mikudagur 9. mars 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 47 - 9. mars 2005
Dagurin
9. mars. Fjøruti riddarar, deyðir í 320. Keisarin Licinius gav boð um, at øll kristin skuldu avnokta trúnna. Fjøruti riddarar í Sebaste í tí núverandi Turkalandi vildu ikki gera
eftir boðunum og vórðu settir naknir út á ein ísflaka, men teir valdu allir, uttan ein, heldur at frysta í hel enn at ganga frá trúnni. Sum veðrið var henda dagin, skuldi tað vera
teir komandi 40 dagarnar.
Sverri kongur Sigurðsson doyði hendan dagin í 1202 í Bergen.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri ta stóru samkenslu og
hjálpsemi, ið varð sýnt okkum, tá ið okkara
góða genta, dóttir, systir og svigarinna
Maud Sonja Justinussen
fór til sín seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Pauli Heri, Stefani, Jógvan, Joan, Ólavur og Jona
Í samband við at liðin
eru 25 ár síðani BTSF
varð sett á stovn,
verður skipað fyri
jubilæumskapping í
ítróttarhøllini í Tron-
gisvági leygardagin
12. mars kl. 13.00
Tíðindaskriv
Kappast verður í ein- og
tvímansleiki í øllum deild-
um hjá bæði gentum og
dreingjum, og sum nakað
serligt, so verður eisini
høvi hjá fyrrverandi leikar-
um at verða við. Hetta
verður skipað soleiðis, at
møguleiki verður at luttaka
í deildunum Old Girls og
Old Boys, sum eru fyri
leikarar yvir 35 ár. Tilmeld-
ing er ikki neyðug, so øll
eru vælkomin.
Við ítróttarkvøðu BTSF
Nøkur orð til familjuna á
Váli, sum eru so hart roynd
hesar dagar. Fyrst vil eg
nevna gleðistundina afturi
undir gallarínum niðan eftir
í Betesda, tá ið Líggjas á
Váli í 1943 fortaldi mær og
okkum um JESUS Kristus
og Orðið greip mítt hjarta,
so eg mátti bróta Líggjas av
og reisti meg upp og takk-
aði fyri frelsuna, við míni
stamandi
tungu,
takka
Jesusi fyri, at Hann doyði
fyri meg á Golgata krossi.
Hetta bleiv mín frelsu-
dagur.
Líggjas og eg gjørdust lívs-
vinir. Seinni komu Anna og
børnini inn í myndina. Tað
rann væl saman millum
húsini. Mong ferðin varð
gjørd við evangeliinum
runt landið. Bert ævinleikin
veit, hvussu mangar sálir
eru náddar inn um himm-
alsins portur av vitnisburð-
inum hjá Líggjasi og hans-
ara húsi. Tó eigur Harrin
alla æruna fyri tað, so vit
kunnu takka Gudi, at hesar
oyggjar hava átt slíkar
sangarar. Tað er ein gáva
frá Gudi, sum vit takka
hjartaliga fyri.
Men nú brestur fyri mær,
tá ið eg hugsi um tíðina
saman
við
Ólavi,
tær
undurfullu løtur saman á
Akri Guds, bæði á sjógvi
og landi, kanska serliga
umborð á Norrönu, fyrst
um borð á tí gomlu, síðan
nú á tí nýggju. Bert tey,
sum kendu Ólav, skilja,
hvat eg tosi um, hvussu
Ólavur var, tá ið á stóð at
boða evangeliið. Hansara
stilla sinni og stóra dirvi,
tað eru góð minni at eiga.
Tá ið eg fekk boðini, at
Ólavur var farin inn í
dýrdina, kendist tað sum
ein stór eik var rivin upp
við rót, øll møtini um borð
á Norrönu, tann kraftin,
hann hevði at syngja, og
vitnisburður hansara var so
hjartaligur og ikki minst
smíl hansara til at taka
samtalur og mangt annað,
sum vit standa spyrjandi
fyri í dag, nú hann er farin.
Og góða Anna, orð røkka
stutt og eru so fátæk, men
eg vil í kvøld saman við
familju okkara taka um
tykkum í sorgini og biðja
tann almektiga Gud senda
tykkum troyst, styrki og
gleði. Tað verður ikki
leingi, til vit síggjast afturí
tí himmalska landi, har
Harrin skal turka hvørt tár
av eygum okkara. Deyðin
skal ikki verða longur, og
hvørki sorg, skríggj ella
pína skal vera longur, tí hitt
fyrra er farið. Opinb. 21.4.
Harrin signi tykkum øll.
Bestu heilsanir við Sálm.
111.6.
Gretha og Levi Joensen
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at elskaða
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Olbana Eiðisgarð
Eiði
andaðist 6. mars, 91 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Mizpa
hósdagin 10. mars kl. 14.00.
Vegna tey avvarðandi
Signy,Thorleif og Elsebeth
Nøkur orð til familjuna á Váli
Borðtennissamband Føroya 25 ár
Myndin er tikin í samband við fyrsta borðtennisdystin í Føroyum, sum var leiktur í 1957 í Havn millum Kyndil og TBF.
Leikararnir vóru f.v.: Hendrik Rubeksen, Kyndil, Pole Rasmussen, Kyndil, Vagnar Olsen, Kyndil, Torbjørn Mikkelsen, Kyndil,
Annfinn Rubeksen Nielsen, Kyndil, Harry Johansen, Kyndil, Thorolf Dam, TBF, Sverre Midjord, TBF, Niels Midjord, TBF, Niels
Pauli Niclasen, TBF, og Sigurbjørn Niclasen, TBF. Eisini kann nevnast at tvøramenninir leiktu við nýmótans battum við gummi
á síðunum, meðan havnamenninir bert høvdu træsíður. TBF vann dystin 4-2