týsdagur 15. mars 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 15. mars 2005
33
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
HEILSANIR
Góði Heini
Hjartaliga tillukku við 1 ára føðinardegnum í dag. Jesus
pápi signi teg.
Ynskja mostir og gubbi
Góði Heini
Omma og abbi ynskja tær
tillukku við tínum fyrsta
føðingardegi. Jesus pápi
verið hjá tær. Vit elska teg.
Ynskja Kirstin-omma og
Hans-abbi
Klaksvík fingið nýggjan
vinarbý í Tanzania
Seinasta leygardag lat
upp nýggj krambúð
"Gamalt/Nýtt" í
gomlu hølunum hjá
Óla Gaard við goml-
um vørum til endur-
nýtslu. Yvirskotið frá
søluni fer til missi-
ónsarbeiðið hjá
donsku missións-
rørsluni Danmission
STUÐULSBÚÐ
Dávur Winther/Snorri Brend
Klaksvík: Hevur tú hug at
ogna tær eina brúka lampu,
eina sofu ella ein tallerk, so
kundi borið á, at tú fekk
júst henda lutin í nýggja
handlinum.
Nú hava klaksvíkingar so
fingið henda møguleikan,
sum higartil hevur verið
nógv brúktur í øðrum lond-
um: At keypa ein lut,
samstundis sum ein er við
til at stuðla einum góðum
endamáli.
Danmissión hevur nú,
saman við góðum fólki í
Klaksvík, tikið stig til hesa
stuðulsbúðina, sum leygar-
dagin lat upp dyr sínar á
fyrsta sinni fyri almenning-
inum.
Við til upplatingina vóru
nógv fólk samankomin.
Millum hesi taldist Hans J.
Joensen bispur og borgar-
stjórin í Klaksvík, Stein-
bjørn O. Jacobsen, sum
báðir bóru fram heilsanir á
hátíðarligu løtuni.
Henda stuðulsbúðin er
tann 76. í røðini hjá donsku
missiónsrørsluni, og er
somuleiðis fyrsti handilin
av sínum slagi í Føroyum.
Samstundis hevur Klaks-
víkin tikið upp samband
við
Karagwe-stiftið
í
norðara parti av Tanzania.
Stuðul til arbeiðið
Tá ið bispur Hans Jacob Jo-
ensen, bispur fyri fáum ár-
um síðan var í Karagwe-
bispadømi í samband við
innsetan av biskopi har,
kom upp á tal at gera eitt
samstarv við Føroyar um
hjálpararbeiði til Karagwe
bispadømið gjøgnum Dan-
missión.
Og prátið hevur nú borið
frukt! Við hjálp av nógvum
góðum fólkum sæst úrslitið
í hugnaligu hølunum á
Klaksvíksvegi, har Malan á
Mýri skal taka sær av tí
dagliga arbeiðinum saman
øðrum góðum fólki.
Talan er um eina kafé-
krambúð, har tú kanst seta
teg niður, og eisini fáa eitt
prát um, hvat Danmisión
er, og fáa upplýsandi tíðar-
rit um felagsskapin. Hópin
av áhugaverdum lutum,
innbúgv, prýðislutir, kertu-
ljós o.a.. fæst til keyps.
Í sambandi henda serliga
dagin vóru fólk komin niðri
frá við hópin av snotislig-
um innbúgvi frá harragørð-
um úr Danmark. Annars er
ætlanin, at fólk úr Klaksvík
og aðrastaðni skulu kunna
lata lutir til sølu og endur-
nýtslu.
Krambúðirnar
hava
stóran týdning í hjálparar-
beiðinum. Tær standa fyri
1/3 av inntøkuni hjá felags-
skapinum, sum hvørt er á
35 mill. Staturin játtar í ár
7,8 mill til Danmissión,
sum eisini hevur samstarv
við Danida.
Hølini vóru stúgvandi
full av fólki, sum vóru
komin saman at ynskja
stigtakarunum tillukku við
hátíðar løtuna, tá ið kram-
búðin lat upp:
Borgarstjórin Steinbjørn
O. Jacobsen, Torben Holm,
samskiftisskrivari;
Hans
Jacob Joensen biskopur og
Sonja Klein prestur hildu
røðu og fegnaðust um hetta
góða og slóðandi tiltakið,
sum stigtakanir fingu rós
fyri.
i
Danmission:
Stovnað 1. januar 2000
og hevur sín uppruna í
Det Danske Missionssel-
skab, sum varð stovnsett
í 1821.
Arbeiðir í 12 londum
við:Heilsu og umsorgan,
kirkjustuðli, landbúnað-
arráðgeving, tillagan av
nýdønum, útbúgving av
børnum og kvinnum,
religiónsdialogi, stuðuls-
og ættleiðingarskipan-
um fyri børn.
O.u. 2000 sjálvbodnir
hjálparar,30 trúðboðarar,
22 starvsfólk - o.u. 4000
børn
verða
stuðlað
gjøgnum skipanina. Um-
framt túsundtals menn-
iskju, sum verða hjálpt á
annan hátt gjøgnum ym-
iskar verkætlanir.
Teldupostur:
danmission@danmissi-
on.dk
Heimasíða:
www.danmission.dk
Borgarstjórin og sóknarpresturin vóru eisini samankomnir, tá
nýggja stuðulsbúðin lat upp leygardagin
Væl av fólki leitaði sær innar í Gamalt/Nýtt, har alskyns lutir eru at fáa
Góði Heini
Lukku og gleði
á tínum fyrsta
føðingardegi.
Jesus pápi signi
framtíð tína,
ynskja vit
Hallur