Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 47 - 9. mars 2005 UTTAN ÚR HEIMI Danir hægstu løn í Evropa Ein kanning av lønarviðurskiftunum í 48 londum vísir, at lønarlagið er ongastaðni so høgt sum í Danmark. Donsku lønirnar eru eisini hægri enn í øllum hinum ES- londunum, men ikki nógv hægri enn í Noregi og Sveits. Tað høga lønarlagið í Danmark hevur havt við sær, at nógvar danskar fyritøkur hava flutt partar av sínum virk- semi til lond, har lønirnar eru lægri. Bara ta seinastu vikuna hava tríggjar fyritøkur boðað frá, at tær flyta ein part av virkseminum til Slovakia og Spania. Aðrar fyritøkur hava sagt, at tær umhugsa at gera tað sama. Danir kunnu kanska ugga seg við, at lønarlagið í hinum londunum er á veg uppeftir, skrivar Politiken. Sum dømi um gongdina verður víst á, at tey seinastu fýra árini er danska tímalønin hækkað 18 prosent, með- an tímalønin í Rumenia er hækkað 115 prosent í sama tíðarskeiði. Bleiv helst skotið niður Bretsku hernaðarmyndugleikarnir siga, at eitt bretskt flutningsflogfar, sum datt niður í Irak tann 30. januar, varð eftir øllum at døma skotið niður. Tíggju bretskir hermenn vóru í flogfarinum, og allir doyðu. Upprunaliga sýttu bretar fyri at viðurkenna, at ir- akskir uppreistrarmenn høvdu skotið floggfarið niður, og bæði bretar og amerikanarar hildu uppá, at upp- reistrarmenninir hava ikki vápn, sum kunnu skjóta flogfør niður. Tá arabiska sjónvarpsstøðin vísti myndir, sum tóktust prógva, at tvær rakettir raktu flogfarið, vístu bretar hesum aftur. Men sambært blaðnum The Independent er ein kanningarnevnd hjá verjumálaráðnum í London komin til eina aðra niðurstøðu. Nevndin sigur, at flogfarið varð eftir øllum at døma skotið niður, og at uppreistrar- menninir helst skutu tað við einari ella fleiri nútímans rakettum. Tær gomlu, russisku SAM-rakettirnar, sum uppreistrarmenninir hava, eru ikki førar fyri at raka eitt flogfar, sum flýgur so høgt, sum Hercules-flutnings- flogførini gera, sigur nevndin. Shell rættar úrslit Í januar í fjør noyddist stóra oljufelagið Shell at við- ganga, at felagið hevði ikki so nógva olju í sínum brunnum, sum tað fyrr hevði givið upp, og tað kostaði ovasta stjóranum, Phil Watts, starvið. Nú er aftur galið. Fyrradagin kunngjørdi amerik- anska børseftirlitið, at tey seinastu fýra árini hevur av- lopið hjá Shell ikki verið so stórt, sum felagið hevur givið upp. Í 2001 var tað veruliga avlopið slakar 300 milliónir krónur minni enn uppgivið, í 2002 var tað 400 milliónir krónur minni, og í 2003 var avlopið eina milliard krónur minni, enn Shell hevði givið upp. Talsmaðurin hjá høvuðsskrivstovuni hjá Shell í London, Simon Bueck, sigur, at nú eru tølini røtt, men norski oljumarknaðarserfrøðingurin Arnstein Wige- strand sigur við Aftenposten, at óskilið í roknskapinum hjá Shell fer at hava við sær, at tað fer at taka sína tíð, áðrenn íleggjarar aftur fáa álit á felagnum. 2004 tryggasta árið Í fjør doyðu 428 fólk í altjóða flogferðsluni, og tað er tað minsta talið nakrantíð. Altjóða loftferðslustovnurin IATA sigur í sínari ársfrágreiðing, at loftferðslan var 15 prosent størri í fjør enn í 2003, og at ferðafólkatalið við flogfeløgunum var 1,8 milliard. Vanlukkurnar vóru esini fleiri. Í fjør vóru tær 103 í tali ímóti 99 árið fyri. IATA sigur, at talið á flogvanlukkum er minkað støðugt síðani 1996, tá 1.418 fólk doyðu í flogvan- lukkum. Sum varauttanríkis- ráðharri hevur John Bolton ofta funnist at ST. Nú skal hann um- boða USA har USA Árni Joensen fartekst@mail.dk John Bolton er kendur sum ein tann mest høgravendi og hvassorðaði ráðharrin í stjórnini hjá George W. Bush, forseta. Fyri fýra ár- um síðani varð hann tilnevndur varauttanríkis- ráðharri við vápnahandli og altjóða trygd sum málsøkj- um, og tá ljóðaði, at tá- verandi uttanríkisráðharrin, Colin Powell, hevði mót- mælt tilnevningini. Sum varauttanríkisráð- harri hevur John Bolton ofta funnist at ST, og tað var hann, sum fyri trimum árum síðani skrivaði undir brævið, sum kunngjørdi, at USA tók seg burtur úr samstarvinum um altjóða krígsbrotsmannadómstólin ICC. Hann hevur eisini talað fyri, at ST eigur at virka fyri, at Taiwan fær al- tjóða viðurkenning sum sjálvsstøðugt ríki. Nú hevur Bush gjørt av, at John Bolton skal taka við starvinum sum amerik- anskur sendiharri í ST, og longu í gjár ljóðaði, at til- nevningin hevur fingið kaldliga móttøku ímillum ST-diplomatar. Amerikanska Senatið skal nú taka støðu til, um John Bolton er egnaður at taka við sum ST-sendiharri, men tað verður neyvan nakar trupulleiki, skrivar Reuter úr Washington. Ætlanin at stovna ein politiskan kvinnu- flokk í Svøríki hevur elvt til stúran í hinum flokkunum SVØRÍKI Árni Joensen fartekst@mail.dk Á altjóða kvinnudegnum í gjár bleiv fráboðað, at svenskar kvinnur arbeiða við at stovna ein politiskan kvinnuflokk, sum skal stilla upp til ríkisdagsvalið næsta ár. Á odda fyri ætlanini stendur Gudrun Schyman, sum er fyrrverandi formað- ur í tí sosialistiska Vinstra- flokkinum. Hon hevur ver- ið virkin í politikki í mong ár, men tey seinastu árini hevur hon verið ímyndin av royndunum hjá svenskum kvinnum at fáa javnbjóðis rættindi við menninar. – Vit hava kvinnufelags- skapir, og teir politisku flokkarnir viðgera eisini spurningar, sum kvinnur hava áhuga í, men royndir- nar vísa, at hetta er ikki nóg mikið, sigur Gudrun Schy- man. Sjálv hevur hon verið virkin á vinstravonginum, men kvinnuflokkurin verð- ur ikki vinstravendur, sigur hon. Hann skal umboða all- ar svenskar kvinnur og teirra trupuleikar. Eygleiðarar í Stockholm siga, at hinir flokkarnir eru alt annað enn fegnir um ætlanina at stovna ein kvinnuflokk. Tað er heldur ikki av ongum, tí kanningar hava eisini víst, at næstan 25 prosent av teimum svensku veljarunum kundu hugsað sær at atkvøtt fyri einum kvinnuflokki. Ræðast kvinnuflokk Teir politisku flokkarnir í Svøríki rista í brókunum, nú Gudrun Schyman ætlar at stovna ein kvinnuflokk Heykur skal umboða USA í ST ST-diplomatar eru alt annað enn fegnir um, at John Bolton verður nýggur ST- sendiharri