Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-02, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað hevur gingið strúkandi hjá unga Christian Mouritsen higartil í Manchester City. Í farnu viku skoraði hann sigurs- málið í dysti móti Liverpool, og tveir dagar seinni var hann aftur á blettinum, tá ið mótstøðuliðið var Manchester United FÓTBÓLTSLÆRLINGUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Ungi havnarmaðurin, Christian Restorff Mourit- sen, hevur fingið eina dreymabyrjan í nýggja fel- agi sínum, enska Manches- ter City. Christian, sum ikki byrjar av álvara í Manches- ter fyrr enn í summar, hev- ur júst verið í Onglandi í ein lítlan mánað, og tá fekk hann av álvara gjørt vart við seg. Skoraði móti Liverpool og United Á vitjan síni í Manchester City hesaferð tók Christian lut í fýra venjingardystum hjá unglingaliðum felags- ins. Millum annað var dyst- ur hósdagin, har mótstøðu- menninir vóru úr stórfel- agnum Liverpool. Christian var millum teir fyrstu ellivu hjá Manchester City, sum vann dystin 1-0. Málskjútti hjá Manchester City var eingin annar enn Christian Restorff Mouritsen, sum harvið søkti Liverpool. Tveir dagar seinni var dystur móti U16-liðnum hjá grannun- um úr Man- chester Uni- ted, og hesa- ferð byrjaði Christian á beinkinum. City legði seg á odda 1-0, og hetta var eisini støðan, tá ið Christian kom á vøllin. Ungi føroyski framherjin hevði bert verið á vøllinum í nakrar heilt fáar minuttir, so lá bólturin aftur í netmeskunum hjá Man- chester United, og hesaferð var málskjúttin Christian Restorff Mouritsen! Eitt mál kom afturat í dystinum, og tað fekk City eisini, og harvið vunnu teir 3-0 á grannunum úr United. Umboðsmaðurin hjá Christiani, Jákup í Stóru- stovu frá North Atlantic Football Agency, sigur, at í Manchester City eru teir sera væl nøgdir við Christian. Ungi havnar- maðurin fer yvir aftur til Manchester um tríggjar vikur, og tá verður hann í Onglandi í ein mánað, áðr- enn farið verður í summar- frí. Eftir summarfrítíðina fer Christian Restorff Mourit- sen so permanent at flyta yvir til Manchester, tá ið sáttmáli hansara av álvara fer í gildi. Flemming Raben er farin frá sum venjari hjá kvinnunum hjá Neistanum, og navn- frami vestmenningur- in Ingi Olsen hevur tikið við VENJARASKIFTI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nú tveir mánaðir eru eftir av kappingarárinum hjá kvinnum í hondbólti, hevur Neistin skift venjara. Danin Flemming Raben er farin frá, tí at hann er farin aftur til Danmarkar í sambandi við, at hann hevur fingið nýtt starv. Flemming gjørt eitt gott arbeiði Formaðurin í Neistanum, Jón Kragesteen, sigur, at tað er ikki nøkur ósemja millum Neistan og Flem- ming Raben, og at partarnir skiljast í øllum góðum. Flemming Raben hevur fingið nýtt starv í Dan- mark, og hann hevur í sam- ráð við leiðsluna í felagn- um fingið loyvi at byrja í hesum starvi longu nú. -– Flemming hevur gjørt eitt gott arbeiði í Neistanum, og vit hava verið vælnøgdir við hann, sigur Jón Kragesteen. Leiðslan í Neistanum noyddist tí at finna nýggjan venjara til kvinnuliðið, og hetta er nú eydnast teimum. Talan er um navnframa vestmenningin, Inga Olsen, sum helst er kendasta hond- bóltsnavnið í Føroyum. Ingi er langtíðarskaddur og er tískil ikki við á mans- liðnum hjá VÍF í løtuni, og tí ber til hjá honum at virka sum venjari hjá neista- kvinnunum. Ingi Olsen er heldur ikki nakar óroyndur hondbólts- venjari, tí hann hevur mill- um annað staðið á odda fyri besta manslinum hjá vest- menningum. Avtalan millum Neistan og Inga Olsen er fyribils bert galdandi fyri tað, ið er eftir av hesum kappingar- árinum, men Jón Krage- steen dylur ikki fyri, at í Neistanum vóna tey, at samstarvið kann halda fram komandi kappingarár. Sum skilst hevur Ingi ikki avvíst hesum, men tann spurning- urin verður neyvan av- greiddur, fyrr enn verandi kappingarár er farið aftur um bak. Samráðast við dana um mansliðið Spurningurin um, hvør skal venja mansliðið hjá Neist- anum komandi kappingar- ár, er eisini við at nærkast eini loysn. Danin Claus Rasmussen var herfyri í Føroyum, og tá var hann millum annað gestavenjari hjá mansliði Neistans eitt kvøld. Claus Rasmussen er giftur við Guðrun Horn úr Havn, sum áður hevur virk- að bæði sum leikari og venjari í Neistanum. Í løtuni er Claus Rasmus- sen venjari hjá kvinnnu- liðnum hjá Nykøbing Falster, sum spælir í trið- fremstu donsku deildini, og sum hevur góðan møgu- leika fyri at vinna sær upp- flyting í næstfremstu deild- ina. Harumframt er danin venjari hjá onkrum yngri liði eisini, og somuleiðis hevur hann ábyrgdina av einum úrvalsliði hjá Nykø- bing Falster Håndboldfor- bund. Jón Kragesteen sigur, at samráðingarnir við Claus Rasmussen eru komnar væl áleiðis, og hann vónar, at ein avtala kemur undir land skjótt. Formaðurin í Neist- anum sigur, at enn er ikki avgreitt, hvussu verður við leikarum komandi kapp- ingarár, men hann sigur tó, at tað er einki yvir at dylja, at leiðslan í felagnum gott kundi hugsað sær, at størri dentur verður lagdur á ungu spælararnar, sum eru upp- aldir í felagnum. Christian søkti Liverpool og United Christian Restorff Mouritsen hevur fingið eina dreymabyrjan í Manchester City. Í farnu viku skoraði hann sigursmálið móti Liverpool, og tveir dagar seinni vísti hann aftur sítt máltev og skoraði eitt mál, tá ið teir vunnu 3-0 á Manchester United. Nr. 42 • mikudagur • 2. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Ingi nýggjur venjari hjá Neistanum Flemming Raben v.m. er givin sum venjari hjá Neistanum, og Ingi Olsen h.m. hevur tikið við ábyrgdini av kvinnuliðnum savnsmyndir