týsdagur 15. mars 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 51 - 15. mars 2005
Kirkjuklokkan vakti grannarnar
á miðjari nátt
Fólk hugsaðu helst
bæði eitt og annað, tá
kirkjuklokkurnar í
Vesturkirkjuni brád-
liga fóru at ringja við
megi seint fríggja-
kvøldið. Hvørji
ófrættatíðindi mundi
henda ringingin bera
við sær. Ella var onkur
farin inn í kirkjuna
fyri at ringja á náttar-
tíð. – Eg hevði ilt við
at trúgva tí, tá fólk
ringdu meg upp og
boðaðu frá hesum.
Men satt var tað, sigur
klokkarin, Signar
Dam
KIRKJUKLOKKUR
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havnin:
Vanliga ringja
kirkjuklokkurnar, tá onkur
tænasta er í kirkjuni. Hesar
tænastur liggja tær flestu
um dagin ella um kvøldið.
Men tá ein kirkjuklokka
brádliga fer at ringja við
megi á miðjari nátt, tá man
okkurt serligt vera áfatt.
Tað hildu í øllum førum
grannarnir hjá Vesturkirkj-
uni, sum seint fríggjakvøld-
ið vórðu vitni til nakað, tey
aldrin áður høvdu upplivað:
Tá klokkan var farin nakað
av hálvgum eitt, byrjaðu
báðar klokkurnar í høga
torninum í Vesturkirkjuni
brádliga at ringja. Tað vóru
ikki einans tímasløg, men
tær ringdu í meiri enn hálv-
an tíma, áðrenn klokkarin
fekk steðgað teimum.
– Eg lá í fasta svøvni, tá
eg varð uppringdur av ein-
um manni sum boðaði frá
hesum. Satt at siga trúði eg
honum ikki. Var tað um
dagin, so var í lagi, men á
náttartíð...
– Nei, slíkt er ongatíð
hent áður, sigur ein av
klokkarunum við Vestur-
kirkjuna, Signar Dam við
Sosialin.
Hann fekk rættað brekið,
og so tagdu klokkurnar aft-
ur, og hann kundi róligur
fara til húsa aftur at sova
víðari. Og tað sama kundu
eisini grannarnir í Vestur-
býnum.
Ófrættir ella skemt
Tað kavaði eitt sindur, tá
Signar fór til songar hetta
fríggjakvøldið. Og hann lá
framvegis í fasta svøvni, tá
telefonin heima við hús
brádliga fór at ringja.
Hann fór upp og hoyrdi í
hinum endanum ein mann
greiða frá, at klokkurnar í
Vesturkirkjuni vóru farnar
at ringja av grimd. Og einki
var sum bendi á, at tær ætl-
aðu sær at steðga í bræði.
– Hóast eg kendi hann
væl, so hevði eg ta fyrstu
løtuna sera ilt við at trúgva
honum. Tí hví í víðu verð
skuldu klokkurnar ringja
beint tá, sigur Signar.
Hin maðurin fekk so
sannført hann um at tað var
so sum hann segði, og
Signar skræddi seg í klæð-
ini fyri at leypa oman í
kirkjuna.
Hann var tó ikki meiri
enn komin í skjúrtuna, tá
telefonin ringdi á øðrum
sinni: Hesaferð var tað
Politistøðin í Havn, sum
boðaði frá hesum sama.
Hagar høvdu fólk í hópa-
tali ringt og sagt frá hesum
undarliga fyribrygdinum,
nú kirkjuklokkurnar ringdu
á miðjari nátt.
Fólk undraðust á, hvat nú
var á vási. Onkur hugsaði
um farnar tíðir, tá klokku-
ringing boðaði frá ófrættum,
meðan onnur hugsaðu um
jarðskjálvta og tað ið verri
var hetta kavakvøldið. Og
onkur siteraði heitið á bók-
ini hjá John Steinbeck "Fyri
hvørjum
ringja
klokk-
urnar?".
Og onkur triði hugsaði
beinanvegin um at tendra
útvarpið, tí hetta kundi ikki
merkja annað enn at nú var
okkurt sera álvarsamt hent
onkustaðni.
Hurðin var læst
Sum tann kviki og góði
maðurin fyri kirkjuna, sum
Signar er, var hann løtu
seinni við kirkjuna. Hann
kundi tá staðfesta tað sama
sum øll hini: At klokkurnar
gingu heitar í ringingini.
Hóast seint var sóust
fleiri bilar koyra spakuliga
framvið kirkjuni, sum vildu
fólk vita, hvat nú var á vási.
Líkt var ikki til, at nakar
ætlaði sær at hjálpa til.
Signar var sjálvandi eitt
sindur spentur, men sam-
stundis
ørkymlaður
av
hesum, tí - kundi onkur vera
farin innar í kirkjuna og
hevði sett klokkuringingina
í gongd?! Tann møguleiki
var sjálvandi til staðar.
– Eg kom framat høv-
uðsinngongdini fyri at vita,
um hon var læst. Og tað var
hon, so tí kundi eg rokna út,
at eingin var komin inn
tann vegin í øllum førum.
– Tá eg kom innar í for-
kirkjuna, rópti eg fyri at vita
um nakar var harinni. Tú
veit, vikuskifti var! Men tá
eg einki svar fekk, so visti
eg, at eg var einsa-mallur
harinni, sigur Signar.
Hann fann tó skjótt fram
til, hvar brekið lá. Tann
elektroniska stýriskipanin
hevði spælt kirkjuni eitt
puss, og hevði sett klokkur-
nar í gongd uttan orsøk.
Signar fekk steðgað ring-
ingini, sum tá hevði vart í
slakar 45 minuttir, og fólk
kundu aftur leggja seg at
sova.
Áðrenn hann fór heim-
aftur, ringdi hann aftur á
Politistøðina fyri at boða
frá, at nú var aftur náttar-
friður í Vesturbýnum.
Stýriskipan uttan stýri
Síðani Vesturkirkjan varð
tikið í nýtslu miðskeiðis í
70’unum hevur ringingin
verið stýrd av eini ser-
stakari skipan.
Henda skipanin tekur sær
m.a. av tímasløgunum, men
so líðandi vóru brekini farin
at gerast týðiligari og týði-
ligari. Hon ringdi ikki tá hon
skuldi, tí ymiskar funksjónir
riggaðu ikki longur.
Hetta kundi kirkjuráðið
ikki liva við, og fyri einum
ári síðani varð ein onnur
elektronisk stýriskipan sett
upp, og hevur henda riggað
uttan stórvegis trupulleikar
–
líka
inntil
seinasta
fríggjakvøld.
Henda stýriskipan hevur
riggað væl. Hetta kvøldið
var streymveitingin tó eitt
sindur ójøvn, soleiðis at
ljósini høvdu hug at blunka
eitt sindur.
Tað er uttan iva hetta sum
hevur gjørt ta elektronisku
stýriskipanina eitt sindur í
ørviti. Fleiri av funksjónun-
um í hesi stýriskipanini
steðgaðu bara, meðan aðrar
tóku við, og soleiðis fingu
vit ta sjáldsomu hending-
ina, tá klokkurnar í Vestur-
kirkjuni byrjaðu at ringja á
náttartíð.
Nú verður so eitt no-
break anlegg sett upp fyri at
forða hesum í at henda
aftur.
– Eg trúði ikki manninum, tá hann segði at klokkurnar í Vesturkirkjuni ringdu av grimd. Men hann fekk so sannført meg um at
tað var rætt, sigur Signar Dam, klokkari við Vesturkirkjuna í Havn
Mynd: Jens Kr. Vang