hósdagur 10. mars 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 10. mars 2005
29
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
HEILSANIR
Góða Diana
Hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Gleði meg at
koma heim á páskum.
Kærar heilsanir Anita
Góði babba
Hjartaliga tillukku við 24 ára degnum tann 10. mars.
Mamma letur eisini heilsa. Vit elska teg.
Heilsan Lea
Góða allarbesta
Shaila
Hjartaliga tillukku
við 14 ára
føðingardegnum
9. mars ynski eg
tær.
Beiggi tín Martin
Góða elskaða
omma og
langomma
Hjartaliga
tillukku við
føðingardegn-
um. Alt tað
besta í
framtíðini,
ynskja vit øll
Liam
Góða Tóra
Hjartaliga
tillukku við 7
ára føðingar-
degnum.
Ynskja Flóvin,
omma og abbi
Góða fitta Maria
Hjartaliga
tillukku við 13
ára føðingar-
degnum.
Kærar heilsanir
Pauli
Smyril Line stjórin
og Dagmar
Símun S. Weihe
Tórshavn
Hitt designaða skipið siglir
í
tungum
fíggjarligum
sjógvi.
Eyð veri tað ja, tað er
ikki so løgið. Tá designaða
skuldi byggjast var ikki ein
króna í kassanum, einast
ogn og var hitt gamla skip-
ið, sum føroyski skattgjald-
arin rindaði fyri, frá einum
fallitti, og fallitt stjórin var
sitandi.
Hitt gamla skipið var
mett til 85 milliónir tí tað
segði stjórin, og hvør kundi
ella tordi at siga honum
ímóti.
Tá ognin var seld, var
virði bert 23 milliónir, og
lygnin var 63 milliónir, men
ongin segði nakað, tí tað var
stjórin sum hevði mett.
Eg vóni og vænti at
Dagmar hevur gjørt sær
tann ómak, at fáa sær innlit
í veruligu søguna um Smyr-
il Line, árðenn hon setur
pening í eitt partafelag sum
stjórin aftur hevur fingið í
fíggjarligt óføri.
Nú um dagar verður so
nógv umrøtt, um teir per-
sónar sum hava snýtt við
MVG, og við partafeløg-
um, sum eru farin á húsa-
gang, at nýggj lóg má ger-
ast, so somu stjórar ikki
kunnu halda áfram.
Skal so Dagmar játta al-
mennan pening til sama
felag og við sama stjóra?
Um tað so verður, so
virkar tað ímóti tí lóg, sum
vónandi kemur skjótt.
Almenni tíðindaflutning-
urin, Útvarp og sjónvarp,
nevna ikki eitt orð, um tá
tað designaða skipið ikki
fer til Ísland, tí ongin farm-
ur ella ferðafólk eru at fara
við, ella tá bert 7 bingjur og
13 ferðafólk eru við.
Tí tað skal dyljast at
skipið siglir við dundrandi
undirskotið.
Heldur ikki verða allar
buglurnar sum tað design-
aða hevur fingið í Hetlandi
og Hanstholm nevndar.
Hví, tí, útvarp og sjón-
varp fáa lýsingarpengar og
gera tær ikki sum stjórin
sigur, so verður ikki væl
vorðið.
Nú um dagarnar stóð í
Dimmu at nú gekk betur
hjá Smyril Line, heili 10%
upp, men hvar eru tølini,
nei tey sært tú ikki, lygnin
hon skal út, hon er vorðin
so gomul nú, at hon kann
altíð nýtast.
Greinin: Stjórin og Smyr-
il Line, kom ikki í Dimma-
lætting, tí Georg L. Peter-
sen, tordi ikki at seta hana í,
hví, tí, hann er virdur í somu
brøkur, sum almenni tíð-
indaflutningurin, um hann
dittar sær, so fær hann ongar
lýsingarpengar, og tað hev-
ur hann brúk fyri, tí Dimma
er vorðin í so soltin hesa
seinastu tíðina.
Klæmint Weihe, nær er
hann til arbeiðis á SEV
kantórinum? tí tá tú sær og
hoyrir hann, tá er tað sum
stjóri í nevndini í Smyril
Line, og eisini sær og hoyr-
ist hann at verða so fjáltur-
stungin, eg veit ikki, eg veit
meira næstuferð, o.s.f. Or-
søkin man ivaleyst vera
tann, at stjórin hevur sagt,
at soleiðis skalt tú siga, og
minnist hann ikki rætt, so
fær hann ivaleyst somu
lagnu, sum Hans Morten-
sen.
Klæmint Weihe skuldi
heldur verið til arbeiðis á
SEV kantórinum, tí í hes-
um døgum skal SEV draga
brúkaran í rættin, orsaka av
ódugnaloysi hjá stjóranum,
tí føroyski brúkarin má
gjalda heimsins hægstu el-
prísir.
Um Dagnar játtar pen-
ingin, og stjórin verður sit-
andi, so er best at innstilla
hann elafantordanin.
VIÐMERKINGAR
Lesið
-so eru tit við!