leygardagur 5. mars 2005síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
List, gomul minni og
familja vóru í hásæti,
tá framsýning við
verkum eftir Eyvind
Dalsgaard læt upp
FRAMSÝNING
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Myndir: Elin og Heri
á Rógvi
Dalsgaard slagið er ser-
merkt fólkaslag. Ein stórur
partur av familjuni býr í
dag aðrastaðni enn í Skála-
vík, men lyndi og sermerk-
ini síggjast tó aftur. Leygar-
dagin læt framsýning eftir
Eyvind Dalsgaard upp í
Smiðjuni í Lítluvík, har
Dalsgaard kundi seta sína
dám á. Og tað var ikki uttan
orsøk.
Í 1952 doyði Eyvind
Dalsgaard. Eitt spennandi
fyribrigdi í føroysku lista-
søguni. Hann gjørdist bert
47 ára gamal, men hansara
listaverk liva eftir. Hann
vaks upp millum átta brøð-
ur í Skálavík, men flutti
seinni til Danmarkar í
lestrarørindum og síðani til
Havnar við konu sínari
Sigrid, sum hann fekk trý
børn saman við.
Eyvind var fjøllbroyttur
listamaður. Á framsýning-
ini eru bæði tekningar,
bringumyndir og smærri
listaverk.
Sunneva
Dalsgaard,
dóttir Eyvind, hevur tikið
stig til framsýningina. Tað
var ein ógvuliga glað og
væl nøgd Sunneva, sum
kundi bjóða fólkum væl-
komnum leygardagin.
Framsýningin hevur opið
hvønn dag frá kl. 14 til 18 í
Smiðjuni í Lítluvík.
54
Nr. 45 - 5. mars 2005
Fólk frøast um Eyvind
Listaverkið úr Royðugrótið hevur staðið alla sína tíð í
garðinum á Mølini í Skálavík. Tíðin hevur slitið listaverkið
nakað
Eyvind Dalsgaard var fjøllbroyttur listamaðr
Ein Valdemar og annar. Abbasonurin við síðuna av
bringumyndina av Valdemar Lútzen, sum Eyvind Dalsgaard
hevur gjørt
Sunneva Dalsgaard, dóttir
Eyvind og fyriskipari av
framsýningini, saman við
nøkrum av
systkinabørnum sínum.
Eyvind Dalsgaard átti
átta brøður