Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-05, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 2005síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

52 Nr. 45 - 5. mars 2005 Gudstænastur Miðføstu sunnudag Havnar kirkja: kl. 11, Bjarni Bæk. Talvan gongur fyri Neyðhjálp fólkakirkjunar, breið til heimin Vesturkirkjan: kl. 11, Sverri Steinhólm Kirkjubøur: kl. 15, Bergur D. Joensen. Familjugudstænasta. Víst verður sunnudagsskúlan- um á Velbastað til Kirkjubøar Hestur: kl. 12, Heri Joensen. Talvan gongur í Suðurstreym- oyar vestara prestagjaldi fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar Nólsoy: kl. 12, Sonja Klein Søldarfjørður: kl. 11, altarg., Meinhard Bjartalíð Viðareiði: kl. 12, Elsa Funding. Talvan gongur til frama fyri Kirkjuligu Heima- missiónina Klaksvíkar sjúkrahús: kl. 10, Elsa Funding Christianskirkjan: kl. 11, Norðoya Røktarheim: kl. 14.30 Niels Pauli Danielsen Funningur: kl. 12 messa, Emil Olsen. Talvan gongur í øllum kirkjum í Eiðis presta- gjaldi fyri Neyðhjálp Fólka- kirkjunnar (Breyð til heimin). Fuglafjørður: kl. 12, Familju- gudstænasta. Barnakórið syngur, Uni Næs Miðvágur: kl. 12, David Johannesen Húsavík: kl. 11, altarg., Ungdómskórið av Strondum: Inga Poulsen Dam Skúvoy: kl. 12, Jákup Reinert Hansen. Talvan gongur í Sandoyar prestagjaldi fyri Breið til Heimin Tvøroyri: kl. 11, Fámjin: kl. 18, Jónsvein Bech. Í báðum støðum gongur talvan til frama fyri Neyð- hjálp Fólkakirkjunnar, »Breyð til heimin« Vágur: kl. 11, Patrick de Neergaard Hvalba: kl. 12.30 Ólavur Ramussen Æðuvík: kl. 11, Jógvan Fríð- riksson. – Í Nes prestagjaldi gongur talvan fyri neyðhjálp fólkakirkjunnar. Í Sjóvar prestagjaldi gongur talvan fyri Neyðhjálp Fólka- kirkjunnar 4. grein skótar Vit hittast í KFUK mánadagin kl. 19.30. (Havið gongu- skógvar við) Samkoman v/ Marknagil Skúlaheimið, Marknagilsv. 75 Møti sunnumorgunin kl. 10.30 Breyðbróting, barnaansing verður eiisni. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- og uppbyggingarmøti. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Mor- gunmøti og samstundis barna- ansing. Kl. 11.30 Samvera við drekkamunni, kl. 12 Sunnu- dagsskúli og kl. 12 verður eisini møti, har Sverri Stein- tún talar. www.hebron.fo Frá Ebenezer Sunnudag kl. 10 Breyðbrót- ing, kl. 12 Sunnudagsskúli, kl. 17 Ungdómssamfelags- møti, talari Tom Robert. Mánadag kl. 17 Kvinnur koma saman til bøn í Sloans húsi. Øll eru vælkomin. www.ebenezer.fo Missiónshúsið v/ Landavegin Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli á Norðasta Horni, kl. 18 Møti v/ Martin Thomsen. Frelsunarherurin, Tórshavn Sunnudag kl. 11 Møti v/ Toril W. Olsen, kl. 14 Sunnudags- skúli, kl. 18 Møti. Øll eru vælkomin. www.frelsunarherurin.fo Fríkirkjan Oasan Uppi á Brekku 3 Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Missións- møti. Mánakvøldið kl. 20 Bønar- møti. Mikumorgun kl. 7 Bøn. Verið øll hjartaliga vælkomin. www.oasan.fo Filadelfia Landavegur 22 Í dag kl. 17 Landsbøn. Í morgin kl. 11 Morgunmøti v/ Sam Jacobsen, kl. 11.50 Sunnudagsskúli og ABC; evnið er: »Praktiskt bønarlív« 2. partur, kl. 18 Møti, Anna Guttesen talar. Mánadagin kl. 20 Felags bøn- armøti í Evangeliihúsinum. Um tær tørvar persónliga samrøðu og/ella forbøn ring 211067. www.filadelfia.fo KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman við Anniku og Steingrím Niclasen. Týsdagin kl. 17 Várgleði fyri børn. Meinigheitshúsið Leygardagin kl. 16.30 Bønar- løta fyri kvinnur. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti v/ Høgna Poulsen. Marjun, Katrin og Kristina syngja. Lívdin í Hoyvíkar skúla Leygarkvøldið einki ung- dómsmøti vegna ungdóms- samfelagsstevnu í Ebenezer. Sunnumorgunin kl. 10.30 Familjumøti, kl. 11.30 Sam- vera við drekka, kl. 12 tilbiðj- anarmøti. Á báðum møtunum talar Tom Roberts. Barnaansing undir møtinum. Sunnudagsskúlin kl. 12. Týskvøldið kl. 20-21.15 og leygardagin tann 12. mars frá kl. 13-17 verður skeið, har evnið verður »Andaligu gávurnar og tænastan í samkomuni«. www.livdin.fo Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 Orðsins tænasta v/ kommuni- ón í Kerit. Hósdagin 3. mars kl. 20 verð- ur Taizé-kvøld (bønarstund v/ sálmasangi úr Taizé) í bønar- rúminum hjá Franciscana- systrunum, Varðagøta 16. Øll eru vælkomin. Altjóða Bønardagur fyri kvinnur verður í ár hildin í Fríkirkjuni Oasan uppi á Brekku 3 í Hoyvík fríggja- kvøldið 4. mars kl. 19.30. Leygardag kl. 11.30 Orðsins tænasta v/ kommunión í Kerit. Sunnudag kl. 11 Orðsins tænasta v/ kommunión í Mariukirkjuni. Aftaná verður kirkjukaffi. Sunnudagsskúli kl. 14. www.katolsk.fo Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Sunnudagin kl. 11 Gudstæn- asta, kl. 14 Junior, kl. 14 Sunnudagsskúli, kl. 18 Møti – Filmskvøld. Tórshavnar Hvítu- sunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11.00: Morg- unmøti, kl. 18.00: Evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 18 Evangel. møti. Mánadagin kl. 20 Opið hús fyri ung. Verið hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Sørvági Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti við vitnisburði. Streingjakórið syngur. Hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið Libanon – Aglow møti verður í Missiónshúsinum Libanon leygardagin 5. mars kl. 20. Ingrid Hansen talar. Allar kvinnur eru hjartaliga væl- komnar. Missiónsvika í Hósvík 3.-6. mars 2005 Hós-, fríggja- og leygardagin verða møtini í Bygdarhúsin- um. Sunnudagin verður møti í kirkjuni. Fríggjadagin kl. 19 Thomas Juul Askham, Hjalgrim Davidsen, Jónhilda og Gulak syngja. Leygardagin kl. 19 Regin Høgnesen talar, bólkurin Miktam syngur. Innsavnan Sunnudagin kl. 18 talar Regin Olsen, Meinigheitskórið syngur. Innsavnan. Bønarmøti er 1/2 tíma undan hvørjum møti. Aftaná møtini er kaffi og te. Øll eru hjar- taliga vælkomin. Gøta Ungdómsmøti verður í kirkju- kjallaranum leygarkvøldið kl. 20 v/ Finn Johannesen úr Klaksvík. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónsvika í Funnings- firði 4.-6. mars 2005 Leygardagin kl. 20 talar Ámundur Berthelsen og menn av Strondum syngja. Savnað verður inn til Heimamissión- ina. Sunnudagin kl. 18 Familju- møti saman við sunnudags- skúlanum. Uni Næs talar. Aftaná hvørt møti verður høvi at fáa ein drekkamunn. Øll eru vælkomin. Thabor, Fuglafjørður Ungdómsmøti verður leygar- kvøldið kl. 21. Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti. Vikuskiftið í Nesvík – Felagið Agape Leygardag: kl. 19.30 Guds umsorgan í mótgangstíðum, kl. 14 Guds umsorgan gjørdi mun: Um Asaf, kl. 16.30 Guds umsorgan til og gjøgnum felagsskapin, kl. 20 Um felagið Agape. Filmurin »Stengrunden«. Sunnudag kl. 10: Fylgjurnar av Guds umsorgan: Elska lívið. Til ber at kom til teir einstøku tímarnar. Sjómanskvinnuringurin í Runavík kemur saman heima hjá Annu Jakobsen, Glyvrar, mána- kvøldið kl. 19.30. Allar kvinnur eru vælkomnar. Missiónshúsið á Glyvrum Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti v/ Simony Knudsen og Glyvra Steingjakór luttaka við sangi og vitnisburði. Innsavnan til húsið. Meinigheitshúsið á Skála Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu- dagsskúli og kl. 19 Møti við Jógvan Højgaard, evnið: Tungutala. Innsamling til húsið. Aftaná verður drekka og hugnalig samvera. Tabor, Toftir Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20, evnið verður Jeramia v/ Alfred Olsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mizpa, Eiði Fundarrøð 3.-6. mars: Talarar: Poul Færø, Eyfinn Reyðberg og Arni Simonsen, hós-, fríggja- og leygarkvøld kl. 20. Sunnukvøldið kl. 18 Evnið: Heilagi Andin í lívi hins trúgvandi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Karmel, Eiði Sunnukvøldið kl. 19 Møti v/ Jóhan Henriksen. Missiónsvika í Æðuvík 4.-6. mars við hesum møtum og talarum: Leygarkvøldið kl. 20 Møti við Hans Paula Højgaard og Magnus Højgaard. Sunnudagin kl. 11 Gudstæn- asta við Jógvan Fríðriksson og kl. 19 Møti við John Myllhamar og Emil Hansen. Samkoman Lívsins Orð Saltangará Sunnudagin kl. 17 Møti við Dánjal á Dul Jaocbsen, Essa Jacobsen syngur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Leygardagin 12. mars kl. 16.00 giftast í Christianskirkjuni Berlina Sólsker og Tummas Martin Anthoniussen, bæði úr Klaksvík. Veitsla fyri innbodnum verður í Skálanum. Leygardagin 12. mars giftast á ráðhúsinum Svebølle Anja Winther úr Vági og Flemming Nielsen, Kvanløse. Brúdl. adr. Grevinge Kanalvej 27, 4571 Grevinge. Leygardagin 2. apríl kl. 16.00 giftast í Sands kirkju Sonja Tungá, Sandur og Jónsvein Thomsen, Skopun. Vælkomst verður í Samljóð í Skopun kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá á tlf. 361532, 580075, 320487 ella 361191 áðrenn 15. mars. BRÚDLEYP 22. mars hava hjúnini Sólmay og Heini Jón Jóhannesen, Leirvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin tann 23. mars kl. 19.00 í Bygdarhúsinum í Leirvík. Tey, ið ynskja at gleða silvurbrúðarparið, verða biðin um at siga frá, innan 15. mars á tlf. 443210 ella 213155. SILVURBRÚDLEYP EITT LJÓS Á GØTU MÍNI Okkum tørvar meira enn breyð "Hvar skulu vit keypa breyð, so at hesi kunnu fáa nakað at eta?" (Jóhs. 6,5) Hetta er ein spurningur frá Jesusi, settur til ein av lærusvein- unum. Vit kunnu vera tøkksom fyri henda spurning-in. Hann vísir, at Jesus av sonnum hevur áhuga í tí, vit vanliga kalla sosialar spurningar. Og at Hann vil, at lærusveinar Hansara skulu hugsa um tað. Tað var ein øgiliga stór rúgva av menniskjum, sum hevði fylgt Honum, tá ið Hann tók seg aftur hinumegin vatnið. Nú vóru tey uppi á tí oydna háslættanum. Tað var vár, grasið og blómurnar vuksu so væl í líðunum, sum tað ger um várið í Palestina. Men fólk hevði ikki nakað at eta. Ein smádrongur var komin aftaná fyri at sleppa av við nøkur byggbreyð og tveir fiskar og fáa nøkur oyru fyri tað. Men tað munaði so lítið hjá so nógvum. Hetta var orsøkin til, at Jesus kom upp í leikin og gjørdi eitt stórt undur. Hann gjørdi nýtslu av skapanarmátti Guðs. Hann hevði hildið seg undan og ikki vilja brúkt henda mátt til gagns fyri seg sjálvan, tá ið Hann hungraði í oyðimørkini. Men nú gjørdi Hann tað – til gagns fyri øll hesi svongu menniskjuni. Ì grundini er tað eitt eins stórt undur, tá ið Guð letur »grasið grógva fram til kríatúrini og urtir til menniskjans tænastu«, og tá ið Hann soleiðis »letur bera breyð av jørðini«, sum tað eitur í 104. sálmi(14). Hetta undurið ger Guð á hvørjum ári fyri eygum okkara, og tí meta vit tað fyri heilt »nàtúrligt«. Men heldur ikki hetta vildi hent, um ikki Skaparin var við í leikinum. Fáur man hava yrkt betur um júst hetta enn størsta sálmaskald okkara, Mikkjal á Ryggi. Jesus mettaði teir fimm túsund menninar. Eingin kann væl undrast um, at teir vórðu hugtiknir. Her høvdu teir endiliga funnið ein oddamann, sum kundi greiða allar trupulleikar teirra. Teir vildu føra Hann burtur í sigurðsferð, við ella móti vilja Hansara, og gera Hann til einavaldsharra. Men tá tók Hann seg aftur. Tað var ikki tað, sum var setn- ingur Hansara í heiminum. Ikki »at loysa trupulleikar heimsins við at útvega alt, hvat ið vit menniskju kunnu treingja til fyri at eta okkum mett og stilla tann tørv, vit annars hava. Tann »loysnin« loysir nevniliga ikki teir veruligu trupulleikarnar. Teir stinga nógv djúpri. Teir hanga saman við einum óndum, sjálvshevjandi vilja, sum elvir til nýggjar ósemjur og líðingar, hvussu nógv ið vit enn útvega okkum av materiellum ríkidømi. Trupulleikarnir og ósemjurnar økjast tvørturímóti í takt við ríkidømið. Tað gevur okkum ikki rætt til at gevast og setast hendur í favn mótvegis neyð og órættvísi. Tað, tú kannst rætta uppá, skalt tú rætta uppá. Ein kristin hevur eina ábyrgd bæði í samfelagnum og í politikki. Tað ræður um at halda upp á bæði rættvísi og miskunnsemi so langt, sum tað er møguligt á hesi jørð. Og út um tað, sum samfelagið kann gera, hevur samkoman, kirkjan, sína serligu ábyrgd við síni diakoni og sínum hjálparvirksemi. Men tað, sum kirkjan ikki má verða, er júst tað, sum fólkið vildi, at Jesus skuldi vera: Ein ígongdsetari av einari jarðiskari vælferðarskrá. Tað, sum Kristus hevur givið, kannst tú ikki taka ímóti, so leingi sum tú fyrst og fremst hugsar um at ansa eftir tínum rætti og fáa mest møguligt burtur úr hesum lívi. Teir sosialu spurningarnir er týdningarmiklir. Men tað finnast spurningar, sum eru uppaftur týdningarmiklari. Letur tú teir liggja, so fert tú skeivur – ofta longu í hesum lívinum og púra víst í ævinleikanum. Men loysir tú teir, so fer eisini alt hitt at laga seg. Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur TILTØK