mikudagur 16. mars 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 52 - 16. mars 2005
Tónleik-
ur til
einhvønn
smakk
Á triðja sinni skipa
tey ungu í Heima-
missiónini fyri
stórfingnari kon-
sert í Mentanar-
húsinum í Fugla-
firði
TÓNLEIKUR
Snorri Brend
Leygarkvøldið verður
Mentanarhúsið í Fugla-
firði aftur karmur um
eina konsert. Hesuferð
verður tað tann árliga
gospelkonsertin,
sum
HeimaMissións
Ung-
dómur (HMU) skipar
fyri.
Bólkarnir í ár vera í
sang- og tónleikastíli
rættiliga ymiskir. Og tí
kann sigast, at øll, ið
bert hava eitt sindur av
áhuga fyri tónleiki, fáa
okkurt burturúr, og sum
fellur í teirra smakk.
Umframt nógvan tón-
leik, verður eisini ein
andakt á skránni, video-
klipp á stórskýggja og
bóka- og kaffisøla.
Teir fýra bólkarnir, ið
spæla á konsertini vera:
Ungdómskórið í Vág-
um, Credo, Proclaime,
og I Am.
Atgongumerki til kon-
sertina, ið byrjar kl. 22,
fáast við dyrnar.
Konsertirnar hjá HMU
eru vanliga væl dámdar
millum tey ungu, eins og
henda myndin vísir
Kend frisør-andlit
í nýggjum hølum
Karin’sa er navnið á
nýggjari frisørsalong,
sum hósmorgunin
letur upp í Havnini
NÝGGJ SALON
Jákup Mørk
Tórshavn: Tær hava rokast
óført. Karin Sólsker, Elisa-
beth M. Johannesen og
Ingrid Heinesen Hofgaard
hava
seinastu
vikurnar
stríðst av øllum alvi, so-
leiðis at nýggju hølini í
Brekkugøtu,
har
tann-
læknastova eisini er, kunnu
vera klár, nú mars mánaði
er um at verða hálvrunnin.
Tað er 36 ára gamla Kar-
in Sólsker, sum stendur fyri
nýggju salongini, men hó-
ast talan er um nýggja
klippistovu, so hevur Karin
sjálv nøkur ár á baki í fak-
inum.
– Eg byrjaði í læru hjá
Tótu á heysti 1986, so tað
eru um at verða 20 ár síð-
ani. Og so havi eg mest
sum verið í fakinum síðani.
Fyri knøppum trimum ár-
um síðani royndi eg meg tó
sum pedagog, men eg sá tó
skjótt, at tað ikki akkurát
var tað, sum eg tímdi best,
heldur hon.
– Hinvegin haldi eg eis-
ini, at eg lærdi nakað av
hesum árinum. Ikki minst
tað, at tað veruliga var hár-
fríðkunaryrkið, sum eg
brendi fyri, um eg kann
siga tað so.
Gamal dreymur
Og hóast hon fyri tað nógva
hevur starvast hjá Tótu, so
dylir Karin ikki fyri, at hon
eisini hevur havt eitt ynski
um at arbeiða fyri seg
sjálva.
– Tað royndi eg sum so
beint eftir at eg var útlærd.
Men tað var í eini lítlari
salon í Sørvági, har eg var
einsamøll, og tað treivst eg
ikki so væl við. Mær dámar
betri, tá tað er gongd í ger-
andisdegnum, og ikki minst
hevur samveran við starvs-
felagar eisini nógv at týða.
So skuldi tað verða, so vildi
eg hava eina ordiliga salon.
Vilja fylgja við
Og tað ynskið hevur hon nú
eisini fingið uppfylt. Longu
frá fyrsta degi verða tær
báðar, Ingrid og Elisabeth
aftrurat Karin á salonini,
umframt Ann Leivsgarð
Henriksen, sum alt fyri eitt
byrjar sum lærlingur. Og
nýklækti stjórin hevur eis-
ini góðar vónir um, at tær
fara at hava nokk at gera.
– Eg haldi í øllum førum,
at vit liggja væl fyri. Tá
parkeringsøkið
við
J.
Paturssonargøtu verður lið-
ugt, er talan bert um ein
heilt stuttan gongutúr til
salonina, so tey viðurskift-
ini eru í øllum førum í lagi.
Og so leggja vit okkum eis-
ini eftir at fylgja við mót-
anum. Sjálv eri eg von við,
at skeið í eitt nú London og
Keypmannahavn eru ein
støðugur partur av fakin-
um, soleiðis at vitanin alla
tíðina verður útbygd og
hildin viðlíka, og tað er so
avgjørt nakað, sum vit allar
ætla okkum at halda fram
við, staðfestir hon.
Og tað er einki at fara
skeivur í, at umstøðurnar
innanveggja eru í topp.
Hølini eru fullkomuliga
gjørd av nýggjum, og nógv
er lagt fyri, til tess at bæði
kundar og starvsfólk skulu
kenna seg væl.
Mikudagin verða dyrnar
so lætnar upp, tá móttøka er
á skránni frá 15 til 17, og
hósmorgunin verður so
fyrsti arbeiðsdagurin hjá
Karin í nýggju hølunum.
Hølunum, har dreymur
hennara nú skal standa sína
roynd.
Hósdagin letur nýggja frisørsalongin í Brekkugøtu í Havn upp
Mynd: Jens Kristian Vang
H. C. Ander-
sen tekni-
kapping fyri
børn
Mánadagin byrjaði stóra
kappingin fyri børn um at
tekna bestu tekningini við
myndevni úr onkrum H.C.
Andersen ævintýri. Bestu
uppskotini verða prentað
sum bókamerki og vinna
eina bókavirðisløn á 500 kr.
Í sambandi við at H. C.
Andersen fyllir 200 ár, verð-
ur teknikapping á barna-
bókasavninum í Havn fyri
børn upp til 13 ár. Mynd-
evnið skal vera úr onkrum
H. C. Andersen-ævintýri.
Teknitilfar og pappír
liggja frammi á barnabóka-
savninum frá mánadegnum
14. mars til og við leygar-
dagin 2. apríl, sum er føð-
ingardagur H. C. Ander-
sens. Tað ber til hjá børnun-
um at sita inni á bókasavn-
inum og tekna, ella tey
kunnu taka pappír heim við
at tekna á.
Tekningin skal hava eina
ávísa stødd (21 x 7,5 cm), tí
er tað best at fáa pappír frá
okkum við rætta mátinum
teknaðum á.
Seinasta freist at lata
tekningar inn er á sjálvum
200 ára føðingardegnum
hjá H. C. Andersen, 2. apríl
2005.
Hósdagin 7. apríl verða
vinnararnir kunngjørdir, og
allar tekningarnar verða
sýndar fram á barnabóka-
savninum.
Bestu uppskotini verða
prentað sum bókamerkir,
og teknararnir vinna eina
bókavirðisløn á 500 kr.
-ave-
Fundur um
tunglyndi
Mikukvøldið 16. mars kl
20 skipar Sinnisbati fyri
kunnandi fundi um tung-
lyndi í Vestmanna Skúla.
Á fundinum fer Regin Jó-
anesarsson at greiða frá,
hvussu tað er at liva við
tunglyndi. Birita Clement-
sen og Oddbjørg Johansen,
sjúkarøktarfrøðingar, greiða
frá sjúkuni og viðgerðar-
møguleikum. Høvi verður
eisini at seta spurningar.
Fundurin er ein liður í
upplýsandi arbeiðinum hjá
Sinnisbata, sum miðar eftir
at bróta niður fordómar um
tunglyndi. Hetta er av
alstórum týdningi fyri, at
tað á tann hátt kann gerast
lættari at tosa opið um
sjúkuna, sum aftur er við
til, at fólk koma skjótari í
viðgerð.
At vera avvarðandi kann
ofta kennast tungt, tí ein vil
gjarna hjálpa. Her er tað
eisini av stórum týdningi
hjá avvarðandi at ogna sær
vitan um sjúkuna og práta
við onnur avvarðandi.
Tunglyndi
kann
raka
okkum øll. Men tann, sum
hevur sjúkuna, er ofta av tí
fatan, at viðkomandi sjálv/-
sjálvur hevur skyldina av
støðuni og søkir tí ikki
lækna, fyrr enn støðan er
vorðin sera vánalig. Sinnis-
bati vónar, at upplýsandi ar-
beiði kann vera við til at
forða fyri, at støðan hjá tí
tunglynta gerst óneyðuga
trupul.
Fundurin er ókeypis, og
kaffi og køkur fáast.
Øll eru hjartaliga væl-
komin.
- ave -