Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 49 - 11. mars 2005 Training Day Hvønn tann einasta dag er harðligt og blóðugt stríð á gøtunum í USA. Við lógar- innar merki stríðist tann garvaði narko-politisturin Alonzo Harris (Denzel Washington). Men hansara arbeiðshættir eru sera iva- samir. So, tá tann ungi sam- vitskufulli Jake Hoyt (Eth- an Hawke) verður settur at arbeiða saman við Alonzo, er tað skjótt at ósemja tekur seg upp. Jake er enn í starvsvenjing og hevur fingið júst ein dag, og ikki meiri enn tað, at prógva sítt dugnasemi. Í eitt døgn kemur Jake so líðandi inn í brotsmannaheimin har Alonzo dagliga arbeiðir. Í hesum stutta tíðarskeiðin- um seta teir báðir lív og yrki í váða fyri at verja teirra egnu tulking av lóg- ini. Ein fremmandur við lødd- um revolvarum ríður inn í býin. Ímeðan eru tríggir ørligir skotglaðir bandittar á vág og teir hava svorið hevnd á íbúgvunum í bý- num. Ræðslan merkist í bý- num, og íbúgvarnir vóna at hesin fremmandi er komin fyri at hjálpa teimum. Teir tríggir bandittarnir eru júst komnir úr fongsli, har teir hava sitið leingi, og íbúgv- arnir hava stóran lut í hes- um. Á sinni fingu íbúgvar- nir hesar tríggjar at seta ein ráðaríkan embætismann uppá pláss, afturfyri skuldu teir fáa stuðul og nokk av pengum. Men, tá hetta var gjørt tóku íbúgvarnir stuðul sín til teir tríggjar aftur, so blivu teir fangaðir og tveittir í fongsul. Nú hava teir svorið hevnd og ríða ímóti býnum. Íbúgvarnir vóna at tann fremmandi skal verða teimum ein bjarging, men so skal kort- ini ikki verða. Maðurin utt- an navn er í veruleikanum ein náðileysur hevndar- maður, ið hevur síni heilt serligu og blóðigu ørindi í hesum býnum. Ein fremmandur uttan navn Denzel Washington vann oscar-virðisløn fyri sín høvuðsleiklut í Training Day Lærumeistarin, Alonzo Harris (Denzel Washington), og næmingurin, Jake Hoyt (Ethan Hawke) Á TV3 sunnukvøldið kl. 20.00 Clint Eastwood er maðurin uttan navn Á DR1 í kvøld kl. 22.30