Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 49 - 11. mars 2005 Kunngerð frá útskiftingarnevndini á Syðradali Næsti útskiftingarfundur verður hósdagin 17. mars kl. 10 í skúlanum á Syðradali. Fram verður lagt: 1. Kommunala ognartøkan. Kærufreistin er 3 mánaðir. 2. Broytt fyribilsætlan innangarðs. Viðmerkingar skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 31. mars 2005. N. v. Øssur Á. Midjord útsk.form. Sjálvuppgávan 2004 Freistin hjá persónligum skattgjaldarum, ið ikki hava roknskaparskyldu, at lata inn sjálvuppgávu kapitalvinningssjálvuppgávu er týsdagin 15. mars 2005. Sama freist er galdandi fyri tey, sum hava skyldu at lata inn ognaruppgerð. Sí eisini bóklingin “skatturin 2004” og heimasíðuna www.tollskatt.fo Toll- og Skattstova Føroya Stýrið LFA Landsfelagið fyri fólk við autismu Aðalfundurin Aðalfundur felagsins verður leygardagin 12. mars 2005 kl 15.00 í MBF-húsinum, Íslandsvegur 10 c,Tórshavn. Byrjað verður við,at starvsfólk á Sambýlinum í Pætursgøtu í Tórshavn greiða frá teirra arbeiði við fólkum við Aspergers Syndromi. Síðan er aðalfundur við skrá sambært § 6 í viðtøkum felagsins. LFA Landsfelagið fyri fólk við autismu Aðalfundur Maskinmeistarafelagið hevur ársaðalfund á Grønlandsvegi 56 leygardagin 12. mars kl. 14.00 Skrá sambært lógini. Nevndin Fríggjadagin tann 6.mai 2005, kl. 13.00, verður á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórs- havn, hildin tvingsilssøla yvir niðanfyri standandi ognir. 1. Fastar ognir tilhoyr- andi Sp/f Raspan. Talan er um ein saman- bygdan vinnubygning, sum stendur á matr. nr. 246, matr. nr. 247 og matr. nr. 248 í Sørvági. Tað er trupult nágreiniliga at siga, júst hvar markið millum ognirnar gongur. Samanbyggingin er gjørd í stigum fyri nógvum árum síðani. Fyrst eystari parturin matr. nr. 248 og síðani vestureftir matr. nr. 247, og vestast er matr. nr. 246. Bygningurin er av betong og er innrættaður nøkun- lunda soleiðis: Matr. nr. 248, Sørvági Kjallarin: Her er sláturs- og kryvjivirkið hjá P/f Sør- vágs Laks, sum tekur seg væl út sum snøgt,reint og nútímans virki. Alt sær út til at vera í góðum standi. Blóðgirúm, kryvjirúm, skiftirúm, skiljirúm og pakkirúm. Miðhædd: Kantina við nøkrum borðum og plas- tikstólum, tvey vesi, vaski- rúm, kassarúm, tvey skriv- stovuhøli, fýrrúm, ísrúm og smiðja. Ovasta hædd: Er útleigað til handilshøli. Matr. nr. 247, Sørvági Kjallarahædd: Garaga, grannarúm og sláturhús. Miðhædd: Trukkrúm, gam- al frystitunnil og kom- pressararúm. Matr. nr. 246, Sørvági Fóðurrúm. 2. Rakstrarútgerð til- hoyrandi P/f Sørvágs Laks. Rakstrarútgerð til slátur og kryvjing av alifiski, so sum kølikør, støddarskilj- ari, tangar og pumpur, Baader 142, transport- bond, ísmaskina, bandi- maskinur, robottur, tveir trailaravognar, kassaknús- ari og Toyota Dyna last- bilur. Útgerðin stendur inni ella við áðurnevndu fastognir. 3. Aliútgerð á sjónum tilhoyrandi p/f Sør- vágs Laks Talan er um alla vanliga útgerð til aling av laksi. Útgerðin fevnir í høv- uðsheitum um fylgjandi: Aliringar bæði størri og smærri, tvey stálanlegg, nótir, fortoyningar, fóður- skipan og tvær fóður- støðir við tilhoyri umframt fýra alibátar. 4. Aliloyvi tilhoyrandi P/f Sørvágs Laks Verandi aliloyvi er gald- andi í 12 ár frá 1. januar 1994 og rennur sostatt út 1. januar 2006. Loyvið er ásett til nøkur nærri av- markaði øki á Sørvágs- firði. Víst verður til løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v.m., sum seinast broytt við løg- tingslóg nr. 25 frá 17. mai 2004 viðvíkjandi treytun- um fyri at reka alivinnu. Allar frammanfyri nevndu ognir verða seldar undir einum, burtursæð frá bát- inum m/b »Jollan«, sum verður seldur fyri seg, men tó sama dag.»Jollan« hevur havnakenningar- frámerkið VA30, er frá 1985, av glasfipur, Deutz motor 192 HK. Longd 610 cm. breidd 215 cm. og dýpd 90 cm. Fyrireikandi tvingsilssølu- fundur verður hildin á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórs- havn, fríggjadagin tann 1. apríl 2005, kl. 14.00. Eitt meira útgreinað yvirlit yvir ognirnar og nærri frágreiðing framgongur av sølutilfari og søluupp- stilling, sum fæst við at venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, advokat, Fr. Petersensgøtu 9, Tórs- havn, tlf. 311145, e-mail ojk@jura.fo (j.nr. 20050079). Tilfarið kann eisini hyggjast ígjøgnum hjá nevnda advokati ella á Dómaraskrivstovuni. Tvingsilssølan er umbiðin av Óla Jákup Kristoffer- sen, advokati, Fr. Peter- sensgøtu 9, Tórshavn, tlf. 311145, e-mail: ojk@jura.fo (j.nr. 20050079) ið kann geva nærri upplýsingar,og sum nærri avtala kann gerast við, um ynski er um at síggja ognirnar. Føroya Fútarættur tann 8. mars 2005 Tvingsilssøla Lesið -so eru tit við!