Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 2. mars 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Barnaár og barnadagar, løtur leikandi og glaðar, - minnast má eg hesa stund. Soleiðis byrjar Nyholm Debess ein sang, har hann minnist aftur á barnaárini. Tá ið deyðin vitjar, støðgar ein á, og lívið saman við honum ið farin er, av- myndast sum ein filmur. Serliga barnaárini og upp- vøksturin standa ljósliv- andi fyri einum, men eisini allar løturnar í vaksna- mannalívinum man fekk saman. Uppvaksin, í tryggum barnakorum, í Toftum hava ogur sum systkin nógvar góðar løtur at minnast afturá, nú beiggi ogra Albert so óvæntandi og meiningsleyst er farin. Ikki minst allar løturnar saman við honum. Albert, tú hevur altíð verið nakað serligt í systk- inaflokki ogra. Sum systk- in minna ogur nógv um hvønn annan, men tú skar- aði burturúr. Tú hugsaði altíð um ogun og familjuna sum heild. Hevði tú ikki tíð at støkka inn á gólvið, so ringdi tú fyri at vita, hvussu vorðið var. Tú hevði djúpa samkenslu við teimum, ið ikki høvdu tað gott og rætti teimun eina hjálpandi hond, men eing- in gleddist meiri enn tú, tá ið tað vendi og alt var gott aftur. Tú gjørdi ikki nakað burturúr tí, tú gjørdi fyri onnur. Sum heild vart tú skjótur at rætta eina hjálp- andi hond, men tær dámdi ikki at verða róstur, ella at tosað varð um, at hetta hevði tú gjørt. Takk fyri, var nokk hjá tær. Tú vart framúr rokalig- ur, og mangan sjølin hevði mamma av tær tá ið tú komst til hús aftur, oftast tí tú hevði verið í smiðjuni. Tú vart lívligur og fylti nógv tá ið tú vart til staðar, og so vart tú skemtandi. Altíð hevði tú onkra góða at fortelja, og við mátan- um tú málbar teg, skapti tú látur. Mangar góðar liggja eftir teg. Tú hevði eitt sjáldsamt fólkatekki, og tú hevði eitt orð til øll á tíni leið. Øll vistu hvat tú stóðst fyri, og hvat tú meinti. Einki var goymt. Tú vart ongan- tíð bangin fyri at siga tína meining, og tá ið orðini vóru søgd, so var gloymt. Tú hevði ikki agg til nak- ran. Sjáldan vart tú undir takið, hvørki sum óviti ella vaksin, men tá ið tú var, evnaði tú at vera til staðar og geva samveruni við tíni medmenniskju innihald. Løturnar saman við tær vóru so upplyftandi. Stóri skarin, sum fylgdi tær til jarðar, og øll tey mongu sum víst hava ogun og tínum nærmastu uggan, samkenslu og hjálp, vísir, at tú vart ein persónur, hvørs líki ikki eru mangir av. Tú vart nakað serligt. Tú sleit tínar barna- skógvar í Garðasmiðjuni har pabba var smiðju- meistari, og tað var eisini yrkið sum smiðjur tú valdi tær sum livibreyð. Pabba var tær ein góður læru- meistari og setti krøv til tín, men hann var eisini fyrimyndin tín. Sum óviti vart tú mangan túrin við pabba ella onkrum av smiðjumonnunum á bygd ella umborð á skipi í arbeiðsørindum. Seinni helt tú til niðuriundir í Garðasmiðjuni hjá Johan Jarnfoss og lærdi teg jarn- smíð. Hetta hevði tín stóra áhuga og tíðliga visti tú, at Johan var ein tann seinasti, sum kundi læra hetta yrkið frá sær. Tú gjørdi tær ómak at nema hetta hand- verkið meðan tíð enn var. Seinni hevði tú á mangari skótalegu essuna við tær og lærdi jarnsmíð frá tær. Tá ið skótarnir vórðu endurstovnaðir í Vági í 1968, fórst tú uppí henda felagsskap, og tú livdi eftir orðunum sum siga; »eina- ferð skóti, altíð skóti«. Tað eydnaðist tær at hátíðar- halda 35 ára dagin sum skóti fyri nærum 2 árum síðan. Tú legði nógva tíð og orku í hetta arbeiðið og hevur verið drívmegin øll árini. Størsta ynski títt var at fáa skótunum egin hølir, og við tógvi stríð eydnað- ist tær hetta fyri nøkrum árum síðan. Saman við øðrum tókst tú í 1990 stig til at keypa eini hús og byggja tey um til nýtilig hølir. Fyri at fíggja rakst- urin vart tú framsíggjandi og fórst undir at leiga høl- ini út til ferðandi. Manga skótaleguna hevur tú fyri- reikað og verið á bæði her heimi og uttanlanda, og tá ið tú fekst familju hevði tú tey við. Konuna Arnfríð fanst tú tær á eini skóta- legu í Danmark fyri 20 árum síðani. Tá ið sluppin »Johanne TG 326« varð sett í stand, tókst tú títt tørnið umborð. Tú spurdi faðirbróður ogra Carl, sum heila sítt lív arbeiddi við sluppum, til ráðs og mangan hevði tú hann við fyri at hyggja eftir arbeiðinum. Mangt kjaki høvdu tygur í stovuni í Toftum um Johanne. Visti ein ikki betur skuldi ein ikki trúð, at tað var ein slupp tygur kjakaðist um. Fyri góðum tveimum árum síðan brutu tú og Arnfríð upp úr nýggjum, tá ið Arnfríð tók við festi í Sumba. Tygur høvdu stór- ar ætlanir fyri framtíðina. Við tíðini skuldu tygur liva av landbúnaðinum og tú skuldi gevast at arbeiða umborð á skipunum. Ogur systkin dugdu ikki at ímynda ogum teg sum bónda, men tú gekk uppí bóndaskapin við lív og sál. Mangan var áhugavert at hoyra teg siga frá um seyð ella túrar burtur í haga. Tú gleddist yvir, at sonurin og bróðursynirnir høvdu so stóran áhuga í bóndaskap- inum og vóru so raskir at hjálpa til. Ogur gleddust yvir, saman við tygun, at tað gekk væl í hondum. Men framtíðin gjørdist øðrvísi fyri familju tína enn tú vildi og ogur ynsktu. Arnfríð, Anna, Marna og Bjarni! Tygur stóðu Albert sera nær, og hann hevði stóra virðing fyri tygun og hjúklaði fyri tygun. Tygur vóru fremst í huga hansara, og við stolt- leika tosaði hann um tyg- un. Tað er ikki við hansara vilja, at hann er farin. Albert var kletturin sum lívdi. Altíð kundu tygur trygt leita til hansara, og við sínum innarliga kær- leika móti tygun, vardi hann tygun og gjørdi lívið vert at liva. Ogur vita hvat tygur hava mist og hava ta innastu samkenslu við tygun. Tað er ringt hjá tygun børnum at missa pápan, áðrenn tygur rætti- liga er komin til mans. Størri kærleikin er til eitt menniskja, meinari rakar deyðin, men lættari er eisini at fóta sær aftur. Deyðin rakar meint tá ið hann slær. Svárt svíður slagið og sárið, sum eftir er, hevur langa tíð um at lekja. Viðhvørt skrædnar tað upp aftur. Tað er sum at fáa staðfest eina ólekj- andi sjúku, og mugu tygur liva við henni restina av lívinum. Ikki mugu tygur lata sjúkuna fáa takið á tygun, nei tygur máa berj- ast og tygur hava møgu- leika at vinna. Vinna tygur er lívið als ikki torført. Eitt kinverskt orðatak sigur: »Tú kanst ikki forða fugli sorgarinnar at flúgva yvir høvur tínum, men tú kanst forða honum at seta búgv har.« Tað verður ikki lætt uttan Albert. Gevi Harrin tygun ta styrki og troyst, ið tygun tørvar. Ogur standa spyrjandi eftir, hví tú skuldi fara nú. Ogur vita, at tú hevur tað gott nú og ert saman við mammu og pabba og hin- um, ið undan eru farin. Ogur liva eisini í vónini at møtast aftur. Við tíni medferð og tí tú gavst, gjørdi tú tað lættari fyri ogun at sita eftir, nú tú ert farin, men saknurin er ómetaliga stórur og tóm- rúmið stórt. Lívið varð ikki altíð viðrák hjá tær. Tú fall ongantíð í fátt, men stríddist víðari og tú vilt, at soleiðis skulu ogur eis- ini gera nú. Tú sigur, at nú er nokk grátið. At nú mugu ogur halda áfram á lívsleiðini og, at ogur ikki mugu gloyma konu tína og børnini og hjálpa teimum. Ogur skulu ikki gloyma tey, og ogur skulu hjálpa teimun, tí soleiðis vildi tú gjørt. Steinbjørn B. Jacobsen sigur í eini yrking um dóttrina hann misti, »betri at missa teg, enn ikki at hava átt teg« Ogur kunnu takað undir við Steinbirni. Ringt er at missa teg Albert, men verri um ogur ongantíð átti teg. Ongantíð gloymdur, men í hjartan- um goymdur. »Sum eitt snarljós - knappliga verður tað álvara og so hendir tað - ein trúði ikki kundi henda fyrst letur man sum um at tað onda ikki er til og speglar eftir vónini sum ein kann krøkja seg í Tað er so einfalt - at siga: Haldið áframm og at tað er ein meining - við lívi og deyða men størsta sorgin er at missa tey, ein elskar ikki fyrr enn tá ið tey eru farin, skilir ein hvønn týdning tey høvdu« leysliga umsett úr donskum Friður verið við minninum um høgtelskaða beiggja ogra Albert. Ingolf, Elsebeth, Peter Hans, Martin og Ingibjørg við familju Minningarorð um Albert Hentze í Vági f. 10. juni 1954 – d. 27. januar 2005