Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-12, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 2005síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 50 - 12. mars 2005 Avloysarastørv til sambýlið Fobbaklettur Av tí at tvey av okkara starvfólkum fara í barnsburðar- farloyvið,søkja vit eftir avloysarum: 1 starv á fulla tíð frá 1. mai til 30. novembur 2005. 1 starv á fulla tíð frá 1. juni til 31. desembur 2005. Vit søkja eisini eftir fólki at avloysa í summar- frítíðini. Vit eru eitt sambýlið við 5 sinnisveikum búfólkum, vit arbeiða við miljøterapi og kontaktpersónskipan Vit kunnu bjóða eitt fjøltáttað og mennandi arbeiði, við nógvum avbjóðingum, har fleiri av aktivitetun- um eru út av húsinum. Við í tí dagliga arbeiðinum er eisini upplæring og frálæra. Førleikakrøv: Viðkomandi útbúgving Psykiatriskar royndir ella aðrar viðkomandi arbeiðsroyndir Hava áræði og hegni at arbeiða sjálvstøðugt Lønar- og setanarviðurskifti: Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála mill- um Fíggjarmálaráðið og Føroya Psykiatrifelag, Føroya Pedagogfelag, Heilsuhjálparfelag Føroya. Tann, ið settur verður skal kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til leiðaran Signu Andreasen tlf. 227268. Umsóknarfreistin er: 23. mars 2005. Hevur hettar tín áhuga,og tú heldur tú ert rætti per- sónur, so vinarliga send eina umsókn við avriti av prógvi og øðrum upplýsingum til: Sambýlið Fobbaklettur Att: Signa Andreasen undir Fobbakletti 14 360 Sandavágur Heimarøktin og Serforsorgin Deildin fyri sinnisveik Starvsstovuhjálparfólk til Havlívfrøðiligu royndarstøðina Eitt starv sum starvsstovuhjálparfólk er leyst at søkja á Havlívfrøðiligu royndarstøðini í Kaldbak. Á Havlívfrøðiligu royndarstøðini verður arbeitt við botndjórum í havinum, og til hetta arbeiði hava vit brúk fyri einum hjálparfólki til at taka botnsýni, fyrireika sýni til víðari viðgerð og røkt av hesum. Sýnistøkan er sum oftast við báti. Fyrireiking av sýnum fevnir um sálding, fiksering í formalini, skoling og konservering við spritti.Víðari viðgerð fevnir um skiljing av sýnum undir sjóneyku, turk- ing og brenning av sýnum og sálding av turr- sýnum.Til arbeiði hoyrir eisini at røkja sýnissavn- ið, sum bæði er røkt við teldu og á goymslu. Ein stórur partur av arbeiðinum hevur við sær at arbeitt verður við formalin- og sprittviðgjørdum sýnum. Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving t.d. BS í lívfrøði ella starvsstovuútbúgving Tað er eitt krav at hava góðan kunnleika til teldunýtslu yvirhøvur, og serliga forritini Word, Excel og Access, og tað er ein stórur fyrimunur at hava góðan kunnleika til ryggleys dýr í sjónum. Starvið er roknað sum 60% av fulltíðarstarvi, og lønin verður sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og avvarðandi fakfelag. Starvið verður at seta skjótast gjørligt, og um- sóknir skulu sendast til Havlívfrøðiligu royndar- støðina, Mjólkargøta 3, 180 Kaldbak, og vera okk- um í hendi ikki seinni enn 28. mars. 2005. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jan Sørensen, leiðara (Jan@havbotnur.fo). Kaldbak 8.mars.2005 Havlívfrøðiliga royndarstøðin Tlf 356111 Mentamálaráðið Fólkaskúladeildin Endurlýsing Skúlastjórastarv í Felagsskúlanum á Oyrarbakka Starvið sum skúlastjóri í Felagsskúlanum á Oyrar- bakka verður lýst leyst til setanar frá 1. apríl 2005. Starvið er lønt sambært avtalu millum Fíggjarmála- ráðið og Føroya Lærarafelag og verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann sum sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari framman- undan. Víst verður annars til nærri lýsing av starvinum á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum www.mmr.fo Umsóknirnar skulu verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi hósdagin 17. mars 2005. Umsóknarblað liggur á heimasíðuni hjá Mentamál- aráðnum. Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið,kanst tú ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, ella Olaus Jespersen, deildarstjóra. Tórshavn, 1. mars 2005 Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 · Postrúm 3279 · 110 Tórshavn Telefon 355050 · Fax 355055 e-postur: mmr@mmr.fo Reyði Krossur Føroya Aðalfundurin sunnudagin 13.mars 2005 kl.15.00 í húsinum,Vágsbotnur. Nýggir limur kunnu tekna set á fundinum, ella senda inn hendan lepan: Ynski um at tekna meg sum lim: Navn: Bústaður: Tlf. Limagjald kr. 150 kr. húskið 400 kr. feløg/stovnar Reyði Krossur Føroya Boks 1015 • FO-100 Tórshavn Skrivstovufólk til Vágs kommunu Søkt verður eftir Skrivstovufólki til Vágs Kommunu at byrja 2. mai 2005. Førleikakrøv: Útbúgving innan skrivstovuyrki. Royndir innan skrivstovuyrki. Setanartreytir: Talan er um fulltíðarstarv. Starvið er lønt í lønarflokki 2, stig 1, samsvarandi sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommun- ala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Petry Joensen tlf. 373024 Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skal verða Vágs Kommunu í hendi í seinasta lagi 29. mars 2005 kl. 12.00. Umsóknin skal sendast til : Vágs kommunu FO-900 Vágur Viðm. Skrivstovufólk Internet Sosialur www.sosialurin.fo in