mikudagur 9. mars 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 • mikudagur • 9. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Bagge skal
venja teir
næstbestu
hjá B36
Tað verður Sámal Erik
Hentze elle Bagge, sum
hann eisini verður róptur,
ið skal venja næstbesta
liðið hjá B36.
Heimasíðan hjá B36
boðar frá, at B36 leygar-
dagin gjørdi avtalu við
Sámal Erik Hentze, ið
skal taka sær av 2. deild-
arliðnum hjá felagnum
komandi kappingarár.
Sámal Erik ella Bagge,
sum hann eisini verður
róptur, hevur áður verið
venjari hjá AB.
Sum leikari var Sámal
Erik í fleiri ár fastur fúsur
á besta liðnum hjá barn-
dómsfelagnum HB, men
hann hevur eisini spælt
við B68 og Holstebro í
Danmark.
tn
John Heri
aftur í HB
Fyrrverandi B36 og
B68-leikarin John
Heri Dam er nú aft-
ur í barndómsfel-
agnum HB
LEIKARASKIFTI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tá ið besta liðið hjá HB
vandi mánakvøldið var
ein nýggjur maður við til
venjingina. Talan var um
John Hera Dam, sum ikki
hevur verið í barndóms-
felagnum síðani í 1996, tá
ið hann skifti til grannar-
nar úr B36.
Síðani hevur John Heri
spælt í nøkur ár við B68,
og hann hevur eisini verið
uttanlands, og millum
annað verið við á næst-
besta liðnum hjá Fremad
Amager.
HB-venjarin, Heine
Fernandez, sigur, at út frá
tí, sum hann sá undir
venjing mánakvøldið, so
metir hann so avgjørt, at
John Heri er ein styrkur
fyri hópin hjá HB.
John Heri virkar sum ein
góður spælari, ið kann
nýtast á mongum pláss-
um, og slíkir eru altíð
góðir at hava í hópinum,
sigur Heine Fernandez.
Heine úti í minst tveir mánaðir
Leikandi venjarin hjá
geipuvinnarunum úr
HB, Heine Fernandez,
fekk um vikuskiftið
so mikið álvarsligan
skaða í knæið, at
hann ikki verður at
síggja á vøllinum í
minsta lagi í tveir
mánaðir
FÓTBÓLTSSKAÐI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað kemur dátt við hjá HB,
at skaðin, sum Heine Fern-
andez fekk í dysti móti KÍ í
Klaksvíkskappingini leyg-
ardagin, er so mikið álvars-
ligur. Havnarfelagið misti
undan hesum kappingarár-
inum
álopsfelagan
hjá
Heina frá í fjør, Rógva Jac-
obsen, til íslendska KR, og
eingin beinleiðis avloysari
er komin fyri hann. Tá ið so
Heine nú eisini er langtíð-
arskaddur, sært tað ikki alt
ov gott út í álopspartinum
hjá havnarliðnum.
Teir ungu taka við
Tað er eingin loyna, at HB í
vetur hevur hugt seg um
eftir styrki til álopspartin,
men at tað ikki hevur eydn-
ast teimum at finna nakran,
har teir mettu, at samsvar
var millum styrkin og út-
reiðslur.
Spurdur, um HB nú fer at
kanna marknaðin av nýggj-
um fyri at finna ein nýggj-
an áleypara, sigur Heine
Fernandez:
– Vit hyggja okkum um
allatíðina, men tað er
ógvuliga trupult at fáa fatur
teimum røttu spælarunum.
Eg tími ikki at fáa hálvar
loynsir við spælarum, sum
eg als einki kenni til
frammanundan. Hjá okkum
ræður tað um at fáa kvaliti-
et, har tað eisini hongur
saman fíggjarliga.
– Fótbóltsumboðsmenn
ringja mangan til okkara og
bjóða spælarar fram. Fyrst
og fremst eru tað norður-
lendingar, ið hava okkara
áhuga, tí tá kann eg brúka
mínar keldur fyri at vita,
um ein ella annar spælari er
nóg áhugaverdur til okkum,
sigur Heine Fernandez.
HB-venjarin sigur tó, at
teir arbeiða við onkrum í
løtuni, men enn er einki
ítøkiligt, og tí vil hann ikki
koma nærri inn upp á tað.
– Eg vil eisini nógv
heldur brúka okkara ungu
spælarar enn ein ella annan
brasilianar, suðurafrikanar
ella hvat tað skal verða, sum
ikki er meira enn ein hálv
loysn. Vit hava fleiri góðar
ungar áleyparar, og serliga
hevur Páll M. Joensen gjørt
tað serstakliga væl í venj-
ingardystunum, og um ein
lítlan mánað verður Hendrik
Rubeksen klárur aftur eftir
skaða. Harumframt kunnu
bæði Jákup á Borg og Tór-
Ingar Akselsen spæla í
álopinum, so vit hava fleiri
streingir at spæla upp á,
sigur Heine Fernandez.
Nær Heine sjálvur verður
klárur at fara á vøllin aftur,
er enn ógreitt. Hann sigur,
at tað er eitt liðband, sum er
farið, og tað er ógjørligt at
siga enn, hvussu drúgvur
skaðin verður, men talan er
í minsta lagi um ein steðg
upp á tveir til tríggjar mán-
aðir.
Bæði BAR Honda og
Minardi hava gjørt
sær ómak fyri at
sleppa uttanum
nýggju reglugerðina.
Fyrireikararnir noyð-
ast at rannsaka seg
sjálvar
FORMEL 1
Niels Uni Dam
nudam@hotmail.com
Reglugerðin fyri Formel 1
er nógv broytt í ár. Nógvar
umfatandi broytingar eru
gjørdar í aerodynamisku
krøvunum. Hetta er fyrst og
fremst fyri at gera formel 1
til ein bíligari ítrótt, so at
eisini tey fátækaru liðini
gerast kappingarfør.
Tíðskoyringin at avgera
byrjunarstøðuna er nú í
tveimum umførum. Leyg-
ardag seinnapart og aftur
tveir tímar áðrenn sjálva
koyringina. Byrjunarstøðan
verður avgjørd eftir saman-
løgdu tíðini frá báðum um-
førunum. Hetta er gjørt, tí
stór ónøgd var millum lut-
takararnar, at teir bert
høvðu eitt umfar at vísa
sína dygdir.
Liðini hava ikki loyvi at
skifta dekk frá fyrstu tíðs-
koyring til endan av sjálvari
koyringini. Regnar, kann
undantak gerast. Punkterar
eitt dekk ber til at skifta
hetta dekkið. Hetta er eisini
fyri at gera formel 1
bíligari.
Motorurin skal halda til
tvær koyringar. Um bilurin
ikki kemur á mál í fyrru
koyringini er loyvt at skifta
motor til næstu koyring.
Eisini her eru tað fíggjarlig
atlit sum eru tikin.
BAR Honda valdu at
steðga
Bilarnir hjá BAR Honda
vóru báðir uttan fyri stigini,
tá teir nærkaðust málstrik-
uni í Melbourne í gjár. Teir
valdu tí, ístaðin fyri at
koyra um málstrikuna at
koyra inn í Pit. Sostatt
komu teir ikki á mál og
kunnu skifta motor áðrenn
næstu koyring. Teir hava
við hesum ein fyrimun í
næstu koyring. Í formel 1
fjølmiðlum verur gjørt eitt
sindur gjøldur við hesum
holinum í reglugerðini.
Minardi fyri Avstr-
alskan hægsta rætt
Minardi liðið hevði ikki
fíggjarligu orkuna at gera
ein bil sum leik nýggju
aerodynamisku
krøvini.
Teir spurdu tí hini liðini,
um teir at sleppa at luttaka
við einum ólógligum bili
fyrstu trýggjar koyringar-
nar. Ferrari og Red Bull
noktaðu at góðtaka hetta.
Sostatt slapp Minardi ikki
at luttaka.
Men eigarin av Minardi
avstralski ríkmaðurin Paul
Stoddart, fór til avstralska
hægsta rætt, og bað um
loyvi at luttakað hóast
forboðið. FIA fekk ikki boð
um hoyringina. Dómarin
álegði FIA at Minardi slapp
at luttaka.
Hetta hevur skapt mikla
øsing, og FIA hóttir við at
útihýsa Avstralia úr øllum
motorítrótti. Tí tað kann
ikki góðtakast at rætturin
blandar seg í innanhýsis
avgerðir hjá FIA.
Tað er ein dyggur smeitur fyri HB, at leikandi venjarin, Heine Fernandez, leygardagin fekk ein
so mikið álvarsliga skaða í knæið, at hann ikki verður at síggja aftur á vøllinum í minsta lagi í
tveir mánaðir.
Mynd: Álvur Haraldsen
Nýggj reglugerð - Nýggir møguleikar at
sleppa uttanum hana