mikudagur 16. mars 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 52 - 16. mars 2005
Nýggj
ferðaætlan
1. apríl
Samferðsla: Í longri tíð
hava fólk hjá Strand-
ferðsluni arbeitt við at
fyrireika nýggju ferðaætl-
anina, sum skal galda tað
komandi árið.
Henda
ferðaætlanin
hevur verið til viðgerð og
hoyringar, og er nú so
mikið liðug, at hon er
nærum klár at fara til
prentingar.
Á Strandferðsluni fegn-
ast samskiparin, Andras
Jensen, um viðmerkingar-
nar, sum eru komnar.
– Arbeiðið hevur gingið
sera væl, og tí skuldi alt
tala fyri at hon kann koma
í gildi 1. apríl, sigur hann.
sb.
J&K sambinda
Landssjúkra-
húsið
Havn:
Tilboðini uppá
samanbindingina
av
nýggja og gamla bygn-
inginum hjá Landssjúkra-
húsinum vórðu upplatin
mánamorgunin.
Eftir hesi átti fyritøkan
J&K lægsta tilboðið og
bjóðar sær til at gera sam-
bindingina fyri slakar 5,7
mió kr., meðan Demich
kann gera ventilasjónina
fyri slakar 4,4 mió. kr.
Tummas Eli Hansen var
lægstur við el-arbeiðinum
og kann gera tað fyri 2,4
míó. kr., meðan Henning
Sørensen kann gera mál-
araarbeiðið fyri 182.000
kr. og Litaval gera gólvar-
beiðið fyri slakar 450.000
kr.
Oyvind Brimnes, stjóri
hjá Landsverki upplýsir,
at teir nú fara undir at
samráðast við feløgini,
sum áttu lægstu tilboðini.
So skjótt sum allar avtalur
eru klárar, kann arbeiðið
byrja, vónandi um ein
mánað.
Ætlanin er, at arbeiðið
skal verða liðugt í ár.
sb.
20 føroyingar
til NZ
Fiskivinna:
Tað
beit
beinanvegin á hjá New
Zealendska reiðarí’num
Amaltal.
Teir lýstu her í blaðnum
eftir føroyskum fiski-
monnum, og beint eftir
páskir fara teir fyrstu før-
oyingarnir avstað at royna
eydnuna sum fiskimenn á
Suðurhálvuni.
Tað skilst, at einir 20
føroyingar hava fingið
kjans við frystitrolarun-
um hjá reiðarí’num, og at
einir fýra ella fimm verða
við hvørjum skipi.
sb.
Showmenn í
Føroyahúsinum
leygarkvøldið
Leygarkvøldið 19.
mars leggja Show-
menn at í Keyp-
mannahavn og fara
at spæla til dans
UNDIRHALD
Tíðindaskriv
Showmenn eru eitt tað
heitasta navnið í Føroyum
í løtuni í sambandi við
Prix Føroyar, har teir hava
Eyðun Nolsøe sum skip-
ara. Nú fara teir at royna
onnur mið og hava fingið
eina avtalu um royndar-
fiskiskap
í
Føroya-
húsinum.
Manningin verður sum
vant Kim Hansen (key-
board og sang), James
Olsen (trummur og sang),
Jóhannes á Rógvi Joen-
sen (bass) og Jens Marni
Hansen (guitar og sang).
Matrósurin Jens Marni
sigur, at teir kanska eru í
bestu venjing nakrantíð
og lovar eitt ógloymandi
kvøld. Teir hava, umframt
at spæla við Eyðuni
Nolsøe, spælt saman við
Guðruni Sólju, men royna
nú einsamallir. Tað skuldi
ikki verið verri, tí teir
hava
tyngstu
rútmu-
gruppu og lættasta front í
landinum. Við Kim sum
skipara eru teir mest
spælandi bólkur í Føroy-
um fyri tíðina. Jóhannes
er kokkur og lovar eina
góða portión av blandað-
um tónleiki og eisini egið
tilfar.
Christianskirkjan og Alex
hugtóku sendiharran
Ein eftirhondini fast-
ur táttur í sambandi
við vitjanir býráðsins
er at uppliva fyrrver-
andi skúlastjóra
okkara, Alex Sólstein,
sum við livandi frá-
greiðing og sangi í
flottu Christians-
kirkjuni hugtekur
hvørja ferð
VITJAN
tíðindaskriv
Hann er eftirhondini blivin
ein lokalur umboðsmaður,
Alex Sólstein, ið sum fyrr-
verandi skúlastjóri og lær-
ari er málsligur snillingur
burturav.
Tá kanadiski sendiharrin,
Fredericka Gregory, í vik-
uni var á vitjan í Klaksvík,
gekk leiðin m.a. niðan í
Christianskirkjuna,
har
Alex greiddi sera hugtak-
andi frá teimum trimum
metunum,
kirkjan
ser-
merkir seg við.
1 - Christianskirkjan er
tann einasta kirkja í heim-
inum, sum hevur ein Fresco
á lørifti sum altarmynd.
2 - Christianskirkjan er
tann einasta kirkja í heim-
inum, sum hevur skírnar-
funt, ið upprunaliga er ein
kanska 4000 ára goml
offurskál. Henda offurskál
hevur í fornum døgum
staðið í einari heidnari off-
urlund.
3 - Christianskirkjan er
tann einasta kirkja í heim-
inum, sum hevur ein bát
hangandi í sannari stødd,
sum eisini hevur verið í
nýtslu.
Umframt hetta, so er ikki
um at tala tað vakra og
rúmliga hølið, ið kirkjan er,
og sum eisini ger hana til
eitt av best egnaðu konsert-
hølunum í landinum.
Jú, ein sannur dýrgripur
av einum bygningsverki,
segði sendiharrin Freder-
icka Gregory. Hon fegnað-
ist um, at søgan úr Norð-
oyggjum og ímyndin av
neystunum er hegnisliga
sett saman til ein stað, har
tú kennir teg væl.
Tá ið Alex Sólstein end-
aði sína frásøgn við at
syngja: Nu flyr jeg til din
nåde, sum hann plagar, ja
so kundi kanadiski sendi-
harrin ikki bara sær - og eitt
lítið tár rann eftir kinnum
hennara, so hugtikin hon
var.
Fredericka Gregory takk-
aði fyri framúr góða og
áhugaverda frágreiðing um
kirkjuna og søgu henara.
Eisini fyri frágreiðingina
um hvussu Føroyar varð
broytt frá einum bóndasam-
felagi, har báturin, sum
hekk í kirkjuni, var álitið
fyri føði og flutningi mill-
um oyggjarnar, til nútíðar
samfelagið,
sum
hóast
framkomin vinnutól og al-
heims hugburð ikki hevði
gloymt kirkjuna og sam-
komurnar.
Tá kanadiski sendiharrin, Fredericka Gregory, í vikuni var á vitjan í Klaksvík, gekk leiðin m.a.
niðan í Christianskirkjuna
Fyritøkur og leiðarar
fáa skjótan og mál-
rættaðan ágóða av at
senda fólk á diplom-
leiðaraútbúgving.
Grundreglan er, at
fólk í útbúgvingar-
skeiðinum skulu taka
støðu til nýggju vitan
sína og seta hana í
verk á arbeiðsplássin-
um. Skeiðsdepilin fer
nú undir nýtt útbúgv-
ingarskeið og skipar
samstundis fyri kunn-
andi fundi um
útbúgvingina
ÚTBÚGVING
Tíðindaskriv
Tey, sum taka útbúgving
sum
diplomleiðarar
á
Skeiðsdeplinum, hava seg
sjálvi sum case. Ongin or-
søk er at brúka hugsaðar
støður og trupulleikar sum
útbúgvingarevni,
tá
tey
lesandi í staðin kunnu nýta
sítt egna starv og arbeiðs-
pláss sum case.
Diplomleiðaraútbúgv-
ingin er ein spennandi og
øðrvísi háttur at læra at
gerast ein enn betri leiðari.
Stóri fyrimunurin er, at
fyritøkan ella stovnurin,
sum sendir leiðarar í út-
búgving, beinanvegin fær
ágóðan av nýggju leiðslu-
vitanini. Undirvísingin tek-
ur nevniliga beinleiðis støði
í gerandisdegnum hjá leið-
aranum og fyritøkuni.
Útbúgvingin á Skeiðs-
deplinum tekur tvey ár og
er serliga góð barlast hjá
leiðarum, sum hava arbeitt
við leiðslu uttan tó at hava
útbúgving innan starvs-
fólkaleiðslu. Skeiðsluttak-
ararnir møta ein dag aðru
hvørja viku til undirvísing
og prát um vinnuroyndir
hvør hjá øðrum.
Heildarinnlit í leiðslu
Í stuttum er endamálið við
útbúgvingini at geva ver-
andi og komandi leiðarum í
privatum og almennum
virkjum eitt heildarinnlit í
leiðslufunktiónina. Innlitið
skal kunna brúkast í dag-
liga arbeiðinum, soleiðis at
leiðararnir kunnu røkja
leiðsluleiklutin og uppgáv-
ur sínar á fullkønum grund-
arlagi tvørtur um vanlig
yrkismørk.
Eftir lokna útbúgving
skulu luttakararnir kunna:
• brúka serligar leiðslu-
og samstarvshættir
•
styrkja
sambandið
millum leiðslu og starvs-
fólk við greiðum og upp-
byggjandi samskifti
• finna menningarfaktor-
ar á arbeiðsplássinum og
tilhoyrandi umhvørvi og
brúka ítøkiligar samskipan-
aruppgávur
• fremja ábyrgdarfulla og
star vsfólkamennandi
leiðslu
• seta mál fyri framtíðina
og seta starvsfólkini inn í
málini
við
ítøkiligum
virkisætlanum
• finna persónligar egin-
leikar og harvið menning-
armøguleikar hjá starvs-
fólkunum
• finna egnar leiðsluegin-
leikar og menningarmøgu-
leikar
• leiða góðskumenning-
ina á virkinum
Kunnandi fundur
Diplomleiðaraútbúgvingin,
ið er stytt LÚ, byrjar í apríl,
og tilmeldingarfreistin er
tann 23. mars 2005. Longu
nú er møguligt at tekna seg
hjá Skeiðsdeplinum.
Kunnandi fundur um út-
búgvingina verður á Føroya
Handilsskúla, Marknagils-
vegur 77, 16. mars 2005 kl.
16:30. Har fáast allar upp-
lýsingar um útbúgvingina,
og har ber til at hitta onkran
teirra, sum er vorðin dip-
lomleiðari við Skeiðsdepl-
inum sum útbúgvingarstað.
Á
heimasíðuni
www.skeidsdepilin.fo eru
innihaldslýsing og dagfest-
ingar, og somu upplýsingar
fáast við at ringja telefon
318813. Faldarin við út-
búgvingum og skeiðum hjá
Skeiðsdeplinum í ár eru til
taks
á
heimasíðuni
www.skeidsdepilin.fo. Upp-
lýsingarnar fáast eisini við
at ringja telefon 318813.
Diplomleiðarar brúka nýggja
vitan beinanveg