leygardagur 12. mars 2005síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Nr. 50 - 12. mars 2005
Stuðul til
mentanarlig tiltøk
Á fíggjarløgtingslógini 2005 er peningur settur av til
stuðul til ymisk mentanarlig og listarlig tiltøk og
verkætlanir innan- sum uttanlands.
Játtanin er ætlað at birta upp undir og stuðla einum
virknum og mennandi mentanarlívi á bygd og í býi,
at flyta fram og gera føroyska mentan og list sjónlig-
ari innan- og uttanlands, og at geva stuðul til før-
oyskar verkætlanir, ið lutvíst verða fíggjaðar við
stuðli frá Norðurlendska Ráðharrastovninum,
Norðurlendska Mentanargrunninum ella stovnum
og nevndum undir Norðurlendska Ráðharrastovn-
inum. Stuðul kann eisini veitast einstaklingum til ný-
skapandi listarlig ella mentanarlig tiltøk, verkætlan-
arfyrireiking og annað listarligt virksemi.
Áhugað eru vælkomin at søkja. Umsóknarblað eigur
at nýtast.
Freistin at søkja er týsdagin 15. mars 2005
Stuðul til
barna- og ungdómsarbeiði
Tann upphædd, ið Mentamálaráðið umvegis Sp/f
Ítróttarvedding fær burturav veddingarpeninginum,
verður nýttur sum stuðul til tiltøk og verkætlanir til
gagns fyri børn og ung.
Tey,ið skipa fyri tiltøkum og standa fyri verkætlanum,
sum eru børnum ella ungum til gagns,eru vælkomin
at søkja. Umsóknarblað eigur at nýtast.
Freistin at søkja er fríggjadagin 15. apríl 2005
Stuðul til myndlistafólk
Peningur er settur av á fíggjarløgtingslógini 2005 til
stuðul fyri myndlistafólk. Listafólk sum eru undir
útbúgving kunnu søkja. Yrkislistafólk kunnu søkja
um stuðul til eftirútbúgving og til námsferðir.
Umsóknarblað eigur at nýtast.
Freistin at søkja er týsdagin 15. mars 2005
Tey, ið ynskja at vita meira um stuðulin, eru vælkomin at venda sær til Mentamálaráðið á telefon 355050.
Umsóknarblað:
Allar umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið.Umsóknarbløð og vegleiðingar
eru at finna á internetinum á: www.mmr.fo, ella fáast við at venda sær til:
Mentamálaráðið
Postrúm 3279 - 110 Tórshavn
Telefon 35 50 50 – Telefax 35 50 55
e-postur.: mmr@mmr.fo
MENTAMÁLARÁÐIÐ
Almannastovan
Skrivstovufulltrúi
á Almannastovuni
Hevur tú hug at royna tíni evni í einari
organisatión í støðugari menning? So er hetta
kanska nakað fyri teg. Eitt fulltíðarstarv sum
skrivstovufulltrúi við tænastu á Veitingardeildini á
Almannastovni er leyst at seta pr. 16. apríl 2005.
Um deildina:
Á Veitingardeildini í Tórshavn arbeiða í løtuni 11
starvsfólk. Økið hjá deildini eru allar lógarbundnar
veitingar. Tær eru pensjón, stuðul til uppihalds-
pening, dag- og barnapening.
Arbeiðs- og ábyrdarøki:
• Pensjónsmál - eftirlit og ávísing
• Dag- og barnapengamál - eftirlit og ávísing
• Uppihaldspeningur - eftirlit og ávísing
• Eftirlit
við
langtíðar
veitingum
frá
almannamiðstøðunum
• Ráð og vegleiðing til málsviðgerar á deildini
• Upplæring av nýggjum starvsfólkum
• Lóggáva - at menna EDV-kervið til nýggja
lóggávu
• Hagtøl
• Samskifta við aðrar partar av Almannastovuni
• Aðrar uppgávur
Útbúgving:
Skrivstovuútbúgving,
merkonom ella onnur
viðkomandi útbúgving.
Førleikakrøv:
Góðan kunnleika til KT og Office forritini
Gáðan málburð bæði munnliga og skrivliga
Góð samstarvsevni
Sjálvstøðug/-ur
Evni og vilja til at arbeiða í heildarloysnum og
tvørfakligt
Dámar væl avbjóðingar og er ágrýtin
Lønar- og setanarviðurskifti:
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála
millum fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið.
Byrjunarlønin er í lønarbólki 4.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Tummas Djurhuus, deildarleiðara á Veitingardeild-
ini tlf. 353510.
Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum o.ø. skulu vera
Almannastovuni, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096,
110 Tórshavn í hendi innan 31. mars 2005 kl.
12:00.
Um Almannastovuna
Fyri at betra um tænastustøði hevur Almannastovan framt
bygnaðarbroytingar, har fleiri tænastur eru lagdar út á økini,
soleiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til
tænasturnar.
Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva
almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært
almannalóggávuni eins og at taka avgerðir.
Almannastovan hevur fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu
ábyrgdina av veitingum, fyriskipaðar eftir pensjón- dagpeninga-
og forsorgarøkinum v.m.
Stovnurin umsitur fyri umleið 800 mill. kr. og her arbeiða umleið
100 fólk.
Almannastovan hevur almannamiðstøðir í Tórshavn, Suðuroy,
Eysturoy og í Norðoyggjum, og harumframt fevnir stovnurin um
Hjálpartólamiðstøðina og aðrar landsdekkandi serdeildir.
Tvingsilssøla
Tvingsilssøla verður av
sethúsaognini matr. nr.
218a, Hvalba, fríggja-
dagin tann 8. apríl 2005
kl. 10.00 í Føroya Fúta-
rætti, C. Pløyensgøta 1,
Tórshavn.
Sethúsini eru 48 m2 til
víddar.
Húsini standa á festi-
jørð, sum skal frábýtast
og keypast sambært til-
søgn frá Føroya Jarðar-
ráði.
Frábýtta
grundøkið
verður mett at vera
umleið 150 m2 til víddar
og kann yvirtakast fyri
8.000,00 kr. umframt
frábýtingarútreiðslur,
ómaksløn og tinglýs-
ingargjald.
Ognin verður seld upp á
vanligar tvingsilssølu-
treytir.
Heygum &
Petersen