leygardagur 12. mars 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 • leygardagur • 12. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Tingið tekur sær
um reiggj
Tinghellan síða 41
– Tað liggja stórir fram-
tíðarmøguleikar í fars-
og surimi framleiðslu
úr svartkjafti, heldur
Petter Aune, fram-
leiðslustjóri umboð á
Nærabergi. Hann hevur
arbeitt saman við
Røkke síðani fyrstu
frambrotini á havinum,
og nú er hann við
Nærabergi
NÆRABERG
Jógvan Eliasen, umborð á
Nærabergi
brigde@naraberg.jfk.fo
Hann var bert 23 ára gamal, tá ið
hann gjørdist framleiðslustjóri
umborð á framleiðslutrolararnum
»Golden Alaska« hjá Kjell Inge
Røkke. Hetta varð bert eitt av
mongum verksmiðjuskipum hjá
tí tá unga Kjell Inge Røkke úr
Molde, ið byrjaði sítt peninga-
veldi í Seattle í USA.
Og Petter Aune kemur eisini úr
Molde og kom í samband við
Røkke í 1983.
– Eg flutti yvir til Seattle fyri
at kanna umstøðurnar har, og
úrslitið bleiv eitt áralangd
uppihald í USA, har eg arbeiddi
fyri reiðaríið hjá Røkke sum
framleiðslustjóri umborð á fleiri
av hasara skipum, sigur Petter
Aune á ein stillføran hátt, her vit
sita á kamari hansara umborð á
Næraberg og práta.
Fer at framleiða surimi
– »Golden Alaska« var uppruna-
liga bygdur til at framleiða fløk
og mjøl umborð, og veiðan var
fyri tað mesta alaska pollock,
men í 1988 varð skipið siglt til
Japan, har ein nýggj tátíðar
háteknologisk surimifabrikk
bleiv installerað í skipið. Eg var
sjálvur við í Japan, meðan verk-
smiðjan varð sett í, greiðir Petter
frá.
– Tey fyrstu árini vóru vit
vanliga 2 til 3 mánaðir umborð,
og einar tvær til tríggjar vikur
heima.
Og fiskiskapurin gekk væl,
sera væl, og í fleiri ár var
»Golden Alaska« fremsta skipið
til fiskiskap og úrtøku. Í 1988
hevði ein norsk avís eina grein
um Petter og hansara ævintýr í
Alaska.
Petter Aune hevur siglt við
skipum hjá Røkke síðani, bæði í
Alaska, í Russlandi og í Afrika.
– Kjell Inge Røkke, ið eisini
kemur úr Molde, er góður við
sínar starvsfelagar, og gert tú eitt
gott arbeiði, hevur tú møguleikan
fyri at vera verðandi í reiðaríin-
um. Eg havi so starvast í Ameri-
can Seafood og Norway Seafood
líka síðani – og eg skal ikki
klaga, sigur Petter Aune.
Røkke var treiskur
Keld Inge Røkke, ið telist ímill-
um mætastu peningamenn í
Noregi í dag, byrjaði sjálvur á
dekkinum. Hann hevur lítla og
onga skúlagongd og arbeiddi
sum trolmaður umborð fiski-
skipum, áðrenn hann byrðaði sítt
imperium í USA við at keypa
sær ein lítlan bát, ið síðani blivu
til tveir og so fleiri og fleiri. Men
byrjanin hjá Røkke var tung, og
hann hevði nógvan andróður –
treiskur sum ein hestur sleit hann
tó í tí. Hugsjónargrundarlagið
hjá Røkke bleiv at byggja risa-
stórar og framkomnar trolarar
við egnari framleiðsu umborð.
Og hetta skuldi vísa seg at verða
rætt. Og nógv stór skip vórðu
bygd, fyrst American Empress,
American Dynasty á Ulstein
Verft og American Triumph hjá
Langstein í Tomrefjord skipa-
smiðjuni, ið nógvir føroyskir
reiðarar kenna.
Og júst fyrsta skipið í røðini,
American Empress, hevur ført
Petter Aune í føroyskan sjógv, tí
American Empress er í dag
vorðin til Næraberg.
Orsaka broyttum umstøðum í
fiskivinnumynstrinum kring
heimin hevur Røkke eisini verið
noyddur at finna nýggj øki til
síni góðu skip, og tá JFK Trol í
Klaksvík hevði svartkjaftaloyvi,
rann saman ímillum felagið hjá
Røkke og JFK, og Næraberg-
ætlanin varð sett í verk.
Nú síggja vit úrslitini.
Petter Aune hevur verið við í
Næraberg-ætlanini, síðani hon
byrjaði, og hann er sannførdur
um, at framleiðsla av surimi og
øðrum svartkjaftaúrdráttum gerst
eitt gullnám.
– Framleiðslan umborð á
Næraberg hevur verið økt hvørt
ár, við tað at vit hava fingið
úrtøkuna úr 7% upp í 25% teir
bestu dagarnar, og tá fiskurin er
góður. Seinastu túrarnir hjá
Nærabergi hava verið teir bestu,
og úrtøkan hjá manningini gerst
eisini betur.
Eitt av vandamálunum við at
fiska svartkjaft til mannaføði er
framleiðsluorkan, tí fiskurin skal
framleiðast rímuliga skjótt, eftir
at hann er komin á dekkið. Tá
góður fiskiskapur er, kemur tað
mangan fyri, at skipið ikki fær
fiskað, men liggur og bíðar við
posanum úti, fyri at sleppa av
við fiskin umborð. Hetta er ein
trupulleiki hjá Nærabergi í dag.
Næraberg er
eitt gamalt skip
Royndirnar við Nærabergi hava
verið læruríkar. Svartkjaftur er
sera væl egnaður til surimi
framleiðslu, tí konsistensurin og
bindievnini í fiskinum eru góð –
nógv betur enn t.d. úr Alaska
Pollock. Og keypararnir eru við
at síggja, at vøran, ið er fram-
leidd umborð á Nærabergi, er
ímillum heimsins bestu surimi-
vørur.
Og Kjell Inge Røkke hevur
boðið føroyingum eitt nýggjari,
størri og betur egnað skip inn
fyri Næraberg. Skipið kallast
Atlantic Navigator, - ella betur
kent sum »Monarkurin«.
–Hetta skip er størri enn nýggi
Skálaberg og hevur bert verið í
vinnu í tvey ár. Um tað eydnast
Føroya Landstýri, JFK Trol og
Norway Seafood at semjast um
ein felags rakstur fyri nýggja
skipið, ætla vit at seta nýggja
verksmiðju í tað, so vit fáa tvífalt
so stóra framleiðsluorku sum
Næraberg. Skipið hevur størri
motororku og er bíligari í rakstri
á mangan hátt. Mannignartalið
við Næraberg er um 80 fólk og
kemur nýggja skipið inn, verður
talið økt til eini góð 100 starvs-
fólk.
– Persónliga síggi eg stórar
møguleikar í at framleiða
svartkjaft til matna, sigur ein
royndur surimi maður við 20
árum á baki innan hesa fram-
leiðslu. Og tað er Petter Aune,
framleiðslustjori umborð á
Nærabergi, ið eigur hesi orðini.
Arbeitt saman við Røkke í 20 ár
Petter Aune á brúnni saman við skiparanum Leon Petersen
Viggo Breivik, arbeiðsformaður, og Petter Aune práta saman á verksmiðjuni
umborð á Næraberg