Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 50 - 12. mars 2005 Skyldmann, skilamann, sambandsmann! Hornamann, sum ikki enn hevur runnið hornini av sær. Vertskapsmann. Vinanna vin. ViljOrmur! Vorðið sum vágiligt og virðiligt navn! ið rýkur av raskleika, roki og rossi og Kornusar kvæði: "Tað var reysti Viljormur, hann sínum svørði brá" og "Viljormur reið í herin fram" og reglan um kappríðing hansara á Skemmingi: "Viljormur sprakk í oddan fram". Og eftirnavnið! Kann ikki vera hóskiligari fyri Havnarborgara og samstundis heimsborgara, sum húsvandur ferðast í heimi Tórs og annara guda, tá ið hann – tignarliga – ber fram sínar mentaðu megnarrøður. Viljormur vinmaður er vakur maður, bæði ásýniligur og ásíggiligur. Ásjónin grisk gudaborin Nøsin hábærsligt fínliga risin sum Svartbakstindur í rísandi sól. Eyguni gløgg, blá skiftandi ímillum bítskan skerping og brosandi lýkku – Stundum – sorgbitin sár. Spelkin spákar hann. Stígur snarur og snúiliga í saðilboga. Ríður reystliga um reyn í sólarroða. Fattur sum ein kongur. Ungligur sum ein drongur. Meira verður ikki um hamin greinað. – – – – Sinnalagið: Ein virtuos kompositión av sandpappíri, ánni úti í Horni, vulkanini Vesuv og kelduni Vígdá, vígda, sáttliga vatnæðrin undir Sunnaraskarði: Virkin, perlandi og reint lyntur sum løkurin. Vanliga mildur og mjúkur sum baksíðan av blankiblaðnum - vendir tó onkuntíð forsíðuna av sandpappírinum fram – ta fíntkornutu við sandkornatættleika 3/4 – sum ikki rispar so hvast. Men av og á – oftani óvæntað – gníggjar hann við grovkornuta pappírinum sum fær gosfjøll at goysa. Tá flíggja fólk og fæ. _ _ _ _ _ Nei vinur okkara Viljormur er als eingin keðilig bløka ella hálvur kveistur, sum sópar skarn undir borð, men háttvirdur høvdingi, sum heldur sítt orð. _ _ _ _ _ Hegnisligt handalag hevur hann í bæði borð. Faðirin, Vilhelm í Horni, Havna-Vilhelm, Brúgva-Vilhelm, var fúrstin, sum hvønn jólaaftansdag á føðingardegi sínum í føroyskum festbúna játtaði tokka sín til ommu, sum onkuntíð var fosturmamma hansara, við at trína inn um gátt hennara við einari tign, sum hevjaði hann heiðurliga til einasta keisara í Føroyum, á sama hátt sum greivin í Bø var einasti greivi og biskuppur í Bø einasti biskuppur har. Kongur búði eisini í Bø! Lætta, skemtiliga, tó viðkvæma sinnið, hegnið og stóra hjartað hevur vinur okkara Viljormur eisini eftir móður síni Onnu, dóttir hegnarmannin Napolion uppi í Lon. Hesu stórbaru, virksomu konu, sum kveistraði hvørja byrðu til viks, og við breiðu bringu síni varliga fevndi um hálva sneis av børnum, alt Bøfressar, sum stetlaðu ímillum vakurt og væl við Tórshamara snøggaðar steinar í Tórstúninum rundan um smáu, rúmsáttu Tórshúsini í Tórshavn. Viljormur, vitugi vinmaður okkara er margbroyttur maður. Royndir hansara rúma um annað enn ross: Fyrrverandi byggimatadorur Byrsumaður, sum ikki brýggjar seg um byrsur og byrsumenn Kappróðrar- og kappríðingarmaður, kappi Keypmaður og Klubbamaður. Talari, temjari og traðarmaður. Trolaramaður við Norðbúgvanum á Norðurhøvum har teir eftir einum túri í fjøruti fimm fiskaðu fyri fýra fimtingar av føroysku fígggjarlógini. Tá. Ferðamaður, fundarmaður og felagsmaður Oftani formaður. Oxygenmaður: Ilt og gass "Mest gass", hevur argasti vinur hansara Rógvi sagt. Í hvussu er hann átti at tagt. _ _ _ _ _ Góði vinur okkara Viljormur! Tilukku. Og takk fyri ríðibreyt og ríðiferðir suður undir Kamb Sreymoynna á tamb eftir Oyggjargøtu. Av Oyrabakka í Elduvíkslíð Av Hornafirði við Hornamonnum til Egils stað og Eiðar Av Seyðisfirði til Heraðsflóa Og av Skagafirði til Gullfoss og Geysir. Takk fyri ferðir saman at síggja føroyskan fótbólt í fremmandum londum við landsliði Føroya, har vit sjeikar svóvu, snorkaðu og skálaðu siviliseraðir saman uttan at synda stórliga Harafturat takk fyri hvønn heilsugevandi dropa at dryppa í viski úr vatnlindini Vígdá. Og takk fyri góðveðursløtur í Grønu Brekku undir Neytaskarði og óveðursløtur tá nøtrandi stóð hvør varði. Men allarmest takk fyri Viljormur, veldugi vinur, at tú, eins og veðurlagi í føðilandinum Føroyum, álítandi óstøðugt og støðug skiftandi ert tann, sum tú ert. Vamm er í hvørjum góðgripi. Mong eru ellis vomm. Tó ikki hjá tær. Vinur er hann, ið vomm sær. Á føðingardagsmorgni Heðin í Horni Til mín góða vin Viljorm