mikudagur 16. mars 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 52 - 16. mars 2005
Í síðstu viku og hesa
vikuna eru næmingar
í 9. flokkum í Havn í
praktikk. Eftirsum vit
sjálvar eru prakti-
kantar á Sosialinum,
hava vit valt at tosa
við fýra praktikantar
úr Venjingarskúlan-
um, sum eru á rætti-
liga ymiskum
praktikkplássum
STARVSVENJING
Guðrun Jacobsen og
Annika Isfeldt
– Mær dámar sera væl at
vera í praktikk í »Yndi
Fitness«! Vit eru tríggjar úr
9. flokki, sum eru í prak-
tikk her. Vit sleppa at brúka
allar maskinurnar, sum eru
her, sigur Ruth Apol Mor-
tensen um hennara prak-
tikkpláss.
– Vit tríggjar hava tað
ordiliga stuttligt saman.
Eisini tá vit vaska, hava vit
tað skeg. Hósdagin var ein
venjari fráverandi, og vit
sluppu so at taka ballettím-
arnir hjá honum. Ein dagin
sleppa vit at hava onkran
við og læra hann at brúka
maskinurnar.
Eg haldi, at tað koma
millum 100 og 150 fólk
hvønn dag, og tað er av-
gjørt eitt gott stað at koma,
um tú vilt tapa teg, ella um
tú vilt hava styrkitrening.
Eg hevði væl tímað at
arbeitt í »Yndi«, meðan eg
gangi í skúla, og havt tað
sum eitt síðustarv, men eg
hevði nokk ikki viljað ar-
beitt her altíð...
Um praktikkplássið hjá sær
í
SVF
sigur
Tórður
Jacobæus:
– Eg eri saman við
kameramonnunum og eri
við til at filma, tað er
super! Man møtir nógvum
nýggjum fólki, og man
prøvar nakað nýtt og øðr-
vísi. Hetta var grundin til,
at eg valdi tað.
Eg havi verið í ljóðrúm-
inum, til eitt politiskt kjak,
og eg havi verið við til at
gjørt »Gekkin« og »Dag og
viku«. Eisini havi eg verið
á Eiði til eina samrøðu við
ein skipara til »Dag og
viku«.
Hesa vikuna eri eg í
Mentanardeildini, har hin
praktikanturin var í síðstu
viku.
Eg havi lært nógv av at
verið her: hvussu alt gong-
ur fyri seg, og tað er nógv
meiri arbeiði í tí, enn eg
helt. Tað tekur langa tíð at
filma, og man bíðar nógv
eftir journalistunum. Tað
hevur verið sera áhugavert
at roynt, og eg hevði gjarna
viljað arbeitt antin sum
fotografur í sjónvarpinum,
sum programmleiðari ella
ljóðmaður.
Og hvat halda vit sjálvar
um at vera í praktikk á
Sosialinum?
– Tað er ordiliga stuttligt
og spennandi at vera í
praktikk her. Øll eru sera
fitt og hjálpsom, og vit
sleppa at gera ordiliga
nógv. Vit hava verið við til
samrøður og hava eisini
sjálvar skrivað nakrar
greinar. Vit eru báðar
áhugaðar í at skriva og
umhugsa báðar eina
útbúgving sum journalist-
ur. Eftir at vit hava sæð,
hvussu journalistar ar-
beiða, eru vit bert blivnar
uppaftur meir áhugaðar í
hesum faki, tí ongin dagur
er líka á Sosialinum.
Sera stuttligt at vera í praktikk
Leivur Samuelsen, sum er í
praktikk í skutarahandl-
inum »AD-IMPORT« for-
telur:
– Her er sera stuttligt at
vera! Her er sum oftast
nógv at gera, og er tað gott
veður, koma sera nógv fólk
inn á gólv.
Eg valdi hetta praktikk-
plássið fyrst og fremst, tí at
eg eri áhugaður í skutarum,
men eisini tí at eg kenni
mannin, sum arbeiðir her.
Um dagin eri eg í handlin-
um frá 10-17, og um kvøld-
ið eri eg til arbeiðis á verk-
staðnum. Tað er ætlanin, at
verkstaðið skal vera uppi
yvir handlinum, har tey eru
við at gera klárt til hetta,
men í løtuni, liggur tað nær
við Eysturskúlan.
Tað er øgiliga ymiskt,
hvussu langar arbeiðs-
tíðinar eru á verkstaðnum,
og eg haldi, at eg havi lært
sera nógv her um, hvussu
tingini skulu viðfarast. Tí á
verkstaðnum umvæla vit
skutarar og motorsúkklir.
Og tað kundi jú hent seg, at
man vildi havt hetta sum
framtíðarstarv...
– Týsdagin í farnu viku
vóru vit og svumu við
tveimum
dreingjum
úr
vøggustovuni. Hetta gera
tey eina ferð um vikuna í
»Býlingshúsinum
undir
Fjalli«, har eg eri í prak-
tikk, sigur Valborg Joen-
sen..
– Tað er ordiliga stuttligt
at vera saman við teimum
lítlu børnunum, og eg
sleppi at gera alt tað sama
sum tey vaksnu... uttan at
skifta blæðu. Í vøggustov-
uni eru 12 børn, sum øll
eru sera fitt.
Eg havi lært, hvussu man
ansar eftir børnum, og
hvussu man tosar við tey.
Eg hevði kanska viljað
arbeitt her eina tíð, men eg
hevði nokk eisini viljað
roynt okkurt annað.