mikudagur 16. mars 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 16. mars 2005
5
Leiðarin
einsamallur
til arbeiðis
Síðani Helgi Foss-
ádal byrjaði sum
leiðari á Listasavni
Føroya, hevur
hann verið einsa-
mallur til arbeiðis
á savninum. Hini
bæði starvsfólkini
hava verið og eru
framvegis sjúkra-
meldað
LISTASAVNIÐ
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Helgi Fossádal hevur
verið leiðari á Lista-
savni Føroya síðani 1.
mars, og hesar tvær
vikurnar hevur hann
verið einsamallur til
arbeiðis á savninum.
Tað skilst, at hini
bæði starvsfólkini á
Listasavninum
hava
verið
sjúkraskrivað,
síðani tú komst til
arbeiðis. Passar tað?
– Ja, eg kann vátta, at
eg havi verið einsa-
mallur til arbeiðis, síð-
ani eg byrjaði. Hini
bæði starvsfólkini hava
verið sjúkraskrivað og
eru tað í eina tíð afturat.
Hvussu ber tað til?
– Tað kann eg einki
siga um, men tað er
greitt, at tað ber illa til
at halda fram einsa-
mallur til arbeiðis.
Listfrøðingur í
starvi
Annað av hinum starvs-
fólkunum er listfrøð-
ingurin Inger Smærup
Sørensen. Hon søkti
eisini starvið sum leið-
ari á savninum, men
síðani Helgi Fossádal
kom til arbeiðis, hevur
hon verið sjúkraskriv-
að.
Dimmalætting skriv-
að í gjár, at Inger Smæ-
rup Sørensen ikki er
sett í starv sum listfrøð-
ingur, men skal virka
sum ráðgevi á Lista-
savninum. Hesum vísir
ein avgjørdur Helgi
Fossádal aftur í einum
tíðindaskrivi, sum hann
sendi út í gjár.
– Á stýrisfundi 25.
mai 2004 var Inger
Smærup Sørensen sett í
starv sum listfrøðingur
á Listasavni Føroya, og
staðfesti
undirritaði
hetta í skrivi 1. mars
2005, sigur Helgi Foss-
ádal í tíðindaskrivi, har
hann endurgevur skrivi
og staðfestir, at starvs-
heitið hjá Inger Smæ-
rup Sørensen er list-
frøðingur.
Tveir blaðstjórar, sum
í meira enn hálva øld
hava skrivað og
framleitt tabloid-
bløð, halda, at før-
oyski blaðheimurin er
blivin eitt sindur
fátæksligari, nú einki
føroyskt blað kemur
út í stórari stødd
DIMMA
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Seinnapartin
mánadagin
var
Dimmalætting
fyri
fyrstu
ferð
prentað
í
tabloid-stødd. Og tað var
ein minni Dimma við
nýggjari uppseting, sum
lesarar hjá blaðnum kundu
taka upp í hondina mána-
kvøldið.
Ábyrgdarblaðstjórarnir á
Sosialinum og Norðlýsin-
um hava samanlagt skrivað
og framleitt bløð í tabloid-
stødd í meira enn hálvt-
hundrað ár, og teir eru báðir
eitt sindur keddir um, at
einki broadsheet-blað nú
kemur út í Føroyum.
Djarvt stig at taka
– Føroyski blaðheimurin er
blivin eitt sindur fátækslig-
ari, nú øll bløðini koma út í
somu stødd. Fyri nøkrum
mánaðum síðani høvdu
føroyingar tvey bløð í
broadsheet-stødd, men nú
er einki eftir. Blaðheimurin
er blivin eitt sindur meira
einstáttaður, og tað er spell.
Tað er líka við, at eg sakni
gomlu Dimmu í morgun,
sigur Jan Müller, ábyrgd-
arblaðstjóri á Sosialinum.
– Men so skal eg eisini
siga, at eg haldi tað var
djarvt og spennandi av
Dimmalætting at taka stig-
ið og koma út í minni
stødd. Hóast vit eru kapp-
ingarneytar, so ynski eg
teimum góða eydnu við
blaðnum, og eg eri sann-
førdur um, at tað er pláss
fyri tveimum stóru dag-
bløðum í Føroyum, sigur
hann.
Roknar ikki við størri
sølu
Oliver Joensen, sum er
ábyrgdarblaðstjóri á lokal-
blaðnum
Norðlýsinum,
tekur undir við sjónarmið-
inum um, at bløðini í Før-
oyum nú eru meira einstátt-
að, men hann ivast í, um
Dimma við nýggju útgáv-
uni fer at fáa fleiri lesarar.
– Eg haldi, at nýggja
Dimma er snøgg, men fyri
mær tykist tað, sum at
Dimma við hesum kom-
paktformati hevur valt ein
ávísan málbólk burturúr og
ikki appelerar so nógv til
breiddina ella teir yngru
lesararnar. Tí dugi eg ikki
at síggja, at hendan nýggja
Dimma fer at selja meira
bløð enn tann gamla, sigur
Oliver Joensen.
– Dimma líkist nógv
Informatión, og hon virkar
ikki sum eitt nýtt blað, sum
við innihaldinum appelerar
til teir yngru lesararnar,
sigur hann.
Blaðstjórar sakna stór bløð
Rakel Helmsdal hevur
fingið starvsløn í trý
ár, meðan Tróndur
Bogason, Carl Johan
Jensen og Hansina
Iversen eru millum
hini listarfólkini, sum
í ár fáa starvslønir frá
Mentanargrunni
Landsins. 65 av 81
umsóknum fingu
noktandi svar
STARVSLØNIR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað var ein ordans upp-
gáva, sum nevndin fyri
Mentanargrunn Landsins
hevði, tá ið nevndin skuldi
velja fólk at fáa almenna
starvslønir í ár.
81 umsóknir vóru kom-
nar
til
Mentanargrunn
Landsins,
og
tað
var
frammanundan greitt, at
bara ein lítil partur av
hesum umsóknum kundu
játtast.
Í gjár gjørdist tað greitt,
at 18 av teimum 81 um-
sóknunum fáa pengar, með-
an 65 umsóknir fingu nokt-
andi svar.
Rakel fekk trý ár
Ein starvsløn fyri trý ár
varð latin, og hana fekk rit-
høvundin Rakel Helmsdal.
Listakvinnan Aggi Ásgerð
Ásgarðsdóttir og tónaskald-
ið Tróndur Bogason fingu
eitt ára starvsløn hvør, og
eitt hálvt ár varð latið listar-
kvinnuni Hansinu Iversen
og rithvøundunum Carl
Johan Jensen og Petur Elias
Askham Guttesen.
Harafturat fingu tvey
myndlistafólk samanlagt
seks mánaðir starvsløn,
fimm tónlistafólk fingu
samanlagt
12
mánaðir,
sjónleikarvirksemið fekk
fýra mánaðir og annað
mentanarligt virksemi fekk
fimm mánaðir starvsløn.
21.000 um mánaðin
Mentangrunnur Landsins
kann lata upp í helvtina av
sínari árligu játtan frá
landinum til starvslønir, og
politikkurin hevur seinnu
árini verið, at hendan heim-
ild verður brúkt til fulnar,
so at helvtin av pengunum
á hvørjum ári fara til
starvslønir.
Í ár lat Mentanargrunnur
Landsins samanlagt 81
mánaðir í starvsløn, og tað
svarar til 1,73 milliónir
krónur.
Tey, sum fáa starvslønir
frá tí almenna, fáa góðar
21.000 krónur í løn um
mánaðin.
Benny og Flemming Samuelsen hyggja í nýggju
Dimmu.
Myndir: Jens Kr. Vang
Ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum, Jan Müller, saman
við Benny og Flemming Samuelsen
Ingi og Hjalgrím Samuelsen skoða baksíðuna á
nýggju útgávuni
65 umsóknir fingu blankt nei
Mentanargrunnur Landsins hevur latið starvslønir til
18 umsóknir. Tey, sum fingu longstu starvslønirnar,
vóru hesi:
Rakel Helmsdal rithøvundi
3 ár
Tróndur Bogason tónaskald
1 ár
Aggi Ásgerð Ásgarðsdóttir listakvinna
1 ár
Carl Johan Jensen rithøvundi
6 mánaðir
Hansina Iversen listakvinna
6 mánaðir
Petur Elias Askham Guttesen rithøvundi 6 mánaðir
Harafturat vóru styttri starvslønir latin til 12 aðrar
umsóknir.
Samanlagt vóru starvslønir lætnar fyri 1,73 milliónir
krónur.
Fakta
Rithøvundin Rakel Helmsdal hevur fingið almenna starvsløn í
trý ár