Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 47 - 9. mars 2005 Bæði lønir og starvsfólk eru fallin í botn Síggja svart upp á framtíðina Lønarútgjaldingarnar hjá teimum størstu framleiðsluvirkjunu m í syðru helvt í Suð- uroy fullu 76 % upp á tvey ár og starvsfólka- talið fall 81 % VINNULÍV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo At vinnan í Suðuroyar syðru helvt hevur verið fyri stórum bakkasti, vita øll. Kortini eru tað helst tey fægstu, sum veruliga geva sær far um, hvussu stór aft- urgongdin í veruleikanum hevur verið. Men ein ein nýggj kann- ing, sum Vinnuráðið í Vági hevur gjørt, vísir skilliga, hvussu grefflig aftur- gongdin hjá vinnulívinum í Suðuroyar syðru helvt hevur verið. Kanningin vísur, at frá 2002 til 2004 fullu lønarút- gjaldingarnar hjá 11 teim- um størstu framleiðslu- virkjunum í syðru helvt í Suðuroy heili 75,38 %. Í 2002 rindaðu hesi 11 virkini ikki færri enn 66,2 milliónir krónur út í lønum, men í 2004 vóru lønirnar falnar heilt niður á 16,3 milliónir. Í hesum sam tíðarskeiði fall starvsfólkatalið heili 80,70%. Í 2002 arbeiddu tilsamans 373 fólk á hesum 11 virkj- unum, men í 2004 vóru bara 72 arbeiðspláss eftir. Samstundis vísir yvir- litið, at tað er bara eitt tað einasta virki, sum hevur økt starvsfólkatalið í hesum tíðarskeiði. Men tað er eitt av teimum lítlu virkunum, sum hevði átta fólk í starvi í 2002, men hevði eitt fólk fólk afturat í arbeiði í 2004, so at starvsfólkatalið tá var komið upp á níggju. So tað ger ongan mun í tí stóru heildini. Leggjast kann afturar, at síðani kanningin varð gjørd, eru onkur virki aftur- at meststum steðgað, eitt nú Injector Doors, sum stend- ur skrásett at hava 22 fólk í arbeiði í 2004, men har er næstan ongin eftir. Vánalig útlit Og Vinnuráðið metir, at útlitini fyri vinnuni í Suður- oyar syðru helvt, eru ikki góð. – Í kreppuni í 90-árunum var størsta arbeiðsloysið í landinum júst í Suðuroyar syðru helvt og útlit eru til, at henda støðan nú kann fara at endurtaka seg, og møguliga gerast enn verri enn í 90-árunum. Hetta byggir Vinnuráðið á, at alivinnan í Suðuroy er munandi skerd og á Lemmavirkinum er virk- semið munandi skert. Sam- stundis eru fiskiførini al- samt færri í tali. Harafturat eru fiskavirk- ini sera illa fyri og fleiri eru longu farin av knóranum. Og tá ið alt annað svíkur, verður eisini afturgongd í privatu tænastuvinnuni – Tað er trupult at siga hvussu nógv størv eru í vanda at fara fyri skeyti í Suðuroyar syðru helvt. Men nevnast kann, at bara í alivinnuni vóru meir enn 200 arbeiðspláss tá mest var at gera. Nú er talið umleið 45. Lemmavirkið hevði uml. 27 starvsfólk. Tveir rækju- trolarar hava vit mist úr økinum, við hesum vóru uml. 40 mans. Tveir partrol- arar hava vit eisini mist og við hesum vóru uml. 15 mans. Fiskavirkini høvdu uml. 70 fólk til arbeiðis, tá mest var at gera, nú eru tey flestu stongd. Við størru fiskifør- unum eru uml. 40 mans íalt. Hetta gevur íalt uml. 400 arbeiðspláss, ið øll annað- hvørt eru meir ella minni í vanda fyri at hvørva, ella longu eru horvin, og útlitini eru ikki góð, um ikki eitthvørt munagott verður gjørt sum skjótast. Sostatt er vandin nógv størri nú enn hann var í kreppuni í nítiárunum, sig- ur Vinnuráðið í Vági. – Undir øllum kreppuár- unum var sjógvaling í øk- inum, sláturvirki var eisini, umframt roykivirki og smoltstøðir. Tilsamans ar- beiddu 60-70 fólk í alingini í kreppuárunum í nítiárum. Tá vóru eisini nógv fleiri skip enn nú og síðani kreppuna hava einir 50 fiskimenn mist kansin. Samanumtikið eru eini 100 størv færri í fram- leiðsluvinnuni nú, enn tað vóru undir kreppuni í 90- árunum, og einki annað er komið í staðin. Ein kanning hjá Vinnuráðnum í Vági vísir, at tað var bara eitt einasta virki sum helt, at framtíðarút- litini vóru góð. Tað virkið er síðani aft- urlatið KREPPA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tey, sum fáast við vinnulív í syðru helvt í Suðuroy, síggja ikki serliga ljóst upp á framtíðina. Tað sæst í eini lýsing, sum Vinnuráðið í Vági hevur gjørt av vinnulívin- um í syðru helvt í Suðuroy. Í eini nýggjari frágreið- ing, sum Vinnuráðið hevur gjørt, hevur tað spurt 11 av teimum størstu fram- leiðsluvirkini í syðru helvt í Suðuroy, hvussu tey meta at framtíðarútlitini eru. Av teim 11 virkjunum, ið vóru við í kanningini, var tað bara eitt, ið metti at útlitini vóru góð. Men hetta virkið er síðani stongt! Og tað var bara eitt annað virki, sum helt, at fram- tíðarútlitini vóru sámulig. Hinvegin mettu fimm virki, at framtíðarútlitini vóru ivasom og fýra mettu, at tey vóru beinleiðis døpur. Flutningur er ein høvuðstrupulleiki Virkini vórðu eisini spurd um, hvat tey mettu, at høv- uðstrupulleikin er. Tey flestu halda, at trup- ulleikarnir eru fleiri. Men átta virki halda, at flutn- ingskostnaðurin er ein av størstu trupulleikunum og sjey virki halda, at trotið á vágafúsum peningi er ein høvuðstrupulleiki. Fimm virki halda, at fíggingar- møguleikarnir eru ein stórur trupulleiki við tað peningatovnarnir krevja størri trygd fyri at fíggja virksemið í Suðuroy. Og so vóru tað fýra virki, sum hildu, at marknaðarprísurin er ein høvuðstrupulleiki. Men hann er tað ikki lætt at gera nakað við. Ein onnur kanning, sum umfatar 16 virki í syðru helvt í Suðuroy, vísir, at umframt flutningskostnað- in, er annaðhvørt virkið eis- ini ónøgt við flutnings- møguleikarnar. Harafturat eru tveir trið- ingar av virkjunum ónøgd við tær privatu tænasturnar, sum eru í økinum. Tað, sum tey sakna mest, eru Maskinverkstaðir, tekn- iskar verkstaðir og teldu- tænastur. Hinvegin eru næstan øll virkini ónøgd við tær almennu tænasturnar, sum eru í Suðuroyar syðru helvt. Og har er størsti saknurin í eini toll- og skattstovu. Hon varð í Vági á sinni, men varð fyri nøkrum árum síðani flutt á Tvøroyri. Men annars halda tey, at tað hevði verið brúk fyri, at Strandferðslan fekk eina farmaavgreiðslu og so heldur triðja hvørt virkið eisini, at brúk er fyri eini ALS- skrivstovu í Suðuroy. Neyðugt við fleiri broytingum Kanningin vísur, at tey flestu virkini eru samd um, at okkurt má gerast við flutningskostnaðin, so at tey vera verri fyri enn virki aðrastaðni í landinum Ì hesum sambandi tey skjóta upp, at flutnings- kostnaðurin hjá øllum vinnugreinum má lækkast so at hann svarar til veru- liga kostnaðin. Tey halda eisini, at farmagjaldið hjá Strandferðsluni má lækk- ast, fyri at flutningur til og úr Suðuroy ikki skal vera dýrari enn aðrastaðni í landinum. Og so halda tey eisini, at øll avgjøld í útjað- aranum skulu lækkast, eins og tað er gjørt í Noregi. Somuleiðis eru flestu virkini samd um, at tað er trupult at útvega vágafúsan pening. Fyri at hjálpa uppá hetta, skjóta tey upp at gera eina "Sandoyarætlan" fyri Suð- uroyar syðru helvt og at stovna ein grunn við al- mennum peningi, ið skal virka eins og "Føroya- grunnurin" í Norðuroyggj- um. Virkini halda eisini, at ein partur av tí peningi, sum verða goldnar ov nógv norður um fjørð fyri al- mennar tænastur, o.s.fr. eiga at verða afturrindaður í serstakan grunn fyri syðru helvt í Suðuroy. Umframt at veita eginpening til burð- ardyggar verkætlanir, skal hesin grunnur eisini stuðla á annan hátt, eitt nú við at veita flutningsstuðul. Onnur uppskot eru at stovna ein grunn, sum tann íslendska "Bygdarstovnin", ið bert fíggjar vinnulívið uttanfyri meginøkið. Sam- stundis eigur at verða roynt at fáa skip og fiskiloyvi til økið, eins og vinnan í nógv størri mun enn nú eigur at samstarvar um at gera eina langtíðarætlan fyri økið. MYND AV LAKSAVIRKINUM: Laksavirkið í Vági var eitt virki sum birti nýggja vón, men eisini tað fór fyri bakka