Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 52 - 16. mars 2005 Føroyingar vilja ikki sigla við Norrönu. Smyril Line hevur søkt eftir manning til summarsiglingina, men bara ein føroyingur søkti SIGLING Edvard Joensen Norröna tykist ikki nóg attraktiv hjá føroyingum at sigla við. Bara ein føroy- ingur svaraði upp á lýsing- ar, sum Smyril Line hevur havt eftir fólki til flaggskip okkara. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerking frá manningarleiðaranum á Smyril Line, men tekniski leiðarin váttar fyri Sosialin- um, við manningarleiðar- anum sum keldu, at tað kom bara eitt føroyskt svar til ta lýsingina, sum Smyril Line herfyri hevði eftir fólki til Norrönu. – Hvørjum tað kemst av, kunnu vit so bara gita okk- um til, sigur Jógvan í Dáva- stovu, tekniskur leiðari hjá Smyril Line. Men sjálvur meti eg ta viðgerðina, fel- agið hevur fngið í pressuni í seinastuni, sum eina grund til, at fólk ikki hevur so mikið álit á okkum, at tey tora at søkja starv umborð á Norrönu, sigur hann. Jógvan í Dávastovu legg- ur dent á, at her verður tos- að um hotelmanning. Lyklapersónarnir umborð á Norrönu, bæði á brúnni, í maskinuni og í móttøkuni, eru kortini føroyingar, sigur hann. Polakkar umborð Nakrir av teimum føroying- unum, sum kortini eru við Norrönu, vórðu mánadagin sendir í land at avspáka, meðan skipið er í Íslandi. Tað dámdi teimum so mik- ið illa, at teir kærdu avgerð- ina til Fiskimannafelagið, sum umvegis sjómanna- deild sína umboðar tey fak- liga. Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, vátt- ar, at fólk av Norrönu hevur vent sær til felagið, og at felagið hevur sent Smyril Line eitt bræv um málið. Talan var um, sigur Óli Jacobsen, at fólk, beint áðr- enn skipið kom til Havnar mánamorgunin, fingu at vita, at tey skuldu í land at avspáka og koma umborð aftur, tá farið varð aftur til Danmarkar seinni í vikuni. Tey mettu ikki, at henda tilrættaleggingin var nóg góð og kendu seg eitt sind- ur ótrygg, sigur fiski- mannafelagsformaðurin. Fiskimannafelagið hevur hjá Smyri Line gjørt vart við hetta og heldur tað vera keðiligt og óheppið at skapa óneyðuga órógv hjá manningini. – Felagið fær sum so ikki gjørt stórt meira við málið í løtuni, sigur Óli Jacobsen. Ov lítið fólk við Tað eydnaðist okkum ikki at fáa orð á manningar- leiðaran hjá Smyril Line, áðrenn blaðið fór til prent- ingar. Óli Hammer, stjóri, segði seg ikki kenna nóg væl til málið, til at hann vildi gera viðmerkingar. Jógvan í Dávastovu, tekniskur leiðari, segði tó við Sosialin, at talan var um vanliga avspáking, tí mett varð ikki, at tað var neyðugt at hava fulla manning umborð á Íslandstúrinum, tí so fá ferðafólk vóru við til Íslands. Hann metti ikki, at tað var nakar vansi í tí, at teir polakkarnir, sum komu umborð í Hanstholm, tóku yvir eftir føroyingarnar, sum fóru í land. Og so vítt hann visti, segði Jógvan í Dávastovu, var einki før- oyskt ferðafólk við á túrin- um. Bygt verður um og út í Kollafjarðar skúla fyri einar 20 milliónir krónur. Nakrar ser- stovur koma afturat, og eisini verður eftir summarfrítíðina rúm fyri framhaldsdeild, soleiðis at kollfirð- ingar, sum ganga í framhaldsdeildini, tá fara at sleppa undan at fara til Havnar SKÚLAÚTBYGGING Edvard Joensen Kollafirði: Skúlaumstøð- urnar í Kollafirði fara at gerast nógv betri eftir summarfrítíðina. Ein um- fatandi út- og umbygging av verandi skúla er í gongd í løtuni. Væntandi fer øll verkætlanin at kosta einar 20 milliónir krónur, sigur Karin Hammer, skúlaleið- ari. Kollafjarðar skúli var vorðin ov lítil til teir umleið stórthundrað næmingarnar, sum í løtuni ganga í skúl- anum. Tala er um næmingar frá fyrsta til sjeynda flokk. Næmingarnir, sum ganga í framhaldsdeildini, ganga í løtuni í skúla í Havn. Men nú bygt verður út, fær skúlin umframt serstov- ur og felagshøli eisini tríggjar vanligar floksstov- ur afturat, sigur Karin Hammer. Og tær tríggjar stovurnar fara so at verða nýttar til sjeynda til níggj- unda flokk. Ætlanin er ikki at hava tíggjunda flokk í Kollafirði, sigur Karin Hammer. Byrjað verður eftir summarfrítíðina í ár við einum áttanda flokki. Tey, sum í løtuni ganga í níggj- unda og tíggjunda flokki í Havn, verða kortini verandi har og gera seg liðug, sigur hon. Útbyggingin umfatar ein bygning millum verandi skúla og ítróttarhøllina, og ein tilbygning úteftir tann vegin, sum parkerings- plássini til læknaviðtalu- hølini vóru út móti ánni. Eisini verður umbygt inni í sjálvum skúlanum, sigur skúlaleiðarin. Arbeitt verð- ur, bæði meðan børnini eru í skúla og eisini eftir skúla- tíð. – Tað er greitt, at tað larmar illa, meðan arbeitt verður, og tað hoyra børnini sum vera man, sigur Karin Hammer. Nakað av dusti hevur eisini órógvað eitt sindur, men tað er nógv betri við tí nú, sigur hon. Meðan bygt hevur verið um, eru tveir flokkar fluttir úr skúlanum. Annar heldur til í skótahúsinum, og hin í bygdarhúsinum. Umframt tær tríggjar skúlastovurnar fáa tey eis- ini nýggj felags- og umsit- ingarrúm umframt serstov- ur í tí tilbygninginum, sum verður bygdur út móti ánni. Øll miðan er tikin burtur og verður, saman við tí til- bygninginum, sum bygdur verður niðan móti ítróttar- høllini, umbygd til so- nevndan námsfrøðiligan tænastudepil, sigur skúla- leiðarin. Í seinastuni hevur nakað verið tosað um skúlakost og serliga um kantinur í skúl- anum. Men kantina er ikki við í uppruna ætlanini í samband við hesa stóru út- byggingina í Kollafirði, sigur Karin Hammer. Men arbeitt verður við onkrum, sum væntandi kann fara at hjálpa upp á tann mangulin, sigur hon. Umfatandi skúlaútbygging í Kollafirði Norröna fær ikki fólk Seinast søkt varð eftir fólki til Norrönu, var bara ein føroyingur, sum helt tað vera nóg attraktivt at sigla við hesum stolta fari Í seinastu viku var bygningurin millum skúlan og ítróttarhøllina í Kollafirði reistur Mynd: Jens Kristian Vang