leygardagur 12. mars 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 50 - 12. mars 2005
Tann 16. apríl verður
forvitnisligt tiltak í
Trongisvági, har
mentanin og fram-
tíðin verður set á
breddan. Tónleikur
verður at hoyra og
politikarar og onnur
siga sína hugsan um
framtíðarútlit
MENTAN
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tann 16. apríl verður
áhugaverdur dagur í Suður-
oynni. Tónleikalærarar og
onnur arbeiða við at fyri-
reika tiltak, ið hevur heitið
Suðuroyggin og mentanin -
um 2 ár og um 10 ár.
Enn er endalig skrá ikki
gjørd, men longu er rætti-
liga greitt, hvør tekur lut og
hvussu dagurin kemur at
ganga.
Tað eru eini 2 ár síðani,
at gongd veruliga kom á
tónleikalívið innan Mu-
sikkskúlan í Suðuroynni.
Ulf Nordlund hevur m.a.
havt eydnu við sonevnda
suðuroyarmodellinum, har
tað m.a. í sera stóran mun
verður roynt at fara eftir
næmingunum og vekja
áhuga fyri tónleikinum.
Hetta hevur givið úrslit og
eftir stuttari tíð er fjøltáttað
næmingaorkestur í Vági,
eins og tónleikurin blómar
millum næmingar aðra-
staðni í oynni.
Í fjør vóru eini tvey líkn-
andi tiltøk. Eitt í Hvalba,
har m.a. løgmaður hevði
orðið, og tónleikastevna í
Trongisvági, har ungu og
óroyndu
tónleikararnir
sluppu at føra seg fram
millum landsins royndu
tónleikarar.
Nú verður so ljós varpað
á tónleikin, mentanina og
framtíðina. Arbeitt verður
við fyrireikingunum til
tiltakið og nærri verður at
frætta um tiltakið seinni,
men
fyribilsskráin
sær
soleiðis út:
Skrá
kl. 12.45
Suðurrättin v/ Oddur
Hentze
kl. 13.05
Vælkommen v/ Elin
Nielsen
kl. 13.10
Søren Bruun
kl. 13.25
Rútmubólkur v/ Dagfinn
Olsen
kl. 13.40
Karin Brattaberg
kl. 13.55
Tvøroyrar Hornorkestur v/
Trondur Enni
kl. 14.20
Kirsten Strøm Bech
kl. 14.35
Ljómur
kl. 14.50
Annlis Bjarkhamar
kl. 15.05
Brandur & Trondur Enni
kl. 15.15
Olavus Jespersen
kl. 15.30
Suðurrättin v/ Oddur
Hentze
kl. 15.45
John Johannesen
kl. 16.00
VágSkúlaOrkestur v/ Ulf
Nordlund
kl. 16.15
Johan Dahl
kl. 16.25
Harmonika v/Henzar
Hammer & Jon Gulak
kl. 16.40
Hans Pauli Strøm
16.55
Tvøroyri
Hornork,/Suðurættin/Vágs
SkúlaOrkestur
Røðararnir fáa eini 10
minuttir hvør at siga sína
hugsan um framtíð og
mentan í Suðuroynni.
Tónleika- og framtíðar-
stevna í Suðuroynni