Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mars 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 46 - 8. mars 2005 Sigld verður av Søld- arfirði um Vág og haðani til Hirtshals, har skipið kemur tíðliga fríggjamorg- un. Úr Hirtshals stevnir skipið heim- aftur til Føroya SIGLING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nýggja farmaskipið hjá gøtumonnum, Nordland, er nú komið til landið. Tað er eitt dóttirfelag hjá P/F Hera Thomsen í Gøtu, sum kallast Nor-link, sum eigur skipið. Í dag, týsdagin millum klokkan 13 og 15, verður móttøka í Søldarfirði, har høvið verður hjá fólki at síggja skipið og nýggja goymslubygningin hjá P/F Hera Thomsen, sum stend- ur á havnalagnum í Søldar- firði. Longu klokkan 20 í kvøld fer Nordland í sigl- ing millum Føroyar og Danmark. Sigld verður av Søldar- firði um Vág og haðani til Hirtshals, har skipið kemur tíðliga fríggjamorgunin. Úr Hirtshals stevnir skip- ið heimaftur til Føroya. Í sambandi við, at felagið nú fer undir regluliga sigl- ing, hevur Norlink latið upp skrivstovu í Vágsbotni í Havn. Plattar og bingjur Farmaskipið, Nordland, er bygt í Noregi í 1976 og er longt í 1982. Skipið er 87 metrar langt og 14,5 metrar breitt. Tað lastar stívliga 1700 tons. Nordland hevur síðuport- ur og tekur einar 2000 plattar og 32 bingjur. Høvuðsmaskinan er ein B&W Alpha 3432 hk., og ferðin liggur um stívliga 14 míl. Farmaskipið Nordland komið til landið Tórhallur Thomsen, stjóri hjá P/F Hera Thomsen í Gøtu, tekur ímóti nýggja farmaskipinum Nor-link, tá tað kom á Gøtu mánamorgunin Mynd: Jonhard Hammer