leygardagur 12. mars 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 12. mars 2005
25
Ferðaráð Føroya
bjóðar til evnisdag á
Hotel Føroyum 8.
apríl um marknaðar-
føring á internetinum
- við serligum atliti at
ferðavinnuni
TÍÐINDASKRIV
Internetið hevur kollvelt
alla marknaðarføring - og
ikki minst innan ferða-
vinnu. Nýggj flogfeløg
hava vunnið kappingina um
marknaðin, gomul eru farin
á heysin. Fólk leita til
nýggj ferðamál, og venda
gomlum bakið. Alt samalt,
tí internetið er komið, og tí
nøkur duga væl at brúka
tað, meðan onnur duga illa.
Hvussu brynja vit okkum
á besta hátt til hesa nýggju
avbjóðingina?
Henda
spurning setir Ferðaráð
Føroya á evnisdegnum tann
8. apríl.
Fimm fyrilestrar
Til tess at fáa evnið lýst úr
fleiri sjónarhornum, hevur
Ferðaráðið fingið fimm
fólk, sum hava royndir á
hvør sínum øki, at leggja
fram.
Jónsvein Joensen, KT-
ráðgevi á teldufyritøkuni
Kervi, fer at tosa um sið-
bundna
mótvegis
ný-
skapandi marknaðarføring
á internetinum og spyr,
hvussu føroyska ferða-
vinnan kann gagnnýta netið
á besta hátt.
Jacob Hancke, ið er ráð-
gevi í donsku fyritøkuni
SignalDigital, fer at tosa
um, hvussu ein heimasíða
skal vera bygd upp og
skipað til tess at gera mest
gagn. Hann kemur eisini
inn á vandan fyri, at ein
vánalig heimasíða rætt og
slætt kann styggja kundar.
Walter Jensen, ráðgevi
innan ferðavinnu, fer at
tosa um, hvussu ein best
sameinir tann prentaða
faldaran og teir møguleikar,
ið internetið gevur.
Høgni Rasmussen, stjóri
í lýsingarstovuni Sansir, fer
at greiða frá, hvussu ein
marknaðarførir
sjálva
heimasíðuna.
At enda fer stjórin í
Gallup Føroyar, Ellintur
Egilstrøð, at greiða frá um
nýggja
vevteljaran
hjá
fyritøkuni.
Tilmelding
Evnisdagurin byrjar kl.
9.30 og endar umleið kl.
16.00. Bæði fyrra og
seinnapart verður drekka-
muður, og á middegi verður
kalt borð, sum er íroknað
prísin
Tilmeldingin fer fram á
heimasíðuni hjá Ferðaráðið
Føroya: www.tourist.fo.
Seinasta freist at melda
seg til er 1. apríl.
Fyri Búnaðargrunnin verður søkt eftir
stjóra.
Búnaðargrunnurin varð stovnaður tann
1. januar 2005 og yvirtók í hesum sam-
bandi ognir og virksemi hjá Jarðar-
grunninum og Grunninum fyri Vakstrar-
hús og Grønmetisframleiðslu. Virksemið
hjá Búnaðargrunninum fevnir um útlán
til landbúnað.
Búnaðargrunnurin verður umsitin av
einum av landsstýrismanninum valdum
stýri við 5 limum.
Í grunninum eru 4 starvsfólk.
Talan er um eitt nýtt starv. Stjórin fær
ábyrgdina av dagligu leiðsluni av
Búnaðargrunninum við ávísing til stýrið.
Stjórin skal í neyvum samarbeiði við
stýrið í Búnaðargrunninum, skipa fyri
innanhýsis mannagongdum í sambandi
við veitan av lánum og røkt av
núverandi lánum.
Starvið er sambært lógini um Búnaðar-
grunnin tíðaravmarkað til 1. mai 2007.
Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.
Um Búnaðargrunnin
Starvið
Starvslýsing
Stjóri til Búnaðargrunnin
Umsøkjarin
Umsóknir
Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin:
•
hevur leiðsluroyndir
•
hevur hollan ástøðiligan og
praktiskan kunnleika til
roknskap og fíggjarviðurskifti,
umframt at verða vanur at
arbeiði við teldu
Umsókn við upplýsingum um útbúgving
og royndir, skal sendast til SPEKT
statsaut. revisorar Sp/f, í seinasta lagi
1. apríl 2005.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Súna Schwartz Jacobsen á
telefon 34 34 34.
Allar upplýsingar og umsóknir verða
viðgjørdar í trúnaði.
•
dugir at arbeiða sjálvstøðugt
•
hevur góð samstarvsevni
•
dugir væl at málbera seg í skrift
og talu.
Spekt statsaut.
revisorar Sp/f
spekt@spekt.fo
www.spekt.fo
Staravegur 1
Postboks 3258
FO-110 Tórshavn
Telefon 34 34 34
Telefaks 34 34 35
Heiðavegur 15
Postboks 190
FO-600 Saltangará
Telefon 474 474
Telefaks 474 475
Correspondent Firm of
International
a Swiss Cooperation
KPMG
Hvussu fáa vit ferðafólk
at surfa til Føroya?
Grækarismessu-
hald í Vági
Sum vanligt á hvørjum ári, so skipar skótaliðið í
Vági fyri grækarismessuhaldi 12. mars. Haldið
verður við minnisvarðan klokkan 15.
Skótarnir fara til gongu úr skótahúsinum hálvan
tíma undan haldinum.
Varaskúlastjórin og fyrrverandi landsstýris-
maðurin Óli Holm heldur grækarismessurøðuna í ár.
Kórið Ljómur tekur lut við sangi, sum vanligt er.
Aftaná bjóða skótarnir kaffi í Framtíðini. Um ikki
viðrar, so verður grækarismessuhaldið inni í
Framtíðini.
-do-
Felagið Føroyskir Sjúkra-
røktarfrøðingar mótmælir
harliga ætlanini hjá leiðsl-
uni á Landssjúkrahúsinum,
at siga 8 sjúkrarøktarfrøð-
ingum á føðideildini úr
starvi, samstundis sum
annar starvsbólkur verður
settur inn á deildina í
staðin.
At hetta skal kunna brúk-
ast sum ein liður í sparing
og menning, meta vit, sum
ein beinleiðis reingjan av
sannleikanum.
Vit meta, at ætlanin hjá
leiðsluni hevur ikki sjúk-
lingin í fokus og at avleið-
ingarnar verða, at sjúk-
lingar, barnið, familjan og
serliga kvinnan aftur verða
fyri vanbýti. Við uppskot-
inum, meta vit ikki, at
trygdin hjá sjúka pinku-
barninum verður sett í há-
sæti
Føðideildin á Lands-
sjúkrahúsinum kann ikki
samanberast við føðideildir
í Danmark. Føðideildin er
ein blandað deild, ikki bert
ein føðigongd, men eisini
ein
sjúkradeild
við
neonatalari deild. Afturat
vanligum
barnsburðum
tekur hon sær av ov tíðliga
føddum
(præmaturum)
børnum, børnum við breki
og sjúku annars.
Hesi kunnu væntast at
verða verri fyri, tá tey
serkønu á økinum fara at
mangla á deildini og kvali-
teturin í røktini gerst verri
enn í dag. Starvsbólkurin,
sum eftir ætlanini skal
avloysa sjúkrarøktarfrøð-
ingarnar, er ikki skúlaður
til hesar uppgávur.
Á neonatalum deildum í
Danmark
starvast
bert
læknar og sjúkrarøktar-
frøðingar.
A 3, songardeildin fyri
kvinnusjúkur, er júst aftur-
latin mestsum frá degi til
annan og tekur føðideildin
sær tí, umframt av teim
frísku barnakonunum, eis-
ini av sjúkum barnakonum,
ið allar hava krav uppá
kvalifiseraða sjúkrarøkt.
Í hesum sambandi er ætl-
anin eisini at minka talið av
songarplássum á føðideild-
ini og koma tí fleiri kvinnur
at eiga ambulant. Her skal
gerast vart við, at Heilsu-
frøðiskipanin ikki er fyri-
reika til hesa uppgávuna.
Sum er, eru enn øki í land-
inum, ið ikki hava heilsu-
frøðing.
Felagið
Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
mótmælir harliga ætlaðu
broytingunum
á
Føði-
deildini og meinar, at tær
eru óneyðugar á eini væl-
virkandi deild við vælút-
búnum
og
dugnaligum
sjúkrarøktarfrøðingum, ið
hava førleika at útinna allar
kravdu
sjúkrarøktarupp-
gávurnar.
10. mars 2005
Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
Yvirlýsing frá Felagnum
Føroyskir Sjúkrarøktar-
frøðingar
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in