Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Talvið hesa vikuna Kasimdzhanov,R (2678) - Anand,V (2786) XXII SuperGM Linares ESP (11), 06.03.2005 1.e4 c5 2.Rif3 d6 3.c3 Rif6 4.Be2 Bg4 5.d3 Kazim velur tann trygga leistin í sisilionsku byrjanini 5...e6 6.Ribd2 Ric6 7.Rif1 d5 8.exd5 Rixd5 9.Fa4 Bh5 10.Rig3 Rib6 11.Fd1 Bg6 Svartur hevur longu útjavnað, stendur kanska enntá betur 12.0-0 Be7 13.a4 0- 0 14.a5 Rid5 15.Fa4 Fc7 16.d4 cxd4 17.Rixd4 Rixd4 18.Fxd4 f5! 19.Fa4 Triðju ferð hvíta drottn- ingin stendur fer til a4 19...Rad8 20.Rd1 f4 21.Rie4 Fe5 22.Bf3 b5! 23.Fc2 Rif6 24.Rixf6+ Fxf6 25.Fb3 Rxd1+ 26.Fxd1 Rd8 27.Fe2 Bd3 28.Fe1 e5! Finnurnar kunnu ikki steðgast. Enn er hvíti rókurin og c1- bispurin ikki komin í spælið... 29.Be2 Bxe2 30.Fxe2 e4 31.g3 e3 32.fxe3 f3 33.Fxb5 f2+ 34.Kg2 Rf8 Nú er vunnið. Anand vísur okkum hvussu 35.Fd5+ Kh8 36.Kf1 Fh6 37.Bd2 Fh3+ 38.Fg2 Støðumynd Støðumynd eftir 38.Fg2 38...Ff5! 0-1 Føroyska útisetaliðið fekk ikki ein góðan kappingarenda í Skak- liguni. John Rødgaard fekk hinvegin frálíkt úrslit í dystinum móti danmarksmeist- arunum Helsinge TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Seinastu tvey umførini í Skakliguni vórðu leikt um vikuskiftið. Undan næst- seinasta umfari var greitt, at føroyska liðið mátti hava eitt gott úrslit móti SK 1968, um vónirnar um medaljur skuldi haldast við líka. SK 1968 vóru á øðrum plássi, hálvt stig ovari enn Talvfelagið Føroyar. Men illa gekst í hond. 2-6 varð úrslitið. Einans John Arni Nilssen, Heini Olsen, Heini Danielsen og Terji Petersen leiktu javnt. Hinir fýra á liðnum - Nikolaj Bor- ge, Flóvin Tór Næs, Hans Kristian Simonsen og Carl Eli N. Samuelsen - taptu. Ilt er siga hví føroyingar vórðu so gávurmildir, kanska vónirnar vóru ov sterkar og harvið trýstið á telvarunum ov stórt. Tó skal nevnast, at Nikolaj Borge hevði vinnandi støðu tá hansara fartelefon ringdi. Hendingin merkti, at hann tapti talvið. Soleiðis eru reglurnar viðvíkjandi far- telefonum og telving nú á døgum. Nikolaj hevði gloymt at sløkt fartelefon- ina og var eftir talvið so- mikið skuffaður, at hann gav avboð til dystin móti Helsinge sunnudagin. Við skrædlinum móti SK 1968, misti útisetaliðið møguleikan at røkka medaljuplássi Rødgaard í essinum Hans Kristian Simonsen var við á liðnum báðar dagar- nar, meðan John Rødgaard bert kundi leika sunnudagin móti Helsinge. John mannaði fyrsta borð og hevði svarta fólkið móti Pet- er Heine Nielsen (2648). Peter Heine hevur í nøkur ár verið sterkasti telvari í norð- urlondum og er í løtuni nr. 49 á altjóða styrkilistanum. Peter Heine, sum í týsku bundesliguni herfyri leikti javnt móti Viswanathan Anand og Alexei Shirov, fekk lítið burturúr hvíta fólkinum. Rødgaard leikti trygt, uttan at geva alt initiativið til sterka danan. Eftir 5-6 tímar var støðan fullkomiliga jøvn á talvborðinum og Peter Heine og Rødgaard samdust tí um javnleikin. Eitt fantastiskt avrik av Rødgaard. Helst er Peter Heine sterkasti telvari nakar før- oyingur hevur tikið stig frá. Í Talvolympiaduni í Thessaloniki í 1984 leikti sami Rødgaard javnt móti Spassky, sum tá hevði umleið 2550. John Arni leikti fyri fáum árum síðani javnt móti Ser- gei Tiviakov, sum tá hevði umleið 2620. Og sunnu- dagin trýsti hann stórmeist- aran Lars Schandorff (2497) leingi, men mátti taka til takkar við javnleiki. Eisini eitt gott úrslit, sjálvsagt. Hans Kristian leikti javnt móti IM Klaus Berg (2421), men tíverri taptu hinir á føroyska liðnum, soleiðis at úrslitið gjørdist 1,5 - 6,5. Teir suvirenu úr Helsinge vunnu DM fyri fimtu ferð á rað við rekordskoruni 43,5 stig av 56 møguligum. Talvfelagið Føroyar fór frá triðja plássinum niður á sætta pláss eftir keðiligu úrslitini í vikuskiftinum. Sætta plássið er kortini heiðurligt og nøktandi. Endaliga støðan 1. Helsinge 43,5 2. SK 1968 31,0 3. Brønshøj 30,0 4. Helsingør 26,5 5. Skolerne 26,0 6. Føroyar 24,0 7. Nordre 22,0 8. K 41 19,0 Einkultúrslitini Nikolaj Borge 2,0 av 5 John Rødgaard 0,5 / 1 John Arni Nilssen 4,0 / 7 Heini Olsen 2,0 / 5 Flóvin Tór Næs 2,5 / 7 Martin Poulsen 1,5 / 2 Hans K. Simonsen 0,5 / 2 Eydun Nolsøe 0,5 / 1 Carl E.N. Samuelsen4,0 / 7 Heini Danielsen 2,0 / 7 Terji Petersen 2,0 / 6 Poul Martin Hansen 1,5 / 4 Ian Leyni 1,0 / 2 Flóvin ársins telvari Í samband við at 35 ár eru liðin síðani Talvsamband Føroyar varð stovnað, varð skipað fyri jubileumskapp- ing í Vestmanna leygar- dagin. Heimaliðið vann framanfyri havnarmenn og klaksvíkingar. Somuleiðis fekk Flóvin Tór Næs í sama tiltaki heið- urin at verða valdur til ársins telvara. Helgi D. Ziska varð ársins stjørnu- skot. Vestmenningurin Niels O. Durhuus bleiv útnevndur heiðurslimur sum tøkk fyri trúgva tænastu fyri før- oyskari telving í hálva øld. Linares Kasparov hevur framvegis trygga leiðslu í Linares. Meðan hinir stjørnurnar ikki rættiliga hava havt góðan vind í rygginum, hevur Kasparov verið í ser- klassa. Hann er nú eitt stig framanfyri Anand, sum sunnudagin vann eitt gott talv á Kasimzdhanov. Topa- lov fylgjur eisini væl við í toppinum. Leko hevur skuffað við sínum tíggju javnleikum(!). Kasparov, sum er ósigr- aður, hittur Adams, Anand og Topalov í trimum teim- um seinastu umførunum. Støðan Kasparov (2804) 6,5 av 9 Anand (2786) 5,5 / 9 Topalov (2757) 5,0 / 9 Leko (2749) 5,0 /10 Adams (2741) 4,5 /10 Kasimdzhanov (2678) 3,5 /10 Vallejo (2686) 3,0 / 9 Javnt ímóti fremsta norðurlendingi Klaksvíkingar vunnu 2. deild BILLARD Tíðindaskriv Klaksvíkar Billardfelag vann í vikuskiftinum trygg- an 12-6 sigur á Havnar Klubba og tryggjaði sær harvið 1. plássið í 2. deild .í billard fyri lið. Endaliga støðan í 2. deild gjørdist, at Klaksvíkar Billardfelag fekk 84 stig. Havnar Klubbi fekk 78 stig, Klaks- víkar Billardfelag 2 fekk 32 stig og Tvøroyrar Billardfelag fekk 22 stig. Á vinnaraliðnum spældu Allan Larsen, Óli Biskupstøð og Niclas Heri Jákupssson. Besti maðurin í seinasta umfarinum, sum varð spælt í Havnar Klubba var Allan Larsen, sum vann allar dystirnar. Besti maður á liðnum hjá Havnar Klubba var Jógvan Jørgensen, sum eisini hevði eitt sera høgt meðaltal, omanfyri 15 eygu. BILLARD Føroyameistarakappingin fyri staklingar verður í Klaksvík 18. Og 19. Mars. Kvalifiseringin til FM-fin- aluna verður í Havn kom- andi vikuskiftið. Tilsamans 15 spælarar hava teknað seg og fara sjey teir bestu víðari til finaluna, har eisini verandi føroyameist- ari, Henrik Pedersen lut- tekur. FM fyri staklingar BILLARD Nú liðkappingin í billard er liðug hevur Billardsam- bandið gjørt eitt yvirlit yvir 10 teir bestu spælararnar í ár. Hetta vísir: nr. 1 Henrik Pedersen við 30,96 eygum í meðal, nr. 2 Kristian Suni Høgnesen 25,89 eygu, nr. 3 Bjarni Skaalum 24,56 eygu, nr. 4 Jan Müller 19,84 eygu, nr. 5 Sonhard Johannesen 18,64 eygu, nr. 6 Niels Nielsen 18,24 eygu, nr. 7 Steinbjørn í Dali 17,33 eygu, nr. 8 Carsten Hansen 16,75 eygu, nr. 9 Njál Petersen 14,98 eygu og nr. 10 Heimir Ottoson við 14,51 eygum í meðal. 10 teir bestu Hóast tað ikki gekk so væl hjá føroyska talvfelagnum í Danmark, tá ið seinastu umførini í donsku kappingini vóru leikt um vikuskiftið, so fekk John Rødgaard eitt frálíkt úrslit, tá ið hann leikaði javnt móti fremsta norðurlendska telvaranum Peter Heine Nielsen. savnsmynd