fríggjadagur 4. mars 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 44 - 4. mars 2005
Nógv mistøk á
sjúkrahúsum
Í Danmark vísir ein kanning, at yvirhøvur eru fólk
væl nøgd við viðgerðina á landsins sjúkrahúsum,
men samstundis vísir tað seg, at næstan 20 prosent av
sjúklingunum hava fingið skeiva viðgerð, meðan tey
hava ligið har.
Fimm prosent av teimum spurdu siga, at tey fingu
skeivan heilivág, meðan tey vóru á sjúkrahúsi. Sjey
prosent siga, at tey fingu mein í sambandi við skurð-
viðgerð, og tólv prosent siga seg hava fingið »annan
skaða«, skrivar Politiken. Viðurskiftini eru eitt sindur
ymisk frá einum sjúkrahúsi til annað, men Ríkis-
sjúkrahúsið í Keypmannahavn sleppur best burtur úr
kanningini.
Tey spurdu eru á einum máli um, at tað tekur ov
langa tíð at bíða eftir viðgerð á teimum donsku
sjúkrahúsunum. Tey kæra seg eisini um, at tey
noyddust at bíða leingi eftir at sleppa til kanningar.
USA hóttir ES
Fleiri leiðandi limir í amerikonsku Kongressini hótta
nú við, at USA fer at revsa ES, um ES-londini gera av
at seta vápnahandilsbannið ímóti Kina úr gildi,
soleiðis sum ES ætlar.
Tá George W. Bush, forseti, var í Evropa í síðstu
viku, ávaraði hann teir evropeisku leiðararnar ímóti
at ógilda vápnahandilsbannið, sum hevur verið í gildi
síðani tilburðin á himmalska friðartorginum í Beijing
í 1989. Men fleiri ES-leiðarar, teirra millum Gerhard
Schrøder, kanslari, og Jacques Chirac, forseti, gjørdu
amerikanska forsetanum greitt, at bannið verður sett
úr gildi, og at tað helst verður gjørt í juni, skrivar
Reuter.
Fyrradagin hevði Bush fund við fleiri leiðandi limir
í Kongressini, og har hóttu teir við at revsa ES, verður
vápnahandilsbannið sett úr gildi. Nevnt varð, at so
sleppa tey evropeisku londini ikki at keypa
hátøkniliga vápnaútgerð úr USA.
Franskt nei nærkast
Fyrr í vikuni samtykti franska tjóðartingið við stórum
meiriluta nakrar broytingar í fronsku grundlógini, tí
tær eru neyðugar, fyri at landið kann staðfesta ta
komandi ES-grundlógina.
Men tað er als ikki vist, at franska stjórnin sleppur
at staðfesta ES-grundlógina, tí franska fólkið skal
taka støðu til spurningin fyrst. Í januar vísti ein
meiningakanning, at 63 prosent av veljarunum
ætlaðu sær at atkvøða fyri ES-grundlógini, men nú
vísir ein nýggj kanning, at undirtøkan er minkað
niður í 58 prosent. Hetta hevur fingið fransmenn at
minnast fólkaatkvøðuna um Maastricht-sáttmálan í
1992. Tá var stórur meiriluri fyri sáttmálanum, men
tá fólkaatkvøðan kom, vóru bara nakrar túsund
atkvøður í meiriluta fyri sáttmálanum.
Kanningar vísa, at nógvir fransmenn halda, at
Frakland fer at missa sína ávirkan í ES, kemur tann
nýggja grundlógin í gildi, og aðrir halda, at hon
verður ein meinbogi fyri ta sosialu skipanina í
Fraklandi.
Frá HP til Heimsbankan
Síðani Heimsbankin varð stovnaður aftan á seinna
heimsbardaga, hevur hann altíð havt amerikanskan
stjóra. Seinastu tíggju árini hevur James D.
Wolfersohn verið stjóri, men hann skal frá um stutta
tíð fyri aldur, og so er spurningurin, hvør skal taka
við.
Tað fyrsta uppskotið hjá Bush-stjórnini var Robert
B. Zoellick, sum hevur verið samráðingarleiðari í
heimshandilsfelagsskapinum WTO, men hann hevur
júst fingið nýtt starv í uttanríkisráðnum. So varð
tosað um at lata varaverjumálaráðharran Paul D.
Wolfowitz fáa starvið, men hann er ikki væl lýddur í
Evropa, sum heldur hann vera høvuðsmannin aftan
fyri amerikonsku innrásina í Irak.
Tað seinasta amerikanska uppskotið er Carly
Fiorina, sum herfyri noyddist úr stjórastarvinum í
stóru teldufyritøkuni Hewlwtt-Packard orsakað av
ósemju við nevndina. Hon ber orð fyri at vera sera
gløgg og er sera nógv avhildin í amerikanska
vinnulívinum.
Tað hevur verið ógvu-
liga kalt nógvastaðni í
Evropa hesa vikuna,
og nógvastaðni hevur
kuldin sett met
VEÐRIÐ
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Har suðuri í Týsklandi vita
fólk ikki at siga um so
nógvan kulda sum teir
seinastu dagarnar. Í býnum
Albstadt-Degerfeld
í
Bayern vóru 36,1 kuldastig
týsdagin, og á flogvøllinum
í Múnchen stóðu mátararn-
ir á 25,1 kuldastigum miku-
dagin, og so nógvan kulda
hava tey ikki havt har síðani
í 1942, skrivar DPA. Í
Múnchen hevur kavin ligið
síðani fyrst í februar, og tað
er ikki hent seinastu 25
árini.
Í Eysturríki er líka kalt. Í
Oferpass vóru 32,1 kulda-
stig týsnáttina, og teir
fyrstu dagarnir í mars vóru
teir kaldastu í 30 ár.
Eisini norðmenn læra seg
um nógvan kulda, og miku-
náttin var serliga køld. Í
Drevsjø í Hedemark vóru
37,2 kuldastig, og í Røros
komu mátararnir heilt niður
á 38,8 kuldastig, skrivar
NTB. Norska veðurstovan
sigur, at mikunáttina var
hitin niðan fyrii frostmark-
ið um alt landið, og at tað er
sjáldsamt.
Fleiri hundrað
mótstøðufólk hjá
stýrinum í Nepal eru
horvin sum døgg fyri
sól.
Mannarættindafelags
skapir ivast ikki í, at
tað er herurin, sum
hevur beint fyri
teimum
NEPAL
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Amerikanski mannarætt-
indafelagsskapurin Human
Rights Watch kravdi í gjár,
at nepalski kongurin og
herur hansara gevast við at
beina
mótstøðufólk
av
vegnum, og at teir, sum
hava staðið fyri burturbein-
ingunum, verða revsaðir.
HRW sigur í einari
nýggjari frágreiðing um
viðurskiftini í Nepal, at
undir borgarakrígnum við
maoistiskar
uppreistrar-
menn tey seinastu níggju
árini hevur stjórnarherurin
tikið minst 1200 mótstøðu-
fólk, sum ikki eru komin
afturíaftur. Teir flestu til-
burðirnir eru frá 2003 og
2004.
Tann 1. februar koyrdi
Gyanendra kongur stjórn-
ina og tjóðartingið til hús,
og síðani hevur hann stýrt
landinum einsamallur við
hjálp frá herinum. Human
Rights Watch sigur, at tá
havt verður í huga, hvat
nepalski
stjórnarherurin
hevur gjørt seg sekan í, er
tað ræðandi, at hann nú
stýrir landinum saman við
konginum.
– Tað er rætt, at teir
maoistisku
uppreistrar-
menninir eru sekir í bæði
morðum, píning og hóttan-
um, men tað er eingin um-
bering fyri at lata herin
sleppa at gera, sum honum
lystir, sigur Brad Adams,
sum er leiðari á asiatisku
deildini hjá Human Rights
Watch, við Reuter.
HRW sigur seg hava
prógv fyri, at fleiri politisk
mótstøðufólk í Nepal hava
verið horvin í fleiri ár, og at
tað er lítið sannlíkt, at tey
eru á lívi longur.
Tann víðgongdi muslimski
presturin Abu Bakar Bashir
fekk í gjár hálvt triðja ára
fongsul fyri at hava skipað
fyri bumbuatsóknini á
frítíðaroynni Bali á heysti í
2002. Atsóknin kravdi 202
mannalív, og fleiri lond hava
mótmælt, at presturin fekk so
lina revsing. Sjálvur tóktist
hann eisini vera væl nøgdur,
tá hann bleiv leiddur út úr
rættarhølinum aftan á
dómin.
UTTAN ÚR HEIMI
Fleiri hundrað horvin
sum døgg fyri sól
Tí køld var náttin
Fekk lina revsing