mikudagur 16. mars 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 16. mars 2005
3
Tey, sum hava áhuga
fyri journalistútbúgv-
ingini og tíðinda-
flutningi sum heild,
kunnu nú fara á skeið
at fáa innlit í grund-
leggjandi arbeiðs-
hættir og viðurskifti
innan journalistikk
SKEIÐVIRKSEMI
Snorri Brend
Havn: – Hevur tú ein
journalist í búkinum? Ella
vilt tú bara vita eitt sindur
um journalistiska arbeiðs-
háttin?
Nú verður í øllum førum
ein møguleiki at fáa meiri
at vita um hetta, tí í seinnu
helvt av apríl verður nevni-
liga eitt skeið um grund-
leggjandi tíðindaflutning.
Á hesum skeiðnum kann
ein og hvør fáa hjálp til at
gera álvara av dreyminum
um at gerast journalistur.
Skeiðið er serliga hugsað
sum fyrireiking til teirra, ið
ætla sær til upptøkuroynd-
ina hjá Danmarks Journa-
listhøjskole (DJH). Henda
royndin verður í Føroyum
fyrsta leygardagin í mai
mánaði, men eisini tey, ið
ikki fara til hesa royndina,
kunnu njóta gott av skeið-
inum.
Tað er Per Højgaard,
samskiftisráðgevi ið skipar
fyri skeiðnum. Hann veit
nógv um hetta evnið, tí
hann bæði er útbúgvin
journalistur
og
hevur
royndir sum undirvísari.
Besta fyrireikingin
Per Højgaard hevur fyri-
reikað hetta skeiðið í eina
tíð.
– Hevur ein hug at fara til
upptøkuroyndina sum jour-
nalistur, so er hetta skeiðið
tann besta fyrireikingin
hann ella hon kann fáa.
– Men hetta skeiðið er
eisini til teirra, sum vilja
vita, hvussu fjølmiðlar og
tíðindaflutningur grund-
leggjandi eru skrúvað sam-
an, sigur Per Højgaard.
Skeiðið er í tveimum
pørtum og fevnir um tveir
dagar: Leygardagin 23.
apríl og leygardagin 30
apríl.
Ein vika er millum skeið-
dagarnar. Fyrra skeiðdagin
fæst eitt heildarinnlit í fjøl-
miðlar og tey vanligu jour-
nalistisku amboðini, meðan
seinni dagurin fer til venj-
ingar í at hugsa og skriva
journalistiskt.
Seinasta freist at melda
til skeiðið er týsdagin 29.
mars, men av tí at atgongd-
in til skeiðið er avmarkað,
er umráðandi at melda til
sum skjótast. Hetta kann
gerast
hjá
per.hojgaard@kallnet.fo
îAbq bo o^oq ^q j≠ohb) ^q j^k _ifsbo dla qfi kldib qfkd co^ _rkabk ^c å ld ^q abq dÎo eroqfdqî
J^ap) grkflolcä`boppqrabobkab
j^boph*phf_plcä`bo+ah
Sfi ar e^sb bq ^kps^opcriaq gl_) eslo ar _Îab ph^i _ordb elsba ld e≠kabo<