leygardagur 5. mars 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 5. mars 2005
3
Broytingar í Kunningardeild Ferðaráðsins
Aldan, ið er navnið á Kunn-
ingardeild
Ferðaráðsins
hevur síðan 1991 veitt
ferðafólki persónliga kunn-
ing javnbjóðis við aðrar
kunningarstovur í landinum.
Tá Aldan í sínari tíð bleiv
sett á stovn vóru umframt
hesa bert tvær aðrar kunn-
ingarstovur í landinum
nevniliga Kunningarstovan
í Tórshavn og Kunningar-
diskurin á flogvøllinum.
Síðani eru fleiri kunning-
arstovur komnar kring land-
ið, og ein onnur er ávegis.
Harvið er leikluturin hjá
Alduni blivin minni týð-
andi og talið av vitjandi
ferðafólki í Alduni niðri í
Vágsbotni er fallið mun-
andi seinasta árið, meðan
Kunningarstovurnar runt
landið hava havt eina mun-
andi framgongd. Talið á út-
lendskum vitjandi í Alduni
var í 2003 uml. 8.000
ferðafólk men fall í 2004
niður í 4.400.
Kunningarstovurnar runt
landið eru Norðoya Kunn-
ingarstova
í
Klaksvík,
Kunningarstovan í Runa-
vík, Kunningarstovan í
Fuglafirði, Kunningarstov-
an í Tórshavn, Kunningar-
diskurin á Flogvøllinum,
Sandoyar Kunningarstova,
Kunningarstovan á Tvør-
oyri og Kunningarstovan í
Vági. Umframt hesar verð-
ur eitt nýtt kunningarstað í
Vestmanna latið upp um
fáar vikur nevniliga Vest-
manna Tourist Centre.
Umframt
hettar
fáa
ferðafólk ávegis til Føroya
eisini kunning umborð á
Norrönu, og lutvíst eisini í
móttøkunum á gistingar-
húsum kring landið.
Samstundis við, at fram-
brotini innan samskifti og
kunningartøkni hava mennt
seg munandi seinnru árini,
verður alt meira orka nýtt til
at kunnað elektroniskt. Við
hesum nýggja tiltakinum,
vil
Kunningartænasta
Ferðaráðsins royna at leggja
størri dent á, elektroniska
(KT) kunning, um heim-
asíðu www.tourist.fo portal
www.visit-faroeislands.com
og www.kunning.fo
Har afturat fara starvs-
fólk úr Kunningartænastu
Ferðaráðsins við jøvnum
millumbili, at vitjað á
Kunningarstøðum og í gist-
ingarhúsmóttøkum kring
landið, umframt, at sam-
starva verður neyvari við
kunningina umborð á Norr-
önu um kunning av ferða-
fólki ávegis til Føroya og
umborð á Strandfaraskip-
um Landsins.
Við hesum vónar Ferða-
ráðið at verða viðvirkandi
til, at dagførd vitan og fald-
arar um øll ferðavinnuøkir í
Føroyar er til taks á øllum
kunningarstøðum og at fólk
sum takast við hettar virk-
semið altíð hava eina breiða
og dagførda vitan um land-
ið.
Stella stuðlar 20
børnum á Sri Lanka
Í blaðnum fyrradagin
hevði Stella Zachariassen
eina áhugaverda frágreið-
ing frá ferð síni í Sri
Lanka í farna mánaði.
Eitt av málunum var at
finna fram til, hvat hjálp-
ararbeiði
føroyingar
kunnu vera við í.
- Vit stuðla 20 børnum
sum eru rakt av flóðald-
uni við 100 US$ um mán-
aðin fyri hvørt barnið. Íalt
verður tað so um2000
US$ um mánaðin.
– Hesir pengar eru
longu innkomnir og verða
sendir hvønn mánað til at
stuðla børnunum. Við
hesum pengum verður
goldið fyri skúla, klæðir,
mat, læknaviðgerð, heili-
vág og annað, sigur Stella
Zachariassen.
S amstundis vísir hon á,
at teir deyðu kropparnir,
sum vóru svartir, var ikki
nakað sum tey sóu, tí
hetta var jú 2 mánaðir aft-
aná hendingina. Hetta var
tað fólk søgdu teimum, og
sum tey hava sæð í mynd-
um ymsastaðni frá.