mikudagur 9. mars 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 47 - 9. mars 2005
Altjóða kvinnudagurin 8, mars varð eisini hildin her
heima við ymsum tiltøkum. Amnesty og Kvinnu-
felagið høvdu tikið stig til tiltøk í SMS, í hølunum
hjá arbeiðarafelagnum Hæddini í Rúnavík og í
Mettustovu, har umstøður hjá kvinnunum bæði her
heima og burturi vórðu á skránni.
Tað er sjálvandi ikki nóg mikið at seta fokus á
kvinnumál bara 8. mars. Tað má vera nakað, sum er
partur av gerandisdegnum alt árið. Men kortini er
sett út í kortið, at júst hesin dagur, 8. mars, skal vera
ein dagur, tá í hvussu so er allir borgarar eiga at geva
kvinnuspurningum gætur. Her verður hugsað um
umstøðurnar hjá kvinnunum heima sum burturi. Nú
er tað sjálvandi ikki rætt at samanbera viðurskifti
hjá kvinnum í tilafturskomnum og ófrælsum lond-
um úti í heimi við tey her heima hjá okkum. Men
kortini eiga eisini vit at brúka kvinnudagin til at taka
í egnan barm, tvs. at loysa upp fyri og viðgera
kvinnuspurningar her heima.
Sjónvarpið hevði nú um dagarnar sera áhugaverda
sending um umstøðurnar hjá mongum kvinnum, ið
eru fyri harðskapi. Hetta skuldi man ikki trúð fanst
her heima, í okkara framkomna og siviliserða sam-
felag, men ein sannroynd er tað, at kvinnubuking og
harðskapur móti kvinnum í føroyskum heimum er
nógv meira útbreitt enn fólk flest geva sær fær um.
Og bert við at innsíggja trupulleikan og umrøða
hann alment ber til at fara inn og gera nakað fyri at
loysa hann. Mest umráðandi er tí at viðurkenna, at
her finst ein trupulleiki. Og tað er m.a. hetta, sum
altjóða kvinnudagurin skal minna okkum á.
Vit kunnu so bert vóna, at upplýsingin og herferðin
ímóti eitt nú harðskapi móti kvinnum fer at bera
ávøkstur. Vit vilja við hesum geva teimum, sum í
sínum dagliga yrki arbeiða við slíkum spurningum,
okkara fulla moralska stuðul. Tað líkist ongum, at
tað í dag, í tí upplýsta Føroyum, finst nakað, sum
eitur harðskapur móti kvinnum. Myndugleikar,
stovnar og einstaklingar eiga tí at gera alt, sum
gerast kann fyri at vinna á hesum trupulleika.
Men vit eiga so eisini at seta fokus á kvinnumál
kring heimin serstakliga slíkan dag men eisini allar
aðrar dagar. Tí eiga vit eisini at fegnast um tey
framstig, sum verða gjørd. Eitt slíkt framstig hendi
herfyri, tá Hægstirættur í USA gjørdi av, at kvinnur
og menn undir myndugleikaaldur, og sum hava
framt brotsverk, kunnu ikki takast av døgum. Hetta
er eitt framstig, sum vit esini á kvinnudegnum eiga
at fegnast um.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Altjóða kvinnudagur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Value for Money
Andras Róin
Sjarmerandi
at
síggja
Dimmalætting og Sjónvarp
Føroya ganga hond í hond í
einum stríði fyri kunda-
áhugamál. Flott og há-
sinnað soleiðis at verja
brúkaran og kempa fyri
»Value for Money« til øll.
Djúptborandi journalistikk-
ur á la Føroyar anno 2005.
Internet breiðband frá
Føroya Tele er væl dýrari
enn í Danmark og Svøriki,
og kundin fær minni sam-
skiftisorku. Tað er rætt, og
tað er eisini okkara aðal-
endamál at veita fleiri, betri
og bíligari tænastur. Tað
eru tó eisini evropeisk lond,
sum eru væl dýrari at sam-
skifta í, men tað er sjálv-
sagt ikki nøkur góð søga.
Tað gongur rætta vegin,
og eru fjarskiftisprísirnir
sum heild lækkaðir niður í
ein triðing tey seinastu 8 ár-
ini - mest áðrenn kappingin
byrjaði.
Íløgur
verða
gjørdar fyri umleið 100
milliónir krónur um árið til
tess at tryggja framtíðar
tørvin og fyri at tryggja, at
okkara kappingarneytar eis-
ini hava nakað at bjóða. Enn
er tó eitt stórt arbeiði eftir,
og er tað okkara uppgáva, at
vit skulu teljast millum tey
bestu og bíligastu londini.
Soleiðis vilja vit tryggja
virðini í felagnum - felagið
sum vit øll eiga.
Dygd, mongd og prís
Eg loyvi mær eyðmjúkt, in-
spireraður av slóðbrótandi
journalistikkinum,
at
spyrja:
Um donsk bløð taka
13.00 kr. fyri 50 - 100 síð-
ur, hví kostar Dimmalætt-
ing so 13,00 kr fyri 10
síður, lýsingar undantikið?
Um tú fyri 2.000,00 kr
um árið í Danmark (bíligari
gjøgnum
Televarpið),
kannst fáa DR1, DR2, P1,
P2, P3 og P4, 20 tímar um
samdøgrið, - hví kosta Út-
varp og Sjónvarp Føroya so
3.500,00 tvangsútskrivaðar
krónir.
Kunnu hesi dømini hava
nakað at gera við kostnaðin
av at framleiða, sæð í mun
til marknað og kunda-
grundarlag? Um so er, kann
hetta so hugsast at verða
galdandi innan onnur økir
enn Dimmu og SVF?
Dimmalætting fekk ilt av,
at fólk, um tey hugdu eftir
Prix Føroyar gjøgnum Inter-
netið, máttu gjalda fyri
hetta. Fleiri feilir eru í
greinini. M. a. hava flestu
londini ídag ikki »flat rate«,
og kostnaðurin sum er
nevndur, forútsetur at kund-
in frammanundan hevur
brúkt tey 2 ella 3 Gb, ið
fylgja við størru haldunum.
At SVF ikki vil senda
Prix Føroyar, men letur tað
»streama« á internetinum,
kunnu tit altso ikki lasta
Føroya Tele ella Kall ella
onkran annan internet veit-
ara.
Tað hevði verið so upp-
lagt at latið Rás 1 hjá Tele-
varpinum ókeypis sent Prix
Føroyar til teir 4.200 kund-
arnar sum nú eru. Um
kvaliteturin ikki var nóg
góður til SVF, so lata vit
fegin Rás 1 verða eina
lágprís loysn. Discount ella
lágprís er jú eisini eitt slag
av »Value for Money«.
Johan Dahl,
løgtingsmaður
Vágur 07.03.2005
So var hann aftur í bløðun-
um í vikuskiftinum við tí,
sum ivaleyst skuldi skiljast
sum eitt aftursvar til undir-
ritaða og Helga Abraham-
sen, men satt at siga so var
ikki svarað upp á ein tann
einasta av teimum settu
spurningum
mínum
til
hansara, fyrru álop á
Sambandsflokkin
og
undirritaða, tíverri.
Um ein veruliga er so lít-
ið tilvitaður um politiska
veruleikan og tað, sum
veruliga fer fram í samfel-
agnum og rundanum okk-
um, sum Áki sýnist at
verða, so skilji eg kanska
eitt sindur av skrivingar-
lagnum hjá Áka Andreasen.
Tá Áki nevnir einskil-
jingar og hvør hevur staðið
á odda fyri hesum, fer hann
enn einaferð fullkomiliga
skeivur og vísir her eisini
sítt egna vantandi innlit, tað
er nevniliga Sambands-
flokkurin, sum hevur staðið
á odda fyri hesum.
At
Tjóveldisflokkurin
seinastu árini er blivin
meira borgarligur er fyri
okkum borgarligu einans at
glaðast yvir, havandi í
huga,
hvat
stevnisskrá
teirra, fram til hon bleiv
broytt fyri stuttum, segði
um vinnutólini og hvør
skuldi eiga og reka hesi.
Tíverri enn einaferð -
ístaðin fyri sakliga at við-
gera tað, sum spurt bleiv av
undirritaða og undirbygg-
ing av tí, sum hann sjálvur
setti fram av skuldseting-
um/gitingum - kom so enn
eitt ósakligt skriv við egn-
um »sannleikum« og git-
ingum so, »der lades des-
værre alt håb ude«.
Ikki loysir tað seg at
spilla meira tíð upp á slíkan
orðaskvaldur av luftka-
stellum.
Åh den Áki den Áki