mikudagur 9. mars 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 47 - 9. mars 2005
Klárt er nú at bjóða
timbur- og snikk-
araarbeiðið við
nýggja dagstovnin í
Sørvági út. Tilboð-
ini skulu verða inni
um ein mána
ÚTBJÓÐING
Edvard Joensen
Sørvági: Biðið verður
nú um tilboð upp á
timbur- og snikkaraar-
beiðið í samband við
nýggja
dagstovnin
í
Sørvági.
Jørð- og betong ar-
beiðið er gjørt í vetur.
Alt arbeiðið við út-
grevstri og kloakkering
varð gjørt av Kristiani
Olsen í Sørvági.
Síðan er stoypiarbeið-
ið og asfaltering av
økinum eisini gjørt. Tað
var Gutti Guttesen í Bø,
sum stóð fyri tí arbeið-
inum, sigur borgarstjór-
in í Sørvági, Jákup Suni
Lauritsen.
Borgarstjórin sigur, at
nýggi dagstovnurin er
ætlaður at hýsa gott 80
børnum í fyrsta umfari,
men at møguleiki er fyri
at víðka hann til at
kunna taka í móti 100
børnum.
Í nýggja dagstovnin-
um verða bæði vøggu-
stovu- og barnagarðs-
pláss, eins og ætlanin
eisini er, at frítíðarskúlin
skal húsast undir sama
taki.
Í Sørvági er í dag,
umframt vøggustovuna
og barnagarðin í Sýsl-
uni, sum eru gomlu
sýslumanshúsini í Sør-
vági, eisini ein dagrøkt-
arskipan, sum verður
niðurløgd,
tá
nýggi
stovnurin verður tikin í
brúk, sigur Jákup Suni
Lauritsen, borgarstjóri.
Timburarbeiðið
útboðið
Skipið hjá ríkisum-
boðnum, Thorshavn,
fær eina størri um-
væling á Tórshavnar
Skipasmiðju. Hjá
ríkisumboðnum
vænta tey, at umvæl-
ingin fer at kosta
góðar fýra milliónir
krónur
UMVÆLING
Edvard Joensen
Thorshavn verður rættiliga
uppstásað í hesum døgum.
Ein umvæling, sum vænt-
andi fer at kosta oman fyri
fýra milliónur krónur er í
gongd og skal ætlandi
verða liðug í juni.
Thorshavn er gamalt træ-
skip, sum er smíðað í 1941.
Hóast skipið hevur havt
hampiligar umstøður sum
so, er altíð okkurt at taka
hondina í. Slíkt sum plank-
ar, elkervið og okkurt ann-
að, ið skal gerast, sigur Dan
Knudsen, fulltrúi hjá ríkis-
umboðnum.
Tað er ikki soleiðis, at
klassi ella sýn hava kravt
hesar umvælingarnar, sum
nú verða gjørdar, sigur
hann. Hetta er vanligt við-
líkahald, sum eigarin held-
ur vera fyri neyðini.
Í hesum førinum snýr tað
seg um timburarbeiði, onk-
rar nýggjar elinnleggingar
og onkrar broytingar inn-
anborða, sigur hann. Onkur
hurð verður flutt niðriundir,
og okkurt tílíkt, sum mett
verður praktiskt. Einki
verður tó gjørt við maskin-
una, sum er ein B&W
Alpha frá 1949. Ein av hes-
um góðu, gomlu tungvekt-
arunum, sum bara gongur,
tá sett verður í gongd.
Tað hevur verið róð
framundir, at hetta verður
gjørt beint nú, tí kongalig
vitjan verður í summar, og
skipið skal brúkast í tí
sambandinum.
Men tað er ikki beinleiðis
orsøkin til umvælingina,
sigur Dan Knudsen. Hetta
skuldi gerast kortini.
Tað verða alt færri og
færri skipstimburmenn í
Føroyum. Teir eru fleiri í
eitt nú Danmark og Skot-
landi. Men kortini hevur
ríkisumboðið valt at um-
væla skipið í Føroyum.
Higar koma so ráðgevarar
av og á at hyggja at arbeið-
inum og vegleiða, sigur
Dan Knudsen, fulltrúi hjá
ríkisumboðnum, sum er
reiðarí hjá Thorshavn, sum
forsætismálaráðið í Keyp-
mannahavn eigur.
Millumbylgjusend-
arin hevur verið
sløktur síðan sunnu-
morgunin, og teir,
sum fiska undir
Føroyum, hoyra ikki
Útvarpið. Tað er
saknur í tí, siga teir
TØGN
Edvard Joensen
Í skrivandi stund, sum er
fyrrapart týsdag, hevur
millumbylgjusendarin hjá
Útvarpinum verið tigandi á
triðja samdøgurði. Tað ger,
at skipini undir Føroyum
ikki hoyra Útvarpið, og tað
sakna teir, sum eru umborð.
Sosialurin tosaði fyrra-
partin týsdagin við eitt
skip, sum lá og dró línu
suður úr Mykinesi. Haðani
varð sagt, at tað var bara
onkra hendinga ferð, tá
onkur fjørður var opin, at
eitt FM signal rakk teim-
um. Og tað er veruligur
saknur í hesum ikki at
hoyra Útvarpið, siga teir.
Tað er Føroya Tele, sum
umsitir sendararnar. Í hes-
um førinum millumbylgju-
sendaran, sum stendur í
Akrabyrgi.
Jens Julian Reinert, sum
starvast hjá Føroya Tele,
sigur, at teir hava ikki
funnið fram til, hvat tað er,
sum bagir sendaranum.
Leitað hevur verið eftir
brekinum síðan sunnudag-
in, men fyrrapartin týs-
dagin var framvegis einki
brek funnið.
Sendarin varð sløktur
leygarkvøldið sum vant, tá
sendingarnar hjá Útvarp-
inum vóru lidnar. Men tá
tendrast skuldi sunnumorg-
unin, fór hann ikki í gongd.
Tá Sosialurin tosaði við
Jens Julian Reinert týs-
dagin, visti hann als einki
um, nær nakað ljóð kundi
væntast úr aftur millum-
bylgjusendaranum.
Frjálslyndi
flokkurin
í
Íslandi hevði landsfund um
vikuskiftið. Á skránni var
fiskivinnupolitikkur, sum
er eitt av høvuðsmálum
floksins. 150 fólk vóru
møtt til fundin, sum varð
hildin í Reykjavík.
Jørgen
Niclasen
var
gestarøðari og greiddi frá
føroysku fiskidagaskipan-
ini. Fagnaðurin var so
stórur, at Jørgen Niclasen
fleiri ferð varð avbrotin á
fundinum av lógvabrestum.
Frjálslyndi
flokkurin
hevur sum mál at fáa skift
íslendsku kvotaskipanina
út við eina skipan, sum
hevur føroysku fiskidaga-
skipanina sum fyrimynd.
Um hetta evnið sigur
Jørgen Niclasen:
– Tað er ein stór og spen-
nandi avbjóðing at greiða
frá okkara skipan, serliga
nú tað gongur niður. Tað er
sera umráðandi fyri okkum,
at fiskidagaskipanin verður
viðurkend so víðað sum
møguligt.
– Vit eiga tí at leggja
størri dent á at kunna um-
heimin um okkara fiski-
dagaskipan, sigur hann.
Eisini konservativi flokk-
urin í Bretlandi ynskir
broytingar í ES-fiskivinnu-
politikkinum. Eisini hesin
flokkur hevur føroysku
fiskidagaskipanina til fyri-
mynd í síni valskrá til
bretska
parlamentsvalið,
sum verður í mai mánaði.
sb.
Jørgin stórliga fagnaður í Reykjavík
Sørvágs Kommuna
er í ferð við at gera
klárt til fleiri nýggj
sethús í bygdini
ÚTSTYKKING
Eftirspurningurin eftir
grundstykkjum er vaks-
andi
í
Sørvági,
og
kommunan fer nú undir
eina nýggja útstykking.
Uppi við Mýravegin
við síðuna av nýggja
dagstovninum verður nú
gjørt klárt til eina út-
stykking við einum 15 -
20 grundstykkjum, sigur
Jákup Suni Lauritsen,
borgarstjóri í Sørvági.
Hann sigur, at arbeið-
ið upp á at gera tey
fyrstu 10 grundstykkini
byggibúgvin fer í gongd
nú beinanveg.
ej
Nýggj útstykking
í Sørvági
Arkitekturin og borgarstjórin hyggja at grundini, sum
dagstovnurin í Sørvági nú skal byggjast omaná
Mynd - Erik Davidsen
Umvæling fyri milliónir
Thorshavn fær eina størri umvæling, sum væntandi fer at kosta meira enn fýra milliónir
Mynd: Jens Kristian Vang
Skipsmenninir sakna Útvarpið
Týsdagin lá millumbylgju-
sendarin hjá Útvarpinum
tigandi á triðja samdøgurði