Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 3. mars 2005 29 Skipasmiðjan søkir goymslulærling Hevur tú hug at koma í gloymslulæru á Tórshavnar Skipasmiðju? Tú hevur miðnámsútbúgving og eisini kundu vit hugsa okkum, at tú • Ert opin og hevur lætt við at samskifta • Hevur góðan teldu- og talførleika • Ert framfýsin og ágrýtin harumframt er tað ein fyrimunur um tú hevur áhuga fyri mekaniskum og el- lutum. Í lærutíðini fert tú at starvast á ymsu goymslunum hjá fyritøkuni, mest í Havn, men eisini á Skála Skipasmiðju og FJM í Runavík. Góður møguleiki er fyri føstum starvi eftir lokna lærutíð. Skrivlig umsókn við avriti av prógum o.ø. skal sendast til: Tórshavnar Skipasmiðju att.: Gunvør Balle Postsmoga 65 110 Tórshavn Í seinasta lagi 11. mars 2005. hevur tú okkurt at spyrja um hesum viðvíkjandi, kanst tú venda tær til Gunvør Balle og Boga Kirke á tlf. 301100. Á P/F Tórshavnar Skipasmiðju starvast um 250 fólk við at veita tænastur og sølu av eykalutum til skipaflotan og vinnuni á landi. Hesar tænastur umfata mekaniskar, stál, timbur, máling, beding, tekniska ráðgeving og beinleiðis sølu av goymslu. Skipasmiðjan hevur deildir í Havn, á Skála, í Vestmanna og í Runavík. Fulltrúi til Fiskimálaráðið Í sambandi við at ein av fulltrúum okkara fer í farloyvi í eitt ár, verður søkt eftir einum avloysara fyri fulltrúa á Fiskivinnustovuni.Fiskivinnustovan er skipað sum deild í Fiskimálaráðnum. Arbeiðsøki Fulltrúin skal saman við leiðslu og fulltrúum í Fiskimálaráðnum serliga arbeiða við fiskiveiðu-samráðing-um og øðrum millumtjóða samstarvi. Fulltrúin skal hava um hendi viðurskifti hjá føroyskum skipum í fremmandum sjógvi og viðurskifti hjá fremmandum skipum í føroyskum sjógvi. Hvalamál og millumlanda viðurskifti í sambandi við vinnuligan laksafiskiskap verða eisini arbeiðsøki hjá fulltrúanum. Arbeitt verður við bygnaðarbroytingum í Fiskimálaráðnum, so møguligar tillagingar í virkisøkinum kunnu verða gjørdar. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni sum t.d. fiskivinnufrøði, løgfrøði ella útbúgving við denti á millumtjóða viðurskifti. Harumframt skulu umsøkjarar hava góðan kunnleika til føroyskt og enskt mál. Grundleggjandi royndir innan eitt ella fleiri av virkisøkjunum verða roknað sum ein fyrimunur. Umsøkjarar eiga at vera samstarvsfúsir, at vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar, at kunna virka til lítar og á ein tryggan hátt í einum umhvørvi, har mál til tíðir hava nógvan skund. Setanarviðurskifti Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt onnur stjórnarráð og løgmansskrivstovan. Setanartreytir og løn verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nýggi fulltrúin ætlast at byrja í starvinum frá 1. mai 2005. Fyrispurningar starvinum viðvíkjandi kunnu setast Andras Kristiansen, deildarstjóra á telefon 35 32 41. Umsóknir við prógvum, CV og øðrum skulu verða send Fiskimálaráðnum, Yviri við Strond 17, Postrúm 347, 110 Tórshavn og skulu verða Fiskimálaráðnum í hendi í seinasta lagi mikudagin 16. mars 2005, kl. 16.00. Fiskimálaráðið, tann 1. mars 2005 Skipaeftirlitið Faroese Maritime Authority Ministry of Fishery and Maritime Affairs