hósdagur 3. mars 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 3. mars 2005
33
HEILSANIR
Hjartaliga tillukku við 1 ára føðingardegnum, Eyðfinn.
Ynskja mamma og pápi tín
Góði Símun
Tillukku við 3 ára
degnum í dag. Nú
ert tú ein stórur
drongur.
Kærar heilsanir
omman, abbin
og Jónar
Góða allarbesta
Anita
Hjartaliga
tillukku við 1
ára degnum.
Bestu heilsanir
mamma,
babba, Harriet
og Absalon
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
Hendan fitta bingo-omman
fylti 75 ár 1. mars. Vit
ynskja henni hjartaliga
tillukku við degnum.
Heilsan familjan
Góðu Páll og Jane
Hjartaliga tillukku á tykkara fyrsta brúðleypsdegi. Harrin
signi framtíð tykkara.
Ynskja mamma, babba, Andras og Tróndur
Vandi fyri
reinum "kaos"
hjá flotanum
Løgtingskvinnan,
Heidi Petersen, hev-
ur sett Bjørn Kalsø,
landsstýrismanni,
munnligan fyri-
spurning um trygd-
ina hjá útróðrar-
monnum í eitt nú
Vestmannasundi,
Djúpunum og á ávís-
um økjum norð-
anfyri
HOYRILÍKINDI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Heidi Petersen spyr eitt nú
um hoyrilíkindi við VHF-
sendaranum.
– Hvussu eru útróðrar-
menn tryggjaðir, tá ið
ræður um hoyrilíkindi á
nevndu leiðum, spyr hon.
Hon vísir á, at løgtingið
herfyri umrøddi útbygg-
ingar av sendineti til Út-
varp Føroya og Sjónvarp
Føroya.
Tí spyr løgtingskvinn-
an, um radiosambandið,
sum skal vera trygdin hjá
okkara sjófólki á firðum,
sundum og í sjóøkinum
kring Føroyar, er tikin við
í hesum sambandi.
- Hvørjar trygdarætlan-
ir fyriliggja í dag fyri tey
økir við ringum hoyrilík-
indum, hvussu skulu hesir
økir útbyggjast, og hvør
er tíðarkarmurin?
Heidi Petersen spyr
eisini, hvørjar ætlanir eru
fyri
útbyggingum
av
GSM-netinum, nú NMT-
fartelefonin verður niður-
løgd.
Eingin loysn
Løgtingskvinnan vísir á,
at fyri nøkrum árum síðan
varð spurningurin um
hoyrilíkindini hjá eitt nú
útróðrarmonnum
um-
røddur á tingi, men enn er
eingin loysn fingin á
hesum spurningi.
Hon heldur, at tíðin er
komin til at taka henda
spurningin uppaftur og
finna eina loysn á mál-
inum.
– Lógarkravda VHF-
sendaraskipanin,
sum
skal veita utróðrarmonn-
um og sjófólki annars
tann tryggleika, at boð
altíð skulu kunna fáast -
bæði til og av skipum og
bátum - ikki er til steðar á
ávísum leiðum.
Hon vísir á, at Vest-
mannasund er ein av
hesum leiðum, eins og
Djúpini og ávísar leiðir
norðanfyri.
– Í fleiri førum ber ikki
til hjá útróðrarbátum at
fáa samband um VHF-
sendaran, sigur Heidi.
Løgtingskvinnan vísir
á, at í summum førum
røkkur NMT-fartelefonin
heldur ikki, sjálvt um hon
hevur bøtt um trygdina.
– Men nú skal henda
skipanin niðurleggjast.
Reint kaos
Hon vísir á, at GSM-
fartelefonin skal avloysa
NMT og verður í løtuni
útbygd.
– Men spurningurin er,
um GSM-skipanin røkkur
líka víða sum gamla
NMT’in. Ger hon ikki
tað, kunnu vit vænta reint
kaos hjá øllum flotanum
kring landið, sigur løg-
tingskvinnan.
Hetta heldur hon vera
sera óheppið - og als ikki
nøktandi.
– Eg haldi tað vera um-
ráðandi, at hesi viðurskifti
verða fingin upp á pláss
beinanvegin. Tí vóni eg,
at landsstýrismaðurin tek-
ur hendan spurningin upp
í tí álvara, sum hann hev-
ur uppborið og vil taka
ítøkilig stig til at loysa
trupulleikan, sigur Heidi
Petersen, løgtingskvinna.