11
VIÐMERKINGAR
Landsstýrið lítisvirðir Løgtingið
Bill Justinussen,
løgtingsmaður
Í seinastu viku var kunnandi
fundur í Almanna- og
Heilsumálaráðnum um upp-
skot
til
ílegugransking.
Landsstýrissamgongan
saman við fjølmiðlum varð
boðin við, meðan andstøðan
á Løgtingi varð sett uttan-
fyri. At landsstýrismaðurin
kunnar fjølmiðlarnar um so
umfatandi
lógaruppskot,
áðrenn løgtingslimir verða
kunnaðir, er eftir mínum
tykki at biðja um trupulleik-
ar heldur enn at biðja um
breiðar semjur. Fjølmiðl-
arnir verða ikki teir, sum
skulu atkvøða um hetta upp-
skot í Løgtinginum, men tað
skulu løgtingslimir. Hví
landsstýrismaðurin valdi at
kunna fjøl-miðlarnar heldur
enn Løgtingið og politisku
flokkarnar, má hann sjálvur
svara fyri, men framferðin
er undir alt lágmark. Men
kanska eru føroysku fjøl-
miðlarnir
eftirhondini
vorðnir ein so integreraður
partur av propagandamask-
inuni hjá Landsstýrinum, at
teir bara vóru mettir sum ein
annar partur av samgong-
uni.
Fleiri
óhugnaligar
ábendingar hava verið undir
hesi samgonguni um, at
Føroya Løgting ikki longur
er hægsta politiska forum í
Føroyum, men heldur sam-
gongufundirnir.
Hendan
samgongan hevur í ólukku-
mát megnað at flutt polit-
iska orðaskiftið úr tingsalin-
um og handan læstar hurðar
úti í Tinganesi, og tá semja
endiliga er um okkurt mál,
verða allar hurðar latnar upp
fyri fjølmiðlunum, so øll
kunnu síggja, hvussu væl alt
sær út. Vit fólkavaldu løg-
tingslimir eru tíverri ofta
teir síðstu at hoyra um hvíta
roykin frá samgongufund-
unum.
Viðspælari
Síðani eg gjørdist løgtings-
limur fyri góðum ári síðani,
havi eg lagt meg eftir at
viðgera øll uppskot á Løg-
tingi positivt og við opnum
sinni. Soleiðis havi eg tikið
undir við og atkvøtt fyri
nærum øllum uppskotum,
sum samgongan hevur lagt
fram, og serliga uppskotini,
sum landsstýrismaðurin í
Almanna- og heilsumálum
hevur lagt fyri Tingið. Í
flestu málum eru vit báðir
sera samdir, og soleiðis er
eisini í spurninginum um
ílegugransking. Tí harmist
eg um, at tað ikki untist
mær og hinum úr andstøð-
uni at vera við til framløg-
una, tí so mikið verri eru vit
fyri at luttaka í orðaskift-
inum og so mikið betri er
samgongan fyri at luttaka.
Og fjølmiðlarnir eru langt
síðani liðnir at viðgera upp-
skotið, tá andstøðan endi-
liga sleppur framat við sín-
um boðskapi, men tað er
kanska júst ætlanin við
hesum óvanliga framferð-
arhátti. Vit mugu hava í
huga, at tá eitt uppskot
verður snikkað til, tekur
hetta í onkrum førum fleiri
ár at fáa tað væl úr hondum
greitt. Í hesum føri - eins og
í øðrum førum - er lands-
stýrismaðurin ikki einsa-
mallur gubbi at uppskotin-
um, fleiri undan honum
hava barslast við málið til
tað nú endaliga er búgvið at
leggja fyri Tingið. Tað er
ikki
landsstýrismaðurin
sjálvur, sum ger tað lógar-
tekniska arbeiðið. Ei heldur
ger hann alt annað umsit-
ingarligt arbeiði, sum er
tengt at uppskotinum. Tað
hevur hann eina umsiting
til. Hendan umsitingin er
ikki bara amboð í hondum
landsstýrismansins,
men
kann sigast at vera "ogn
Føroya fólks". Tí hevur
andstøðan á Løgtingi sín
heilt náttúrliga rætt sum ein
týðandi partur av politiska
myndugleikanum at njóta
ágóðan av og fáa innlit í tað
arbeiði, sum umsitingin
greiður úr hondum.
Søgan um uppskotið
Uppskotið um ílegugransk-
ing er úrslitið av arbeiði hjá
fleiri landsstýrismonnum.
Tað byrjaði longu í 1999, tá
táverandi landsstýrismaður
á fyrsta sinni bar eitt líkn-
andi uppskot í Tingið. Síð-
ani kom stígur í, tí undirtøka
var ikki fyri tí tá. Tá lands-
stýrissamgonga varð skipað
í 2002, fekk Miðflokkurin
heilsumál at umsita, og vóru
vit tá samd um at arbeiða
víðari við uppskotinum. Ein
politisk semja varð gjørd,
sum m.a. tók einkarrættar-
støðuna burtur úr uppskot-
inum ásannandi, at gransk-
ingin skuldi bjóðast frítt og
javnbjóðis út, og at tað al-
menna skuldi umsita vevn-
aðargrunnin,
sjúklinga-
skránna og ættarskránna og
vera millumliðið millum
landið og granskaran. Hetta
uppskotið varð liðugt snikk-
að til í januar í fjør, altso fyri
valið í 2004. Síðani hevur
núsitandi landsstýrismaður
arbeitt víðari við tí uppskot-
inum og gjørt nakrar broyt-
ingar afturat, havi eg skilt
fjølmiðlarnar rætt. Enn havi
eg ikki sæð uppskotið og
kann tí ikki gera ítøkiligar
viðmerkingar, men tó fari eg
at viðgera tað við vælvild og
í stórum spenningi.
Nýggj vinna
Ongin ivi er um, at vinnu-
ligir møguleikar innan hetta
økið liggja fyri framman.
Heilivágsídnaðurin umsetir
fyri hundraðtals milliardir
árliga. Kunnu vit føroyingar
gerast bert ein flís í hesum
ovurmikla buli, vil hetta
hava búskaparligan týdning
fyri okkum. Drívmegin
undir øllum hesum er at
finna fram til nýggjar sjúku-
orsøkir og at finna viðgerð-
arhættir og heilivág, sum
kann lekja. Tá eg sum lands-
stýrismaður tók hetta málið
framaftur fyri góðum tveim-
um árum síðani, hildu onkr-
ir javnaðarmenn, at tíðin
helst var farin frá ílegu-
granskingini. Men nú ið teir
sjálvir umsita hetta málið, er
tíðin knappliga ikki farin frá
tí allíkavæl, og tað fegnist
eg sjálvsagt um. Bitland
Føroyar gevur nú eisini hes-
um uppskoti góð viðmælir.
Tað kunnu teir helst gera, tí
teir kenna uppskotið. So væl
fyri eru vit andstøðuløg-
tingslimir tíverri ikki. Vón-
andi fer samgongan at
broyta framferðarhátt og
venda aftur til vanligan
fólkaskikk, har alt Løgting-
ið verður kunnað, tá ser-
frøðingarnir innan umsit-
ingina hava okkurt gott upp
á hjarta.
Høgni Hoydal
Fólkatingsmaður
Løgmaður hevur loksins
vent sær til danska forsætis-
ráðharran viðvíkjandi teirri
sonevndu uttanríkispolit-
isku heimildarlógini, sum
ætlanin er at seta í gildi fyri
Grønland og Føroyar.
Undirritaði reisti málið
bæði á fólkatingi og á
løgtingi í fjør, har eg vísti á,
at talan var um beinleiðis
afturstig fyri Føroyar í mun
til støðuna í dag, og at lóg-
gávan fór at binda Føroyar
fastar í okkara alneyðuga
samskifti við umheimin.
Og tann 14. januar í ár -
áðrenn fólkatingsvalið varð
skrivað út - heitti eg skriv-
liga á løgmann um at biðja
danska forsætisráðharran
steðga viðgerðini av grøn-
lendsku heimildarlógini, tí
hon hevur ásetingar í sær,
sum eisini binda Føroyar,
og hon kann seta landsstýr-
ið í eina sera vánaliga
samráðingarstøðu, verður
hon samtykt. (Sí hjálagda
avrit av brævi til løgmann).
Tá vildi løgmaður bíða
eftir einum møguligum
fólkatingsvali.
Nú er lógin um uttanrík-
ispolitiskar heimildir fyri
Grønland aftur á dags-
skránni í Fólkatinginum.
Undirritaði fer sjálvsagt
framvegis at mótmæla, at
grønlendska lógin verður
viðgjørd í verandi líki, har
hon eisini hevur ásetingar
um Føroyar.
Og undirritaði fer at vísa
á, at lógin á ongan hátt
kann góðtakast í Føroyum.
Hóast tað er harmiligt, at
løgmaður hevur drálað í
málinum, so fegnist eg um,
at samgongan nú tekur
undir við teimum atfinn-
ingum, sum vórðu førdar
fram longu í fjør, og at løg-
maður hevur vent sær til
danska forsætisráðharran
um málið.
Vónandi fer tað at eydn-
ast í felag at fáa málið á
beint, um allir flokkar á
Løgtingi eru samdir.
Løgmaður drálað ov leingi í málinum um uttanríkis-
politisku heimildirnar, men vónandi kunnu føroyingar
nú standa samdir
Hjalmar N. Poulsen
Vestmanna
Løgtingsorðaskiftið sum
herfyri snúði seg um orku-
mál, var bæði áhugavert
og upplýsandi - tó mest
áhugavert. Hóast mangar
góðar meiningar vóru
frammi, bar orðaskifti brá
av einum ávísum ókenn-
skapi til orku. Hetta førdi
eftir mínum tykki til eitt
ávíst møsn um málið, men
sum heild vóru sjónar-
miðini saklig og fyrikom-
andi.
Gleðiligt er, at Løg-
tingið ídag er samt um, at
orða ein yvirskipaðan
orkupolitikk, hóast vit
enn ikki kenna avleiðing-
arnar av hesum.
Mest undrunarvert var
tó, at ongin røðari undir
orðaskiftinum nam við
spurningin um tað nú
søguliga orkuráðið, sum í
sínari tíð varð avtikið
vegna sparingar í lands-
húsarhaldinum, og tær av-
leiðingar vit ídag hava av
hesu tilgongd. Landsins
leiðsla tá á sinni gjørdi
sær eina stóra bjarnatæn-
astu. Sum kunnugt hevur
allur tann føroyski orku-
politikkurin,
sum
so,
verið monopoliseraður og
sera einssporaður.
Føroysku hægtølini, vit
ídag hava kunnleika til
hvat dálking av umhvørvi
viðvíkjur, bera tíðilig
tekin
um,
at
skeiva
gongdin hevur tikið dik á
seg hesi síðstu 15 árini.
Og koltvíiltútlátini eru
støðugt hækkandi. At so-
leiðis er, hava fyrst og
fremst landsins polittusku
mynduleikar ábyrgdina
av. Hetta, tí teir á sinni
valdu at avtaka skynsamu
orkupolitisku stýringina á
hesum, so týðandi, máls-
øki til frama fyri nakrar
spardar krónur á tí før-
oysku landsfíggjarlógini.
"Orka og orkupolitikk-
ur" er í sjálvum sær eitt
sera vítt fyribrigdi. Orða-
takið: "Ongin er full-
komin" er eisini galdandi
á hesum øki, men eitt ávíst
skynsemi, ein ávísur før-
leiki, og sunnur fornuftur,
eru lyklaorðini, sum skulu
havast í huga, tá orkupol-
itikkir verður settur út í
kortið. Veruleikin er, at
bert fantasiurin setur forð-
ingar fyri, at ein skila-
góður
orkupolitikkur,
framyvir verður førdur.
Hóast føroyska samfel-
agið í orkuhøpi er at sam-
anbera við ein dropa í
havinum, eiga vit at
spyrja okkum sjálvi, um
onki ítøkiligt kann gerast,
fyri at venda hesi negat-
ivu umhvørvisskaðiligu
gongdini. Svarið er stutt
og greitt. - Jú sanniliga!
Í føroyska orkukervin-
um eru óteljandi møgu-
leikar fyri at nøkta ein og
hvønn orkutørv. Allar for-
treytir eru til staðar, fyri
at hetta kann lata seg gera
á ein reinan og umhvørv-
isvinarligan hátt, uttan at
tað nýtist at vera sera
kostnaðarmikið yvirhøv-
ur. Nútíðartøknin á orku-
økinum bjóðar okkum so
at siga óskerdar møgu-
leikar, sum vit burdu
brúkt, okkum og ikki
minst samfelag okkara til
hollan frama. Eg skal
annars seinni, tá høvi
býðst, koma nærri inn
uppá hetta, tí talan er ikki
um pástandir, men reinan
veruleika.
Havi tó ongantíð verið í
iva um, at orkuframleiðsl-
an á tí føroyska orkukerv-
inum, um ynskiligt, kann
blíva omanfyri 90% grøn,
ella ódálkandi, áðrenn
langt um líður. Vit eiga
sjálvsagt at seta okkum
hetta stevnumið. Um eitt
ávíst áramál verður avsett
til at náa hetta endamál, er
treytin tann, at rætt verður
atborið, frá byrjan av, áðr-
enn nakað ítøkiligt verður
gjørt á økinum. Hugsið
bert um idealistin á sinni,
sum fór til gongu, og uppá
forhond visti hvar hann
var á veg, og stílaði eftir at
koma til ásetta staðið til
ásettu tíð. Sjálvsagt náddi
hann endamáli sínum, -
hann var jú idealistur.
Heldur ivasamt er at siga
sum "Egon", sum á sinni
helt fyri: "Jeg har en
plan"!!
Orka &
orkupolitikkur