mikudagur 9. mars 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 9. mars 2005
11
VIÐMERKINGAR
Landsstýrið sparir kring landið og økir um ræðandi sentraliseringina
Steinbjørn O.
Jacobsen
borgarstjóri
Nú Føroya Landsstýri hev-
ur boðað frá niðurlegging-
um av deildunum hjá Toll-
og Skattstovu Føroya kring
landið, eitt nú í Norðoyggj-
um, Vágum og Sandoynni,
vil eg ávara ímóti at lata
hesar sparingar raka kring
landið heldur enn at spara í
miðøkinum.
Tað ljóðar óiva so skila-
gott fyri tann góðvarna før-
oyingin, at landið roynir at
leggja saman deildir ella
funksjónir kring landið til
tess at spara rakstrarútreiðsl-
ur - hetta er jú okkara skatta-
peningur - men tíverri er
sannleikin ikki so einfaldur.
Nú í tíðini uppliva vit her
á landi eina so sterka og
miðvísa sentralisering sum
ongantíð áður, har tað
dagliga er sjón fyri søgn, at
høvuðsstaður
okkara
í
løtuni upplivir ein eksplos-
ivan vøkstur, sum eingin
politikari í dag tykist hava
hug at gera nakað við, ella
bara taka upp á tungu.
Samstundis er tann utt-
asti útjaðarin longu við at
fara í søguna, útjaðara-
markið flytir longur inn, og
soleiðis minkar búsetta
land okkara, Føroyar.
Landsstýrið máar
støðið
undan nátúrligu deplunum.
Sentraliseringsgongdin er
tíverri ikki nakað nýtt her á
landi, tóat hon hevur fingið
meira ferð á í seinastuni. Tí
hevur eitt av stevnumiðun-
um hjá stóru kommununum
í KSF verið, at menna teir
nátúrligu deplarnar - nøkur
kraftsentur - kring landið,
har bæði landsalment, kom-
munalt og privat virksemi
skal skapa grundar-lag fyri
vøkstri og menning, bæði
vinnuliga og trivnaðarliga.
Tí eru hesi tíðindi um
niður- og samanleggingar av
deildum hjá Tolli- og Skatti
kring landi eitt bakkast og
steinur oman á byrðu hjá
okkum, ið royna at arbeiða
fyri at halda uppi og menna
virksemið og uttan fyri
høvuðstaðar- og meginøkið.
Tað kemur tíverri ongan-
tíð, ella í besta lagi sera
sjáldan, fyri, at Føroya
Landsstýrið - tá tað rational-
iserar - leggur niður eina av
sínum deildum ella funk-
sjónum í høvuðsstaðnum
fyri í staðin at menna virk-
semið í deplunum kring
landið.
Slík hugsan tykist at vera
ómøgulig í landspolitikara
og embætismanna eygum,
og soleiðis verður land
okkara - stykki fyri stykki,
funksjón fyri funksjón og
deild fyri deild - minka
kring landið og so við og
við lagt inn ímóti miðjuni.
Steðgið
sentraliseringini!!
Hetta skriv er eitt varskó -
ein staðilig ávaring - til
okkara landspolitikkarar um
at vakna og steðga sentralis-
eringini, sum fer at halda
fram ótarnað, um einki
verður gjørt. Gongdin er tí-
verri ógvuliga miðvís, og
lítla land okkara heldur á at
minka, um einki munagott
verður gjørt.
Royndir aðrastaðni - og
eftirhondini eisini her heima
- vísa, at tað ikki bert er til
gagns fyri land og fólk, at
alt virksemi, og harvið eis-
ini fólkameingi, flytir sam-
an í ein stórbý. Land og fólk
verða heilt víst fátækari
uttan nøkur virkin og lívfør
øki uttan fyri høvuðsstaðin,
sum hinvegin tykist fáa alt
fleiri "stórbýartrupul-leikar,
eitt nú av vaksandi kriminal-
itet í einum umhvørvi, har
hin einstaki verður alt meira
ósjónligur - hetta er ófør-
oyskt.
Ein kundi nevnt fleiri
líknandi
landsalmennar
sparingar og rationaliser-
ingar, sum antin eru gjørd
ella ætlast at verða gjørd, ið
bera á sama skeiva borðið,
men tað skal liggja hesa-
ferð, samstundis sum eg
enn einaferð vil undirstrika,
at um henda miðvísa skerj-
ing av virkseminum kring
landið ikki heldur uppat,
verða Føroyar so við og við
eitt land við bert einum
miðøki við ongum lívi
uttanfyri.
Tað kann neyvan verða
viljin hjá okkara fólkavaldu
- ella fari eg og fleiri við
mær í Klaksvíkar Býráð
veruliga skeiv?!?
Poul Michelsen
Tá Bjarni Djurholm er lið-
ugur at fyrigeva mær, er
kanska uppá tíðina at Bjarni
Djurholm sær veruleikan
um almenn partafeløg í eyg-
uni. At leggja almennt virk-
semi í partafeløg hevur onki
við privatisering at gera -
tað hevur tíðin prógva.
Góður borgarligur
politikkur
Betur var um Bjarni tók
viðmerkingar mínar at sær
og stuðlaði undir at rætta
skeivleikarnar í ætlanini at
privatisera Postverkið.
Bjarni veit eisini, at eg
ikki skjóti við síðuna av, tá
eg - sum borgarligur polit-
ikkari fyri fólkaflokkin -
geri vart við, at uppskotið
um at leggja postvirksemið
í alment partafelag er kapp-
ingaravlagandi,
og
at
vinnunevndin
eigur
at
tryggja, at hetta verður
broytt, tá uppskotið kemur
aftur í tingið.
Eg skilji bara ikki, hví
Bjarni ikki sær trupul-
leikan. Royndir hava víst, at
vit onga ávirkan hava á
almenn partafeløg, eftir at
tey hava fingið sína tilveru.
Tá er ov seint.
Tað er tí ikki nóg gott, at
tað stendur í viðmerking-
unum, at tað ikki er loyvt
Postverkinum at brúka al-
mennan pening til at køva
privat virksemi. Tað er ikki
nóg gott at regulera virk-
semið við dótturfelagsvirk-
semi og vinningsbýti.
Trygdin
fyri
javnari
kapping má útvegast, áðr-
enn nýggja postfelagið fer
at virka.
Er væl fráboðað, men ka-
os í framløguni av lógar-
uppskotum hevur sín prís
At eg ikki havi vent mær
til Bjarna um postverks-
málið, er nú heldur ikki
rætt. Eg havi m.a. spurgt
hann, hvussu stóran lut 100
gr. brøvini áttu av inntøku-
grundarlagnum hjá Post-
verkinum. Eg gjørdi tá vart
við, at einkarrættur uppá
100 gr. brøv ikki sampakk-
aði við fría og javna kapp-
ing og als ikki, tá hesi vig-
aðu so tungt í samlaða inn-
tøkugrundarlagnum
hjá
Postverkinum.
Eg havi eisini gjørt vart
við, at uppkapitaliseringin
av Postverkinum ikki eigur
at fara fram "kvit og frit" ,
men at Postverkið, sum øll
onnur feløg á marknaðin-
um, eigur at renta ein part
sum lán. Á henda hátt fær
landsstýrið ein møguleika
at ávirka, um virksemið
ikki gongur eftir ætlan.
Eg havi eisini skrivliga
sent løgmannskrivstovuni
viðmerkingar - tá postverk-
ismálið var úti hjá løgtings-
monnum til hoyringar. Her
gjørdi eg vart við, at bæði
Strandferðslan og Postverk-
ið áttu í yvirmát av rakstrar-
amboðum, sum uttan kapit-
alkostnað framdu ójavna
kapping mótvegis privata
marknaðinum. Eg vísti á, at
neyðugt var at taka hædd
fyri hesum í eini komandi
privatisering.
Eftir í eitt ár at hava ging-
ið í tómgongd - fingu sam-
gonguflokkarnir 50 lógar-
uppskot at taka støðu til.
Hetta skuldi gerast her og
nú. Eg gangi út frá, at hetta
ikki er gjørt við beráddum
huga, við tí fyri eyga, at
lumpa m.a. Postverksmálið
ígjøgnum uttan viðmerk-
ingar.
Tað er møguligt, at lands-
stýrið varveitir yvirblikkið,
men tingmenn gera tað so
ikki.
Goymd dagsskrá
Hinvegin
hevur
Bjarni
IKKI upplýst fyri mær, og
neyvan heldur hinum floks-
feløgum sínum, at MVG
ójavni er í kappingini mill-
um virksemið hjá Postverk-
inum og privatu kappingar-
neytarnar.
Eg var heldur ikki greið-
ur yvir, at Postverkið, með-
an felagið hevur einkar-
rættin, ætlar at brúka tíðina
til at herða kappingina mót-
vegis teimum privatu feløg-
unum, men hetta fingu vit
so staðfest,tá SVF herfyri
hevði samrøðu við post-
verksstjóran Berg í Garði.
Vit frættu í vikuni um eitt
privat felag í Havn, sum
hevði ment eina e-postskip-
an. Postleiðslan, sum ikki
hevði sæð henda møguleik-
an, boðaði frá, at teir
beinanvegin í samstarvi við
eina danska fyritøku ætlaðu
at koma á marknaðin við
síni egnu, og soleiðis
møguliga forkoma nýggju
føroysku e-postskipanini.
Talan er so avgjørt um at
brúka almennar pengar til
at køva privat fyritaksemi .
Alment partafelag er
IKKI tað sama sum
privatisering
Eg gangi út frá, at Bjarni og
eg framvegis eru samdir
um, at Postverkið skal hava
møguleika at virka sum
partafelag. Tí stuðlaði eg í
novembur í fjør uppskotin-
um um at stovna alment
partafelag. Enntá havi eg
róst Bjarna fyri uppskotið.
Eg hevði bert vóna, at
Bjarni, nú hann legði lógina
um sjálvt postvirksemi fyri
tingið, hevði lurtað eftir,
hvat honum varð sagt m.a.
frá mær. Men nei, tað skal
verða eftir hansara høvdi -
sanniliga hevur hann maxi-
mala ávirkan. Vit tingmenn
hava bert møguleikan at
ávirka málið, tá tað kemur í
tingið, og hann eiga vit at
brúka eftir bestu samvisku
mótvegis okkara politiska
sannføring. Tað ætli eg, í
hvussu so er.
Vit eiga at tryggja í
nýggju lóggávuni, at Post-
verkið kemur á marknaðin í
javnaðari
kapping
við
onnur á økinum.
At leggja postvirksemið í
eitt partafelag, er ikki tað
sama sum at privatisera -
tað hava vit nógv dømi um:
Føroya Tele, Atlantic, Før-
oya Banki v.m. eru parta-
feløg, sum liggja fjálgt og
gott í vinnumálaráðnum.
Her liggja tey turrgeld í
allari privatiseringsmenn-
ingini - ein menning sum
hvarv. Nú fáa vit so bert eitt
partafelag aftrat - men
hesaferð eitt partafelag,
sum hevur tryggja sær rætt-
in til ongantíð at selja síni
partabrøv.
Flyta játtanina á fíggj-
arlógini til privatu
kappingina at gjalda
Eg eri púra greiður yvir, at
Postverkið í áravís hevur
fingið játtað stórar upp-
hæddir á fíggjarlógini. Tað
er
kappingaravlagandi,
men tað hjálpir ikki nógv,
um hesar upphæddir í
staðin
skulu
útvegast
gjøgnum
kapitalfrælsi,
einkarrætt, fjølbroytt dótt-
urfelagsvirksemi v.m á tí
privata
marknaðinum.
Hetta er bert ein spurningur
um at flyta avlagingina
Hvussu víkur og vendir,
fær postverkið við uppskot-
inum einkarrætt á stórum
parti av sínum virksemi og
samstundis rætt til - við
almennari innspræning - at
útvega sær tann marknaðar-
lutin, sum manglar í úr
verandi marknaði.
Tað er væl ongin, sum
ivast í, hvør skal gjalda
prísin. Tað skal tann privati
marknaðurin, ein marknað-
ur, sum frammanundan er
hart kroystur av Strand-
ferðsluni - ein onnur al-
menn fyritøka, sum í nógv
ár, við almennun pengum,
og undir leiðslu av Bjarna
Durholm hevur brúkt 15
mill. árliga at undirgrava
privata
fyritaksemið
á
flutningsøkinum.
Postverkið fær tað
møguliga hart, men
privata virksemið fær
tað nógv nógv verri
Tað er møguligt, at tað er
rætt, sum Bjarni sigur, at
Postverkið fær tað hart á
marknaðinum, men ongan-
tíð so hart, at tær privatu
fyritøkurnar ikki fáa tað
verri - nógv verri.
Fólkaflokkurin er fyri at
privatisera Postverkið. Tað
hevur flokkurin samtykt,
men
tað
skal
vera
í
javnaðari kapping. Hetta
sigur Bjarni seg eisini vilja
- hvat er so trupuleikin?
Vit skulu bara tryggja at
so verður.
Tá tað er staðfest, og
Bjarni er liðugur at niður-
gera meg og bera yvir við
mær, so kann eg siga
Bjarna, at tíðin, tá lærarin
fekk súrepli frá næming-
unum fyri at tekkjast betur,
er av.
Eg havi so frægt av skili,
at eg veit, at vit við leggja
Postverkið í alment parta-
felag ikki merkir, at vit priv-
atisera Postverkið. Eg veit at
lógaruppskotið fær álvars-
ligar avleiðingar á marknað-
inum - líka mikið, hvussu at
verður borið. Eg veit eisini,
at tað er privati marknaður-
in, sum skal gjalda allan
prísin. Eg veit, at játtanin til
at gjalda undirskotið á Post-
verkinum ikki bara for-
svinnur í bláa luft. Eg veit,
at enn virkar Strandferðslan
kappingaravlagandi og ger
tað nokk eisini, tá postvirk-
semi ð verður lagt í parta-
felag. Eg veit, at ávirkanin,
tingið skal hava á virksemið
hjá Postverkinum, má gerast
nú. Eg veit eisini, at Fólka-
flokkurin ikki góðtekur, at
Postverkið í navninum á
einum partafelag fær loyvi
at knúsa allan privata
marknaðin.
Bjarni, Bjarni – eg má so siga