mikudagur 2. mars 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 42 - 2. mars 2005
Dagurin.
2. mars. Simplicius, deyður ár 483. Hann var pávi frá 468.
NØVN Í VIKUNI
Dánial, føddur í
Fuglafirði 18. januar
1916 og deyður 10.
december 2002.
Ingibjørg, fødd á
Slættanesi 26. juni
1926, deyð 8.
december 2004
Hóast er kenni meg lítlan
at skriva minningarorð
um
verforeldur
míni,
Dánial og Ingibjørg, so
havi eg tó valt at royna.
Eg haldi, eg tori at siga,
at eg, síðan eg var smá-
drongur, havi vitað, hvør
Dánial var. Ingibjørg visti
eg minni um. Fyrstu ferð,
eg minnist hana, var stutt
eftir, at Poula systir og
Dávur Emil vóru gift, 25.
apríl 1964. Tað var soleið-
is, at Astrid systir og Ingi-
bjørg høvdu ligið á stovu
saman á sjúkrahúsi, og
Poula tá dagliga hevði
vitjað tær. Nokk sum
fylgja av tí, var Ingibjørg
komin niðan á gólvið hjá
okkum á Trøðni, einaferð
Poula, sum annars búði í
Streymnesi, var á vitjan.
Meg minnist, at tær,
Poula,
Ingibjørg
og
mamma sótu í stovuni, og
vit sótu nøkur í køkinum
og prátaðu, tá Dánial so
spakuliga bankaði uppá.
Vit, sum í køkinum vóru,
skuldu til at bjóða honum
inn í stovuna, so hann
kundi fáa ein kaffimunn
saman við teimum, men
tað legði hann ikki í, men
setti seg á ytsta bonk, tí
hann var bara komin fyri
at fylgja konuni oman.
Tað var heldur ófýsið veð-
ur. Tá komið var til, at
Ingibjørg
skuldi
fara
oman, kom Poula og
spurdi, um ikki onkur
kundi fylgja Ingibjørg
oman. Tá svaraði Dánial,
sum Poula ikki visti av, at
tað var tað, hann var kom-
in til. Síðan hevði eg ikki
lagt so nógv merki til
Ingibjørg fyrr enn út
ímóti, at hon bleiv ver-
móðir mín. Dánial, sum
var handverkari alla mín
tíð, sást av og á, tá hann
arbeiddi
sjálvstøðugt
ymsa staðni í bygdini og
hjá Jákup Oluf. Onkrar
dagar arbeiddu vit saman
hjá Jákup Oluf.
Dánial var lættur at
koma í prát við, men hann
steðgaði ikki á við arbeið-
inum fyri tí. Ein dygd,
sum mangur kundi notið
gott av. Viðhvørt, tá hann
hevði kanska bæði nakrar
naglar og ein blýantstubba
í munninum, kundi tað
vera trupult at skilja, hvat
hann segði.
Ingibjørg og Dánial
vóru fólk, sum tað var
sera hugnaligt og lætt at
vera saman við, bæði á
ein og annan hátt. Hvat
tey høvdu sum fremsta
mál her í lívinum, tað
vístu tey meira við sínum
atburði, enn at siga tað
alment við nógvum orð-
um.
Eg visti, bæði frá áðr-
enn eg og Eyðgerð giftust
og aftaná, at Dánial var
tjóðveldismaður um ein
háls, hóast hann ikki
gjørdi so nógv burtur úr tí.
Sjálvt um eg ikki valdi
sama flokk, so royndi eg
ikki at ávirka Dánial, tí
tað metti eg upp á forhond
at vera til fánýtis. Hinveg-
in, so helt eg, at vermóðir
var ikki so avgjørd polit-
iskt, so hana royndi eg
einaferð at fáa at velja
sama flokk, sum eg valdi.
Men tá fekk eg av sonnum
at kenna, at har var eg
farin heilt skeivur, og eg
fekk so dyggiliga at vita,
at allar aðrar leiðir polit-
iskt annað enn tjóðveldið
var skeivt, og tí veik hon
ikki frá.
Sum smádrongur átti eg
tveir abbar. Abraham á
bakka í Oyndarfirði og
Óla á Bakkanum í Fugla-
firði.
Eg var nokk ikki meir
enn eini 5 ár, tá Abraham
abbi doyði, og 15, tá Óli á
Bakkanum doyði. Einastu
ferð, eg minnist Abraham
abba í Fuglafirði, var, tá
ein grind hevði lagt bein-
ini á sandinum. Eg minn-
ist væl, tá abbi kom niðan
eftir Traðargøtuni, at eg
og Tórfríður fóru renn-
andi oman móti honum og
runnu beint í fangið á
honum. Óla á Bakkanum
havi eg fleiri góð minnir
um, og eg vil nevna eitt.
Abbi hevði veltu úti á
Klovningi og á Toftanesi
til hann var væl upp í
áttati ára aldri. Pápi átti
ein vogn við tveimum
hjólum, sum bleiv brúktur
til at trilla ymiskt við. Tá
vit vóru komnir úr skúlan-
um tann eina dagin, bað
mamma meg og Tórfríða
fara út við drekka til abba
og hava vognin við at
trilla eplini heimaftur. Tað
gjørdu vit við gleði. Tá vit
vóru komnir innaftur á
Breiðá, spurdu vit abba,
um hann ikki vildi sleppa
upp í vognin? Hann kundi
sita
á
eplasekkinum!
Hann var glaður við og
setti seg upp á vognin.
Men tá vit komu inn mót
húsum, tá var stoltleikin
ov stórur til, at hann vildi
vera trillaður sum eitt
smábarn, og hann vildi
sleppa aftur at ganga.
Eg havi ongantíð átt
eina ommu, men tað sakn-
aði eg heldur ongantíð.
Síðan vit hava fingið
børn, sum upplivdu at
eiga tvær ommur og ein
abba, til tey øll vóru til-
komin, havi eg sæð,
hvussu ómetaligan týdn-
ing tað hevur havt fyri
okkara børn at eiga abba
og ommur. Tað eru 25 ár
síðan pápi doyði, so hann
hómar nokk bert tann
elsta dótturin. Tann týdn-
ing, sum tað hevur havt
fyri okkara heim sum
heild, dugi eg ikki at seta
orð á, men tað er heilt
ómetaligt, bæði í tí dag-
ligu umsorganini og tey
góðu og vegleiðandi og
vinsælu
orðini,
bæði
andaliga og tímiliga. Eg
kom ongatíð at siga teim-
um nóg stóra tøkk fyri
tað, og minni at løna teim-
um fyri tað.
Í
Hebrearabrævinum
kap 13, ørindi 7 stendur:
»minnist til vegleiðarar
tykkara, sum hava talað
Guðs orð til tykkara, lítið
at endalyktini á ævi teirra,
og fylgi trúgv teirra eftir.«
Soleiðis
minnist
eg
tykkum, og kann við vissu
siga tað sama fyri børn
tykkara og ommu- og
abbabørn tykkara.
Eg takki Guði fyri, at
gleðin yvir, at hava havt
tykkum sum verforeldur
og lært tykkum at kenna,
vinnur týðuliga á saknin-
um, nú tit á ellisárum eru
farin her frá. Dánial mett-
ur av døgum og Ingibjørg,
hóast 78 ár, sum um hon
varð rykt úr lívsins fagra
blóma.
Friður veri yvir minn-
inum yvir verforeldur
míni, Dánial og Ingibjørg
Eliasen, Fuglafirði.
Ellintur
Minningarorð um verforeldur míni
Dánial og Ingibjørg Eliasen, Fuglafirði
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo