Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 9. mars 2005 9 ATR heldur páskir á Kambsdali Leygarkvøldið 19. mars verður stórur páskadansur í ítrótt- arhøllini á Kambsdali, har væl umtókti rock- bólkurin All That Rain fer at spæla. All That Rain hevur verið millum fremstu bólkarnar her á landi í fleiri ár, og teir gera nú aftur vart við seg í Prix Føroyar tónleikakapp- ingini. All That Rain er ein av bólkunum, sum er komin víðari til hálvfinaluna í Prix Føroyum, og áður hava teir verið í finaluni í kappingini. Manningin í All That Rain er broytt eitt sindur seinnu árini, men kjarnin í bólkin- um er tann sama. Jens Tummas Næss spælir bass, Henning Nico- demussen trummur og Hans Ravnsfjall gittar. Seinasta hálva árið hevur Rókur Jakobsen verið sangari í bólkin- um. Hann hevur áður lagt sína rødd til tón- leikin hjá bólkum sum Tangz og MC Hár. All That Rain spælir bæði sín egna rocktón- leik, og teir duga sanniliga eisini at tríva í kendar sangir hjá øðrum bólkum. Bussar koyra í sam- bandi við tiltakið. Stýrið fyri Nordisk Journalistcenter vrakaði áhaldandi tilboð frá Birgir Kruse um mekling í stríðnum teirra mill- um. Norðurlendska Ráðharraráðið kom síðani til ta niður- støðu, at tað ikki bar til at endurvinna álitið á Birgir Kruse sum leiðara fyri stovnin, og tí mátti hann sigast úr starvi UPPSØGN Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Stýrið fyri Nordisk Jour- nalistcenter (NJC) í Århus hevði mist alt álit á stjóran, og Norðurlendska Ráð- harraráðið helt, at tað bar ikki til at endurvinna álitið á Birgir Kruse sum leiðara fyri stovnin. Tí gjørdist niðurstøðan av einari fimm mánaðar langari hoyringsrundu, at stjórin fyri NJC skuldi sigast úr starvi. Hetta fekk Birgir Kruse at vita í einum ætlanar- skrivi í síðsta mánaði, sum nú er sett í verk. – Norðurlendska Ráð- harraráðið metir, at tað ber ikki til at endurskapa tað álit á teg sum leiðara fyri NJC, sum er neyðugt fyri at samstarvið millum teg og stýrið kemur at virka nóg væl, stóð at lesa í ætlanar- skrivinum til uppsagda stjóran á NJC. Vrakaðu uppskot um mekling Birgir Kruse og advokatur hansara, Majken Johansen, royndu fleiri ferðir at fáa semingsfundir í lag við stýrið fyri NJC, men tey áhaldandi tilboðini vóru øll vrakað. Stýrið fyri NJC vildi ikki hoyra talan um at mekla, tí stýrið hevði gjørt greitt, at tað hevði mist alt álit á stjóranum, og varð stjórin ikki sagdur úr starvinum, fór stýrið frá. – Norðurlendska Ráð- harraráðið hevur noterað sær, at tú saman við ad- vokati tínum fleiri ferðir hevur mælt stýrinum til, at manglandi álitið á teg kundi loysast við mekling, og Ráðharraráðið hevur eisini undir hoyringsrund- uni mælt til, at mekling varð roynd. – Men Ráðharraráðið er samt við stýrinum í, at mekling ikki hevði kunnað loyst trupulleikarnar við tí manglandi álitinum á teg sum leiðara av Nordisk Journalistcenter, stendur at lesa í ætlanarskrivinum frá Ráðharraráðnum. Eingin vegur aftur Bæði stýrið fyri NJC og Norðurlendska Ráðharra- ráðið komu til ta niður- støðu, at upplýsingarnar um leiðsluna hjá Birgir Kruse av NJC vóru ov tyngjandi til, at semings- fundir kundu loysa málið. – Vit gjørdu beinanvegin greitt, at vit høvdu mist álitið á stjóranum, tá ið Ríkisgrannskoðanin kom við sínari fyrstu frágreið- ing. Síðani er ein frágreið- ing gjørd afturat, sum styrkir okkum í okkara niðurstøðu, sigur Lars Helge Rasch, sum stýris- formaður fyri NJC. Tí varð eingin vegur aftur, og Birgir Kruse mátti sigast úr starvinum sum leiðari fyri NJC. Birgir Kruse hevur seks mánaðar uppsagnartíð, og hóast hann ikki hevur verið til arbeiðis á NJC í tíðini, meðan hoyringsrundan fór fram, fekk hann løn sum vanligt. Birgir Kruse vil fram- vegis ikki gera viðmerking- ar til málið. – Eg havi enn tagnar- skyldu og fái tí ikki gjørt viðmerkingar, sigur Birgir Kruse við Sosialin. – Sæð úti frá er tað eingin orsøk til, at vit ikki skulu hava álit á einari føroyskari til- búgving, sigur Ben Arabo, sum er stjóri fyri oljufelagið Amerada Hess í Før- oyum TILBÚGVING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Oljufeløgini, sum virka í føroyskum øki, hava gjørt sær sínar metingar av før- oysku tilbúgvingini, og tey hava álit á henni. Tað sigur Ben Arabo, sum er stjóri oljufelagið Amerada Hess í Føroyum og sum eisini er formaður fyri áhugafelagið Føroya Oljuídnaðarbólkur (FOIB). – Sæð úti frá er tað eingin orsøk til, at vit ikki skulu hava álit á einari føroyskari tilbúgving. Tá ið oljufeløg fara í eitt nýtt øki at ar- beiða, gera tey sær sína meting av tilbúgvingini, og í okkara parti av heiminum hava oljufeløgini álit á tí almennu tilbúgvingini – eisini tí føroysku, sigur Ben Arabo. Hava eisini egna tilbúgving Spurnartekin vóru annars sett við føroysku tilbúgv- ingina í farnu viku, tá ið tað kom fram, at sjóbjargingar- tyrlan bíðaði í Vágum í meira enn tveir tímar, hóast farmaskipið Jøkulfell var í havsneyð norðan fyri Før- oyar. Nú skal ein óheft kann- ing gerast av tilburðinum, og leiðarin fyri Sjóbjarg- ingarstøðina er fyribils farin úr starvinum. – Eg kann einki siga um handan ítøkiliga tilburðin, tí eg kenni ikki málið nóg væl, men eg kann siga generelt, at oljufeløgini, sum arbeiða í føroyskum øki, hava álit á føroysku til- búgvingini og Sjóbjarging- arstøðini, sigur Ben Arabo. – Í øðrum pørtum av heiminum hava oljufeløgini sína egnu tilbúgving, men í Europa er tað ikki neyðugt, tí her eru væl virkandi al- mennar skipanir, sum olju- feløgini síðani fáa sína egnu tilbúgving at passa til. Soleiðis er eisini í Føroy- um. Eftirmeting er neyðug Stjórin fyri Amerada Hess í Føroyum vil einki siga um, hvørt tað er rætt at gera eina óhefta kanning av før- oysku tilbúgvingini, men hann heldur, at eftirmeting er alneyðug. – Tað er einki galið við útgerðini hjá føroyingun- um, og skipanin tykist eis- ini vanliga rigga væl, men eingin skipan er fullkomin, og tí er tað neyðugt við støðugari eftirmeting, sigur Ben Arabo. Stýrið vildi ikki hoyra talan um mekling við Birgir Kruse Oljufeløg hava álit á føroyskari tilbúgving – Í øðrum pørtum av heiminum hava oljufeløgini sína egnu tilbúgving, men í Europa er tað ikki neyðugt, tí her eru væl virkandi almennar skipanir, sum oljufeløgini síðani fáa sína egnu tilbúgving at passa til. Soleiðis er eisini í Føroyum, sigur Ben Arabo, stjóri fyri Amerada Hess í Føroyum Mynd: Jan Müller