Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 16. mars 2005 7 Vilja hava størri nyttu burturúr ljósmøðr- unum Ætlaða umleggingin á føðideildini ber í sær, at eitt vaktlag av sjúkrarøkt- arfrøðingum verður spart burtur á føðideildini. Her er talan um eini 5-6 árs- verk. Í løtuni eru ljósmøð- urnar vakt uttanfyri føði- deildina og verða bara boðsendar, tá ið kvinnur skulu eiga. Umleggingar- nar koma at føra við sær, at ljósmøðurnar, sum eru á vakt, skulu taka lut í arbeiðnum á føðideildini alla tíðina fyri at fáa betri nyttu burturúr teimum. Framyvir er ætlanin at tað skulu vera umleið helvt um helvt ljósmøður og sjúkrarøktarfrøðingar á vakt á føðideildini. Sjúkrarøktarfrøðingarnir mótmæla hesum harðliga, tí tær siga, at á føðideild- ini liggja eisini sjúk pinkubørn og sjúkar barnakonur og at ljós- møðurnar eru ikki útbún- ar at røkta sjúk pinkubørn og sjúkar barnakonur. Hinvegin siga ljósmøð- urnar, at tær eru fult skikkaðar til uppgávuna, tí í lóg og rundskrivi um ljósmøðir stendur, at " i tilfælde af sygelig til- stande hos kvinden eller barnet i barselsperioden, kan jordemoderen fore- tage undersøgelse, obser- vation, pleje, samt del- tage i behandlingen. Harafturat er tað ein partur í útbúgvingini til ljósmóður, at tær skulu lúka prógv í neonatalogi, sum er sjúka hjá pinku- børnum og pinkubørn, sum eru fødd ov tíðliga. Harumframt er tað ein partur av útbúgvingini hjá eini ljósmóður, at hon skal hava verið á starvs- venjing í seks vikur á ser- deild í neonatalologi á Ríkissjúkrahúsinum. Mugu ikki slaka fyri harðrendum fakfeløgum á Landssjúkrahúsinum -– Tað má ikki henda, at sjúkrarøktarfrøð- ingarnir fáa nakað burturúr síni harð- rendu framferð í sam- bandi við umlegging- arnar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, sigur Jóan Petur Dav- idsen, leiðandi yvirlækni LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Harðrendur fakfelags- politikkur má ikki sleppa at vera avgerandi fyri, hvussu arbeiðið á Landssjúkrahús- inum verður lagt til rættis. Jóan Petur Davidsen, leiðandi yvirlækni á Lands- sjúkrahúsinum, átalar fram- ferðina hjá sjúkrarøktar- frøðingunum í sambandi við ætlaðu umleggingarnar á føðideildini á Lands- sjúkrahúsinum. – Tað er lítið virðiligt at niðurgera ein annan starvs- fólkabólk fyri at rættvís- gera sína egnu tilveru og síni egnu sjónarmið, sigur yvirlæknin um framferðina hjá sjúkrarøktarfrøðingun- um. Jóan Petur Davidsen er leiðandi yvirlækni á skurð- deildini á Landssjúkrahús- inum og hann er ein av arkitektunum aftanfyri um- leggingarnar. Og hann heldur fast um, at umleggingarnar eru fult forsvarligar, annars vóru tær ikki gjørdar. – Eftir umleggingarnar verður virksemið á føði- deildini á sama høga støði sum higartil, men tað verð- ur væl bíligari. Mugu venda hvørjum steini Hann sigur, at hetta er ein umlegging, sum hevur ver- ið umhugsað í langa tíð og hon hevði verðið sett í verk, uttan mun til um Lands- sjúkrahúsið skal sparast ella ikki. Ljósmøður eru á vakt á føðideildini, men tær verða bara tilkallaðar, tá ið kvinna skal eiga. Og tað er ikki effektivur rakstur at hava nakrar ljósmøður á vakt, uttan at tær taka lut í arbeiðnum á deildini, tá ið tær annars er fult skikkaðar til tað, sigur Jóan Petur Davidsen. Hann vísir á, at vit eru fáment og Landssjúkrahús- ið er lítið. Tí ber ikki til at hava serlæknar á øllum økjum og serdeildir til allar sjúkur. Sostatt verður neyð- ugt at leggja øki saman og tað er orsøkin til at føði- deildini og deildin fyri sjúk og ov tíðliga fødd pinku- børn eru lagdar saman í eina deild. – Okkara uppgáva sum leiðsla er alla tíðina at venda hvørjum steini í strembanini eftir at skilbøta raksturin so nógv sum gjørligt fyri at fáa so nógv fyri peningin sum gjørligt, uttan at tað annars gongur útyvir dygdina. Jóan Petur Davidsen sigur, at umleggingarnar á føðideildini eru ein partur av hesum arbeiðnum. Hann sigur, at tað verður alla tíðina leitað eftir møguleikum fyri at fáa sum mest burturúr. – Tað hava vit eisini skyldu til mótvegis polit- iska myndugleikanum og mótvegis skattaborgarun- um og tað er ikki skilagott at hava fólk á vakt, uttan at tey arbeiða, tá ið tey annars eru skikkað at arbeiða. Hann sigur eisini, at tann peningur, sum verður brúktur á einum øki á Landssjúkrahúsinum, er ikki til taks aðrastaðni. Hinvegin kann tann pen- ingur, sum verður spardur einastaðni, brúkast til at menna eitt annað øki og tað er skyldan hjá leiðsluni alla tíðina at royna at finna útvegir fyri skilbótum. Mugu ikki slaka Leiðandi yvirlæknin leggur stóran dent á, at tað er uppgávan hjá leiðsluni at leggja virksemið á lands- sjúkrahúsinum til rættis. – Tað er ein ógvuliga prinsipiellur spurningur, sum vit mugu halda fast um. Hann sigur, at harðrendur fakfelagspolitikkur kann ikki vera avgerðandi fyri, hvussu Landssjúkrahúsið verður rikið. – Harðrend fakfeløg mugu ikki fáa rættin til at stýra rakstrinum á Lands- sjúkrahúsinum niður í smálutirnar. – Skulu tað vera snævur- skygd, harðrend fakfelags- sjónarmið, sum skulu verða tey avgerðandi, ber tað als ikki til at reka ein stóran og fjøltáttaðan stovn sum Landssjúkrahúsið. – Tað er neyðugt, at virða leiðsluna á Landssjúkra- húsinum. Men tíverri vísir tað seg sum um at summi fakfeløg royna at taka sær tann rættin. Og viðhvørt endar tað enntá við, at sjálvt tann politisku skipan- ina verður uppí eina um- sitingarliga avgerð hjá leiðsluni á Landssjúkra- húsinum. Men Jóan Petur Davidsen ávarar politisku skipanina ímóti at leggja seg út í leiðsluviðurskifti á Lands- sjúkrahúsinum. -– Gera teir tað, hava vit einaferð enn mist bóltin á gólvið og so er onki at hava eina leiðslu á Landssjúkra- húsinum til, sigur Jóan Petur Davidsen. Òsemjan um umlegg- ingar á føðideildini verða umrøddar á Løgtingi í dag LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Jenis av Rana, løgtingsmað- ur, vil nú hava greiðu á, hvat býr undir ósemjuni um um- leggingarnar á føðideildini. Á tingfundi í dag fer hann at biðja Hans Paula Strøm, landsstýrismann í heilsumálum, greiða frá støðuni á føðideildini. Hann vil hava at vita, hvussu landsstýrismaðurin forklárar tær mótssigandi útsøgnirnar hesar seinastu dagarnar um viðurskiftini á føðideildini á Landssjúkra- húsinum. Hann sipar til útsøgnirnar hjá sjúkrarøktarfrøðingun- um um, at trygdin hjá sjúk- um pinkubørnum er í vanda og at tær fara at gera alt, teir kunnu fyri at verja tað sjúka pinkubarnið og ta sjúku barnakonuna. Og at enda spyr Jenis av Rana, hvørjar kanningar Hans Pauli Strøm hevur sett í verk aftaná hesar út- sagnirnar og hvat úrslitið av hesum kanningunum eru. Jenis av Rana sigur, at tað er lítið hugaligt at hoyra slíkar útsagnir um ta sjúkrahúsdeildina, sum er portrið inn til lívið fyri flestu komandi føroyingar. Hann sigur, at hesi farnu ár- ini hevur føðideildin megn- að at vent gongdini, so at útlitini í Føroyum fyri at yvirliva teir fyrstu dagarnar eftir barnsburðin, er fremst, samanborið við tær tjóðir, vit sammeta okkum við. – Dugnaskapur og sam- starv ímillum allar starvs- fólkabólkar mann eiga stóra partin av æruni fyri hetta úrslit. Hann heldur tí at tað er harmiligt, óskiljandi og átaluvert um fakfelags- ella aðrar ósemjur eru slopnar at yvirskugga málið. Tað kann skjótt hótta høvuðsmálið við deildini, ið er at tæna teimum, sum trygt leggja seg og komandi ættarlið í hendurnar á starvsfólkunum á føðideild- ini, heldur løgtingsmaðurin. Hann vónar tí at lands- stýrismaðurin kann koma við eini frágreiðing sum tekur óttan burtur. Og er tað neyðugt, vónar hann, at landsstýrismaðurin beinanvegin tekur neyðug stig til at endurskapa friðin og álitið á deildina. – Harðrendur fakfelagspolitikkur má ikki sleppa at gera av, hvussu arbeiðið á Landssjúkrahúsinum verður lagt til rættis, tí so er onki at hava eina leiðslu til, sigur Jóan Petur Davidsen, leiðandi yvirlækni um stríðið á føðideildini Ein hóttan ímóti føðideildin Jenis av Rana heldur tað tað er lítið hugaligt sum verður borið fram um føðideildina á Landssjúkrahúsinum og tí vil hann hava eina frágreiðing frá landsstýrismanninum í heilsumálum