mikudagur 9. mars 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 9. mars 2005
5
Leygardagin var mót-
tøka á nýggju deildini
hjá Fonn Flog í Salt-
angará. Nógv fólk
nýttu høvið at støkka
inn á gólvið og heilsa
nýggju eigarunum og
tess starvsfólkum í
snotuligu hølunum,
sum felagið hevur sett
í stand
FONN FLOG
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fonn Flog, sum seinastu 12
árini hevur havt ferðaskriv-
stovu í Klaksvík, keypti
fyrr í ár ferðaskrivstovuna,
Novena Tours í Saltangará.
Seinastu tíðina hevur verið
arbeitt við at seta hølini í
Saltangará í stand, og leyg-
ardagin bjóðaði Fonn Flog
so til almenna móttøku á
nýggju deildini, sum annars
læt upp, mánadagin, 7.
mars.
Í sambandi við móttøk-
una var høvið hjá teimum
vitjandi at vinna eitt gávu-
bræv frá Atlantic Airways
og Fonn Flog, sum var upp
á tveir ferðaseðlar millum
Føroya og Keypmanna-
havn.
Fólk, sum stukku inn á
gólvið hendan dagin, sluppu
at gita, hvussu nógvir
tennisbóltar vóru í einum
posa. Eingin gitti rætta talið,
men eini trý fólk gittu, at
225 bóltar vóru í posanum.
Rætta talið var 228. Luta-
kast var millum tey, sum
gittu nærmast, og úrslitið
varð, at Jónleif Petersen
vann ferðaseðlarnar.
Veksandi virksemi
Síðan Leivur Fonn fór
undir ferðaskrivstovu í
Klaksvík fyri 12 árum síð-
an, er talið av viðskiftafólki
kring alt landið vaksið.
– Tá ið so møguleikin
beyðst at keypa Novena
Tours, sóu vit hetta sum eitt
sera gott høvi at koma
nærri viðskiftafólkunum í
Eysturoy og á meginøkin-
um, sigur stjórin og eigarin,
Leivur Fonn, sum saman
við konuni, Áslu, dóttrini
Steinvør og øðrum góðum
starvsfólkum reka virk-
semið hjá felagnum.
Tað verður Erla Weihe
Johannesen, sum burtur av
kemur at arbeiða á ferða-
skrivstovuni hjá Fonn Flog
í Saltangará, men í byrjan-
ini fær hon hjálp úr
Klaksvík.
Fonn Flog:
Ferðaskriv-
stovu í
Saltangará
Her stendur Erla Weihe
Johannesen, sum burtur av
kemur at arbeiða hjá Fonn
Flog í Saltangará, ímillum
hjúnini, Áslu og Leiv. Erla
hevur áður arbeitt hjá
Novena Tours
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tey, sum starvast hjá Fonn Flog eru, fv.:
Leivur Fonn, Ásla Fonn, Sunnvá Berg
Jacobsen, Steinvør Fonn, Erla Weihe
Johannesen, Sunniva Østerø, Hildigunn
Mortensen og Henny Gerðalíð
Mynd: Vilmund Jacobsen
Leygardagin kom-
andi er ein fjórðings-
øld liðin, síðan Før-
oya Náttúru- og Um-
hvørvisverndarfelag
(FNU) varð stovnað. Í
hesum sambandi
skipar felagið fyri
stórum almennum
fundartiltaki í Lær-
araskúlahøllini
TILTAK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á grækarismessu í ár eru
liðin 25 ár, síðan Føroya
Náttúru-og
Umhvørvis-
verndarfelag (FNU) varð
stovnað í Kirkjubø.
Dagurin fer ikki aftur við
borðinum uttan, at gjørt
verður burtur úr honum.
Leygardagin, 12. mars
klokkan 17, fer felagið
nevniliga at skipa fyri stór-
um tiltaki í Læraraskúla-
høllini – við fyrilestrum,
pallborðsfundi, tónleiki og
drekkamunni.
Tað verður formaðurin í
FNU, Erling Simonsen,
sum fer at bjóða vælkomin,
og síðan fer Hanus Vang at
siga eitt sindur um søgu
felagsins.
Síðan verða fleiri áhuga-
verdir fyrilestrar á skránni,
sum eitt nú fara at snúgva
seg um orku, búskap, ar-
beiðsumhvørvi, framtíðar-
ætlanir og náttúruvernd.
Eftir fyrilestrarnar, verð-
ur pallborðsorðaskifti við
fleiri áhugaverdum luttak-
arum – bæði politikarum
og vinnulívsfólki.
Tað verður Jógvan Arge,
útvarpsmaður, sum kemur
at stjórna almenna fundin-
um hjá Føroya Náttúru-og
Umhvørvisverndarfelag.
Føroya Náttúru-og Umhvørvisverndarfelag:
Stórt tiltak á 25 ára stovningardegnum
Eyðun Lauritsen, nevndar-
limur og Erling Simonsen,
formaður, sita og tilrætta-
leggja 25 ára stovningar-
dagin
Mynd: Vilmund Jacobsen