Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-09, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mars 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 9. mars 2005 37 Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« HEILSANIR Góða Natalia Hjartaliga tillukku við 8 ára føðingar- degnum. Jesus pápi signi teg og framtíð tína. Vit elska teg. Ynskja omma og abbi í Havn Góði fitti Eyðfinnur Jógvansson á Høvdanum Tillukku við 1 ára føðingardegnum 4. mars. Ynskja Jógvan Eli-gubbi og Kári-gubbi Góða ommalang Hjartaliga tillukku við degnum. Her sita vit so fitt og eta bomm og drekka cola. Heilsan Sigbrandur Góði elskaði Ronni Hjartaliga tillukku við 6 ára føðingar- degnum, sum var 7. mars. Alt tað besta í framtíðini. Ynskja mamma og babba Ja so bleivst tú vaksin og endiliga er tíðin komin til "for-sølemanne ragasa"! Faktiskt ja! Eg eri bangin fyri tí! Takk fyri tín vakran sang, sum altíð lívgar sál okkara, serliga tá tú syngur "Hvussu brúkar tú teir ljósu ungdómsdagar". Polle títt svín - hjartaliga tillukku við teimum 18. Ynskja Bodlaparið, Bodlina og Baby Bodli Annika Hoydal tulkar tónleikin hjá William Heinesen eftir fyrilestur hjá Bergi Rønne Moberg um tónleikin í søgunum hjá skaldinum TÓNLEIKUR »Og so er hann musik- alskur«, sigur Olden- dorph greivi um Magister Mortensen í skaldsøguni De Fortabte Spillemænd eftir William Heinesen. Og soleiðis kallast eisini fyrilesturin, sum Bergur Rønne Moberg heldur í Norðurlandahús- inum hósdagin 10. mars kl.19.30. Undirheitið er »Tón- leikurin í prosabókum Williams«. Eftir fyrilesturin fer Annika Hoydal at tulka tónleikin hjá William Heinesen og siga frá, hvussu hon kendi skaldið. Gav søgunum tóna og rytmu Bergur Rønne Moberg sigur, at William Heine- sen hevði alt sítt lív eins stóran alsk til tónleik sum til bókmentir. Hann hevur enntá sagt seg hava fingið størri hugkveiking úr tónleikinum enn úr bók- mentunum. Tónleikurin var alla staðni kring William í barndóminum, og tónleikurin vendir aft- ur sum poesiur í sein- prosaverkunum serliga, har alt frá vilt syngjandi børnum og fólkatónleiki til klassiskan tónleik vellur fram. William Heinesen brúkar sín kærleika til tónleikin til at geva prosa- verkunum tóna og rytmu. Prosain verður til prosa- hymnur, drama til melo- drama. Saman við tón- leikinum kemur ein sonn innreið av perspektivum av listaligum og øðrum slagi. Bergur Rønne Moberg sigur, at nøkur av hesum perspektivunum ætlar hann at nerta við í fyri- lestrinum. Bergur Rønne Moberg er við í einum altjóða samstarvi hjá ungum granskarum, sum kanna sambandið millum bók- mentir og tónleik. Tað er ein av grundunum til, at hann fekk áhuga fyri tón- leikinum í bókunum hjá William Heinesen. Norrøna Felagið í Før- oyum skipar fyri tiltakin- um í Norðurlandahús-in- um hóskvøldið. Tiltakið er alment, og ókeypis at- gongd er. »Og so er hann musikalskur« Internet Sosialur www.sosialurin.fo in