mikudagur 2. mars 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 42 - 2. mars 2005
Misskiljingar stand-
ast av vantandi innliti
í føroysk viðurskifti,
heldur Pia Larsen,
forkvinna í 21-
mannanevndini, ið
varð sett at taka sær
av føroyskum viður-
skiftum í sambandi
við fullveldissamráð-
ingarnar. Nú skal
nevndin fremja sátt
og semju millum
danir og føroyingar
CHRISTIANSBORG
Marjun Dalsgaard
21-mannanevndin hevur
verið innihaldstóm, síðan
landsstýrið slepti loysing-
ini, og tí skal hon fram-
yvir vera eitt slag av vina-
nevnd, sum skal fremja
størri forstáilsi millum
partarnar.
Fyri nøkrum árum síðani,
tá Høgni Hoydal og Anfinn
Kallsberg fóru til Dan-
markar at samráðast um
fullveldi, var 21-manna-
nevndin sett. Her vórðu
ymisk evni viðgjørd í sam-
bandi við samráðingarnar,
og nevndin kundi tykjast
sum ein forðing fyri bein-
leiðis sambandi við stjórn-
ina. Høgni Hoydal hevur
verið ímóti, at nevndin
virkaði, tí hann sá hana
sum eitt parkeringspláss,
har evnir vórðu parkeraði,
ístaðin fyri at vera við-
gjørd.
Forkvinnan í nevndini,
Pia Larsen úr Vinstraflokk-
inum, sigur, at nú fullveldið
ikki er so aktuelt longur,
hevur hon roynt at definera
uppgávuna hjá nevndini av
nýggjum, heldur enn at
niðurleggja nevndina.
- Nevndin varð sett at
taka sær av málum í sam-
bandið við fullveldisætlan-
ina hjá føroyska landsstýr-
inum. Nú eru ikki so nógv
politisk mál at taka støðu til
í nevndini, men ístaðin fyri
at niðurleggja hana, havi eg
roynt at broytt hana til eitt
stað, har danskir og før-
oyskir politikarar kunnu
tosa saman, sigur Pia Lar-
sen.
Vinanevnd
Pia Larsen heldur, at dansk-
ir politikarir - kanska ser-
liga teir nýggju - vita ikki
nóg nógv um føroysk við-
urskifti. Tað, teir vita, fáa
teir gjøgnum fjølmiðlarnar
og nøkur fá orðaskifti í
fólkatingssalinum,
tað
heldur hon ikki vera nóg
gott.
- Hóast vit øll duga
danskt, tosa vit ikki sama
mál. Misskiljingar eru ofta
orsøkin, tá kegl og trupul-
leikar eru millum føroy-
ingar og danir. Tí haldi eg,
at vit skulu brúka 21-
mannanevndina
til
eitt
forum, har danir og føroy-
ingar kunnu skapa kon-
taktir og læra eitt sindur um
hvønn annan, sigur Pia
Larsen og leggur aftrat í
skemti:
- Tú kanst kalla tað eitt
vinafelag.
21-mannanevndin var á
vitjan í Føroyum í 2003, og
løgtinginsins Uttanlands-
nevnd hevur somuleiðis
verið í Danmark á vitjan
hjá 21-mannanevndini. Pia
Larsen heldur, at hetta
hevur verið væleydnað og
vónar at Anfinn Kallsberg
og Høgni Hoydal fara at
taka fastar sessir í 21-
mannanevndini.
- Til dømis kjakaðust við
um fiskivinnu og danskir
politikarir fingu høvi at
seta seg inn í nøkur ser-før-
oysk viðurskifti. Eg veit til
dømis, at Johan Dahl (úr
sambandsflokkinum), sum
var formaður fyri Uttan-
landsnevndina, helt, at tað
var eitt gott tiltak, og vit
ætla at endurtaka tað í,
sigur Pia Larsen. 21-
mannavenvndin
kemur
væntandi til Føroyar í
summar.
21-mannanevndin hevur
ikki havt nakrar fundir í
longri tíð. Nú er ætlanin at
hava ein fund um árið, men
forkvinnan leggur dent á, at
tað ikki bara er hugnaprát.
- Tað er sjálvsagt ikki
soleiðis, at vit bara sita og
sussa og so siga: Farvæl -
vit síggjast um eitt ár. Vit
skriva eina frágreiðing, um
hvørji evni vit viðgera, eins
og eg kunni forsætismála-
ráðharran um, hvat vit tosa
um, so nakað ítøkiligt kem-
ur burturúr.
Vónar at síggja Høgna
og Anfinn
Høgni Hoydal hevur ikki
verið limur í 21-manna-
nevndini hetta tíðarskeiði,
hann hevur verið í fólka-
tinginum.
- Eg havi ikki verið á-
hugaður í at vera í 21-
mannanevndini, av tí at
eingi mál hava verið við-
gjørd har, tó hevur Lars-
Emil Johansen verið í
nevndini vegna Norðurat-
lantsbólkin, sigur Høgni og
leggur aftrat, at Norðurat-
lantsbólkurin fyrr hevur
skotið upp, at ein nevnd
verður sett, sum viðger øll
føroysk og grønlendsk mál
ístaðin fyri, at tey verða
viðgjørd í fleiri ymiskum
nevndum. Hann heldur tó,
at fyrimunir og vansar eru
við báðum og sigur, at teir
hava ikki reiðiliga tikið
støðu til tað enn. Sum er,
verða flestu føroysku mál
viðgjørd í Politisku-bú-
skaparligu nevndini.
Pia Larsen vónar tó at
síggja Høgna og Anfinn.
- Eg dugi at skilja, um
Høgni ikki vil vera við av
politiskum orsøkum, men
eg vænti at Anfinn Kalls-
berg fegin vil vera við. Í
øllum førum ætli eg mær at
bjóða teimum báðum fastar
sessir í 21-mannanevndini
og vóni at síggja teir, sigur
Pia Larsen.
Danskir politikarar vita ov lítið um Føroyar
Pia Larsen úr vinstraflokk-
inum vónar at síggja Høgna
Hoydal og Anfinn Kallsberg í
21-mannanevndini, sum nú
er eitt slag av vinarnevnd, ið
skal fremja forstáilsi millum
føroyskar og danskar
politkkarar
Bæði í Vági og á
Tvøroyri hava russisk
skip ligið seinastu
dagarnar og skipa um
og tikið pakkitilfar
UMSKIPING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Suðuroyingar hava seinastu
árini brúkt ikki sørt av orku
uppá at økja virksemið í
oynni. Eitt, sum bæði
tvørafólk og vágbingar
hava roynt í hesum sam-
bandi, er at fáa fremmand
skip til Suðuroyar at skipa
um og at leggja vøru upp.
Í hesum sambandi var
fundur herfyri í Suðuroy
ímillum kommunupolitik-
arar og vinnulívsfólk og
russisk reiðarí og umboð
teirra í Føroyum, Faroe
Agency, um at fáa russisk
skip til Suðuroyar at skipa
um og kanska keypa vørur
og tænastur úr Suðuroy.
Og nú sær út til, at hetta
kanska er við at bera
ávøkst.
Bæði í Vági og á Tvør-
oyri hava russisk skip ligið
hesar seinastu dagarnar og
umskipa svartkjaft upp í
móðurskip.
Í Vági hava tveir russrar
ligið og har hava teir eisini
tikið pakkitilfar.
Í Vági er tað Johan Dahl,
sum hevur sín leiklut í at
fáa russisk skip hendavegin
og hann sigur, at endamálið
er at fáa teir eisini at leggja
fisk upp til frystigoymsluna
í Vági.
Sum er, kasta russisku
skipini av sær í havnar-
gjaldið o.s.fr., umframt at
nakað av arbeiði stendst av
at fáa pakkitilfar og annað,
umborð.
– Men eydnast tað at fáa
russisku skipini at leggja
upp til frystigoymsluna,
kann tað kasta rættiliga
nógv arbeiði av sær.
Í morgin koma tveir russ-
arar afturat til Vágs at skipa
um.
Nú vit hava fingið nýggja
samferðsluhavn í Trongis-
vági er havnin á Drelnesi
tøk til onnur endamál og
kommunan hevur gjørt
fleiri royndir at fáa nyttu
burturúr havnini.
Hetta vikuskiftið hava trý
russisk skip ligið á Drelnesi
og skipaðu svartkjaft um.
Tveir trolarar skipaðu upp í
eitt móðurskip.
Eisini hetta eru russisk
skip, sum Faroe Agency
umboðar.
Eins og í Vági, vóna tey á
Tvøroyri eisini, at hetta er
nakað, sum kann vinda
uppá seg.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at Tvøroyrar Kommuna
roynir at fáa russisk skip
inn á Tvøroyri at skipa um.
Ein roynd var gjørt fyrst
í nítiárunum og eisini tá
vóru nøkur skip á Tvøroyri.
Men tá var talan um al-
menn reiðarí og alt tað datt
niðurfyri, tá ið Sovjett-sam-
veldið syndraðist. Og hetta
eru fyrstu russararnir, sum
eru aftur á Tvøroyri.
Russarar komnir til Suðuroyar
Í Vági hava tvey stór russisk
skip ligið seinastu dagarnar.
Myndina tók Bjarni Nygaard
– Fyri fyrstu ferð í nógv ár
hava russisk skip verið á
Tvøroyri. Her liggja trý skip
á Drelnesi og skipa um.
Myndina tók Bjarni Nygaard