Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 9. mars 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í dag fyllir Hilda Næs í Hvalba 80 ár. Hilda Maria Næs, sum hennara fulla navn er, er fødd Ludvig og hon varð fødd 9. mars í 1925 og er uppvaksin í Nesi í Hvalba. Hilda er dóttur Onnu Katrinu og Jacob Ludvig í Nesi í Hvalba og tey vóru níggju systkin. Hon eg gift við Dánjal Petur Næs, vanliga nevndur Allon.Tey vórðu gift 9. desember í 1950 og hava sostatt havt gullbrúdleyp. Tey eiga trý børn, Martin, Onnu Katrinu og Jóngerð umframt fýra ommu- og abbabørn, Gisla, Hilmar, Allan og Bjørgvin. Ung fór Hilda til Vágs at tæna og tænt hon í nøkur ár hjá Andrew Godtfred. Síðani var hon í Havn og seymaði hjá beiggja sínum, Niclas Ludvig. Ìmeðan børnini vóru smá, var hon heima sum vanligt var tá á døgum, og passaði hús og børn. Seinni fór hon at arbeiða fisk í Agnavík. Tá var nógv arbeiði har. Í sjeytiárunum tók Allon við sjúkrakassanum eftir faðir sín og har hjálpti Hilda rættiliga nógv til. Ímeðan Allon róði út, kravdi Hilda inn fyri sjúkrakassa. Tá varð gingið runt bygdina. Føðingardagin er hilda burturstødd. Sunnudagin 6. mars var fundur á Toftum, har evnið var at finna fram skyldfólk, sum eru eftirkomarar av Berend Schoute frá skipinum Wester- beek, sum fór á land í Suðuroy í 1742 Tíðindaskriv Nú skal finnast fram til nakrar føroyingar, ið eru av hálendskari ætt. Fyrireikararnir hava við góðari hjálp frá einum hálendara funnið fram til hópin av tilfari um skipið Westerbeek og manningar- listar á savni í Hálandi. Ein av fyrireikarunum, Sámal Bláhamar, sigur, at teimum tørvar eisini at finna fram tilfar í Føroyum um Westerbeek og mann- ing, serliga teir sum eru eftirkomarar av Berend Schoute, ið fekk dóttrina Sunneva Berinthsdatter saman við Elsebeth Andersdatter hevur okkara persónliga áhuga. Ikki minni áhugavert er at savna tilfar um eftirkom- ararnar eftir Jacob Horn í Vági. Í Nólsoy búsettist ein av manningini, Jan, og hvussu er við Willums- navninum í Suðuroy, er tað frá Westerbeek? Tað kan kann allarhelst finnast í til- farinum frá Hálendska savninum. Sámal Bláhamar hevur savnað inn tilfar frá Hálandi, Freydis Poulsen samskipar innsavnaða til- farið, Petrea Olsen og Mads Berg Petersen hava skrift- ligt føroyskt tilfar og munnligar frásøgnir frá sínum forfedrum. Vit eru sera fegin um at fáa skriftligt tilfar sendandi um Westerbeek, sigur Sámal Bláhamar: fax 31 56 57 ella e-mail samal.blahamar@fo.enjo. net Vilja finna fram til sínar forfedrar Hesi fýra høvdu fund á Toftum í 6. mars 2005, f.v.: Freydis Poulsen, f. 1936. Petrea Olsen, f. 1913, Sámal Bláhamar, f. 1948. Mads Berg Petersen, f. 1918. Hilda 80 Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í Lesið -so eru tit við! Sosialurin veitst tú ikki tað?