Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 9. mars 2005 7 Leygardagin verður stuðulskonsert fyri tað arbeiðið, sum Frelsunarherurin ger fyri tey heimleysu í Føroyum HJÁLPARARBEIÐIÐ Snorri Brend Strendur: Hóast tey ikki rópa so hart upp um tað, so er eingin ivi um virðið í tí arbeiðinum, sum Frelsunar- herurin ger her á landi. Eitt av hesum arbeiðum er millum tey heimleysu á Havnargøtum, sum ikki eiga eina ordiliga song at leggja seg til hvíldar í, tá dagurin er lokin. Hesa støðuna hevur Frel- sunarherurin tikið til sín, og hevur í mong ár rikið eitt stórt hjálpararbeiði, m.a. út frá »Herberginum« mið- skeiðis í Havnini. Til eitt slíkt arbeiði krevst sjálvandi peningur. Og nú leygarkvøldið fáa strandingar og onnur fólk høvi at geva sítt íkast til hetta arbeiðið. Tá verður nevniliga skipað fyri eini stuðulskonsert við fólki, sum eisini eru kend fyri annað enn sang, m.a. løg- tingsmaðurin Torbjørn Jacobsen. Óskerdur peningur Fyrireikararnir til hetta tiltakið hava fingið Bygd- arhúsið á Strondum til konsertina leygarkvøldið, sum byrjar kl. 20. Tey hava sjálvandi eisini fingið fimm bólkar og ein- staklingar at luttaka við konsertina. Umframt Tobba fara eisini Lív Hansen og Kenneth Hansen at luttaka, og Knút Háberg Eysturstein, sum í fjør gav út eina fløgu, sum fekk góð ummæli. Ungdómsbólkurin hjá Frelsunarherinum fer eisini at luttaka, umframt tríggir mans við navninum Súni, Hanus og Ingolf. Á konsertini verður eisini kaffi og køkur at fáa. Og lagt verður aftrat, at allur tann innkomni peningurin fer óskerdur til hjálpar- arbeiðið fyri tey heimleysu. Vegdagføringin gongur framá Streymnes: Arbeiðið við at dagføra vega- strekkið millum Streym- nes og Brúnna um Streymin gongur alsamt framá. Talan er um eitt 2,2 km. langt strekki, ið skal dagførast. Ætlanin er eisini at dimensjonera svingið sunnanfyri brúnna Streymoyarveg- in, soleiðis at til ber at koyra við 80 km/t. uttan trupulleikar. Teir hava higartil griv- ið av og grovplanerað tann størra partin av vegastrekkinum. Einki verður sagt um, nær ar- beiðið verður liðugt, men kostnaðurin er mettur til 1 mió. kr. sb. Bill fagnar tjøldrunum Runavík: Eins og so manga aðrastaðni verður eisini skipað fyri græka- rismessuhaldi í Runavík leygardagin. Haldið verður á Torg- inum og byrjar kl. 14. Løgtingsmaðurin, Bill Justinussen fer at halda røðu og hornorkestrið í sóknini spælir. Í sam- band við tiltakið fara skótarnir at ganga skrúð- gongu. sb. Vinnuøki til smærri fyritøkur Havn: Nú ber eisini til hjá smærri fyritøkum at ogna sær eitt vinnuøki í Tórshavnar kommunu. Tey vinnuøki, sum kommunan hesi seinastu árini hevur kunnað boðið áhugaðum vinnufyri- tøkum, hava verið rætti- liga stór. Nakrar 1000 fermetrar hvørt, og har- við ov kostnaðarmikil til smærri vinnufyritøkur. Nú fyrsta útstykkingin á Skarðshjalla er liðug, hevur býráðið gjørt av, at bjóða smærri virkjum og fyritøkum eitt 18.000 fermetra stórt øki, júst eftir tí tørvi, tey hava. Heðin Mortensen, borgarstjóri sigur, at kommunan hevur bæði umsóknir og fyrispurn- ingar um tílík vinnu- stykki liggjandi. – Tí verða hesi øki nú boðin út, so kommunan kemur at kenna veruliga tørvin. Tá kommunan hevur fingið umsóknirn- ar frá teimum, sum hava áhuga í einum tílíkum stykki, verða hesi lutaði í ynsktu støddirnar, sigur hann. sb. Felagið fyri Kirkju- ráðslimir hevði aðal- fund leygardagin. 10 ár eru liðin síðani felagið varð stovnað, og hesi árini hevur tað ment seg til ein týðandi part av kirkjuliga lands- lagnum KIRKJURÁÐ Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Trúboðin Argir: »Dugir hin siðiligi, nærlagdi, ólønti og kirkju- elskandi kirkjuráðslimurin ikki at handfara eina hugs- an, sum ikki er í trá við hansara egnu, uttan at fáa ta fatan, at her er talan um fíggindskap?« Soleiðis talaði Gunnvá Mortensen, sála av Argjum í apríl mánaði 1995 framm- anfyri stórari mannfjøld. Kallað varð saman til fund at fyrireika stovnan av landsfelagi fyri teir mongu kirkjuráðslimirnar í landin- um. Líkt varð til, at fólk tóku hesa vælorðaðu røðu henn- ara í álvara, tí stutt eftir varð felagið veruleiki, og kann nú hátíðarhalda at 10 ár eru liðin síðani stovnan- na. Leygardagin var aðal- fundurin hildin í Kirkju- og Missiónshúsinum á Argj- um. Her greiddi formaður- in, Edvin Joensen frá um virksemið í felagnum hetta seinasta árið. Umframt kirkjuráðslimir úr øllum landinum vóru eisini útlendskir gestir bodnir við á fundin, m.a. danin Kurt Johansen, sum greiddi frá teirri kristnu sjónvarpsrásini SAT-7, sum sendir sjónvarp til tann arabiska heimin 24 tímar um samdøgrið. Hækkaður kirkjuskattur Í ársfrágreiðing síni vísti Edvind Joensen á fleiri mál, sum høvdu verið til umrøðu í felagnum síðani aðalfundin í fjør. Eitt av hesum mál var lógararbeiðið í sambandi við yvirtøkuna av fólka- kirkjuni. Her hevur ein fylgibólkur verið á tveim- um fundum við nevndina, sum ger hetta lógar- arbeiðið. Eitt mál í hesum sam- bandi var ásetingin av kirkjuskattinum. Felagið vísti á, at trupult var hjá kirkjuni at liva við verandi hámarki fyri kirkjuskattin, og ynskti felagið tí at hetta varð hækkað. Eftir fleiri viðgerðir og fundir, eisini við táverandi danska kirkjumálaráðharr- an, Tove Fergo eydnaðist tað at fáa í lag eina konga- liga fyriskipan við hesum. Henda fyriskipan kom í gildi á nýggjárinum, og tí er hámarkið fyri kirkjuskattin nú sett til 0,4%. – Hetta gevur okkum 5 mió. kr. meiri í kirkjuskatti um árið, staðfesti Edvin Joensen. Hann metti eisini, at ein kundi liva við hesum, til tær nýggju lógirnar koma í gildi. Málgagn Eitt felag við so nógvum limum hevur eisini brúk fyri einum málgagni, sum limirnir kunnu kalla sítt egna. – Tað er ofta neyðygt at skifta orð um mál av felags áhuga. Mong aftra seg at brúka almennu fjølmiðlarn- ar at viðgera mál, ið tey meta sum innanhýsis. Tí verður orðaskiftið ikki altíð tað, sum tað átti at verið, sigur Edvin. Fyrr kom út eitt blað við heitinum »Kirkjutíðindi"«, men tað eru longu fleiri ár síðani at tað kom út seinast. Nú hevur felagið, saman við Prestafelagnum tikið stig til at fáa blaðið útaftur. Ætlanin er, at Kirkjutíðindi skal vera málgagn hjá fólkakirkjuni, og skal nýtast til orðaskifti og upp- lýsing um kirkjulig viður- skifti. – Vit meta, at felagið hesi 10 árini hevur ment seg til ein sjálvsagdan og týðandi part av kirkjuliga lands- lagnum í Føroyum. Og tí er tað ein gleði fyri okkum, nú blaðið er komið út aftur. – Okkara vón er, at blað- ið kemur at vera tí kirkju- liga arbeiðinum at gagni, sigur Edvin Joensen, og hann upplýsir, at ætlanin er at fáablaðið út fýra ferðir um árið. – Vit eru ein sjálvsagdur partur av kirkjuni Tobbi stuðlar teimum heimleysu Felagið fyri Kirkjuráðslimir hevur hesi 10 árini ment seg til ein sjálvsagdan og týðandi part av kirkjuliga landslagnum í Føroyum, sigur Edvin Joensen, formaður í felagnum Á fundinum vóru eisini bodnir gestir úr Danmark – í miðjuni Kurt Johansen, sum íðin greiddi frá kristnu sjónvarpsrásini SAT-7, sum sendir til arabiska heimin alt samdøgrið