mikudagur 16. mars 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 16. mars 2005
9
Í morgin hittast
OPEC-londini at
umrøða støðun á
oljumarknaðinum.
Saudiarabia er fyri at
økja framleiðsluna
fyri at tálma
príshækkingini, men í
veruleikanum hevur
tað ongan týdning.
OLJUPRÍSUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Oljuprísurin kom aftur í
hæddina beint undan fund-
inum hjá OPEC-londunum
í morgin. Í USA var prís-
urin uppi á 54 dollarum fyri
tunnuna fyrradagin, og
norðsjóvarolja, sum skal
latast keyparunum í apríl,
fór fyri 52,8 dollarar.
Undan OPEC-fundinum
hava eygleiðarar sagt, at
oljuútflyraralondini
fara
neyvan at økja framleiðsl-
una hjá teimum einstøku
limalondunum, og tí kom
tað rættiliga óvart á tey
flestu, tá saudiarabiski olju-
málaráðharrin,
Ali
al-
Naimi, mánadagin segði, at
hann fer at mæla til at økja
framleiðsluna
500.000
tunnur um dagin.
Sambært Reuter eru fleiri
OPEC-lond ørkymlað av, at
tann høgi oljuprísurin sam-
svarar ikki við ta veruligu
støðuna á marknaðinum.
Tað er nóg mikið av olju á
marknaðinum í løtuni, men
størri eftirspurningur seinni
í ár fer at krevja, at uppaftur
meiri olja kemur á markn-
aðin.
At Saudiarabia hevur
mælt til at økja framleiðsl-
una 500.000 tunnur um
dagin merkir ikki, at meiri
olja kemur á altjóða markn-
aðin, sigur Arnstein Wige-
strand hjá Enskilda Securi-
tes við Aftenposten. Hann
vísir á, at OPEC-londini
framleiða sum er meiri enn
tær kvotur, sum tey hava
fingið, og tí er hækkingin
meiri ein staðfesting av
veruleikanum og fær tí
neyvan nakra ávirkan á
prísin, sigur hann.
Krígsbrotsmanna-
dómstólurin fyri
gamla Jugoslavia
krevur nú fleiri leið-
arar sendar til Haag
KRÍGSBROTSVERK
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Fyrradagin møtti fyrrver-
andi albanski forsætisráð-
harrin Ramush Haradinaj í
Haag, tí krígsbrotsmanna-
dómstólurin fyri gamla
Jugoslavia hevur ákært
hann fyri krígsbrotsverk
undir krígnum í Kosovo í
1998 og 1999. Hann er
ákærdur fyri ikki færri enn
37 lógarbrot, men noktar
seg sekan í øllum.
Ramush Haradinaj er
ikki tann einasti politiski
leiðarin á Balkan, sum
hevur fingið boð um at
koma til Haag. Í gjár upp-
lýsti
uttanríkisráðið
í
Makedonia, at dómstólurin
hevur sent boð eftir fyrr-
verandi innanríkisráðharr-
anum Ljube Boskovski.
Hann er ákærdur fyri at
hava verið havt ábyrgdina,
tá makedonskir hermenn
skutu tíggju albanar í høv-
uðsstaðnum Skopje í 2001,
og dómstólurin vil eisini
vera við, at hann gav herin-
um boð um at skjóta seks
pakistanar og ein indara eitt
ár seinni. Tá vildu myndug-
leikarnir vera við, at teir
sjey menninir ætlaðu at
søkja at amrikonsku sendi-
stovuni í Skopje, men dóm-
stólurin í Haag sigur, at
hetta var bara ein umber-
ing, og at talan í veruleik-
anum var um rasistiskan
ágang.
Krígsbrotsmannadóm-
stólurin fyri gamla Jugo-
slavia hevur eisini kravt at
fáa aðrar fyrrverandi leið-
arar útflýggjaðar, og ES
hevur boðað frá, at londini
á Balkan sleppa ikki at tosa
við samveldið um lima-
skap, fyrr enn allir brots-
menn eru útflýggjaðir.
Rýma frá Persson
Fyri aðru ferð í átta hevur ein svensk veljarakanning
víst, at tann sosialdemokratiski stjórnarflokkurin
hevur mist rættiliga nógv av sínari undirtøku.
Tann seinna kanningin er frá stovninum Sifo, og
hon vísir, at sosialdemokratarnir høvdu fingið 33
prosent av atkvøðunum, var ríkisdagsval nú. Tað
merkir, at undirtøkan er minkað fimm prosentstig
eftir einum mánað, skrivar Svenska Dagbladet. Verða
atkvøðurnar hjá teimum báðum stuðulsflokkunum
hjá stjórnini lagdar afturat, høvdu teir tríggir flokk-
arnir fingið 46,2 prosent, var val nú. Harafturímóti
høvdu teir borgarligu andstøðuflokkarnir fingið 51,2
prosent.
Sifo ivast ikki í, at sosialdemokratarnir hava mist
nógvar veljarar, eftir at Gøran Persson, forsætisráð-
harri, herfyri segði, at tað verður neyðugt at hækka
skattin fyri at varðveita vælferðarsamfelagið. Tað
fekk fleiri sosialdemokratar at venda sær ímóti for-
sætisráðharranum. Ein onnur orsøk til ta minkaðu
undirtøkuna er sambært Sifo tað støðuga arbeiðsloys-
ið, og at nógvir sviar eru misnøgdir við, hvussu
stjórnin handfór flóðalduvanlukkuna í Asia, sum
kostaði nógvum svium lívið.
Óheppin stavivilla
Herfyri almannakunngjørdi ein heimasíða hjá ameri-
konsku kongressini nakrar frágreiðingar um ameri-
kanskar kjarnorkuroyndarspreingingar í árunum frá
1962 til 1970. Har stóð millum annað, at amerikanar-
arnir høvdu sprongt kjarnorkubumbur í Sudan.
Tað kom púra óvart sudansku stjórnina, ið sum
vera man vildi hava at vita, hvat hetta var fyri nakað,
sigur BBC. Men eftir einari løtu kundi Mustafa
Osman Ismail, uttanríkisráðharri, sissa sínar lands-
menn, tí tað vísti seg, at ein stavivilla hevði sníkt seg
inn í amerikonsku frágreiðingina. Amerikanararnir
høvdu ikki sprongt kjarnorkubumbur í Sudan, men í
Sedan, sum er eitt royndarøki hjá amerikonsku verj-
uni í statinum Nevada.
Amerikanska sendistovan í Khartoum hevur nú
váttað fyri sudansku stjórnini, at USA hevur ongantíð
sprongt kjarnoprkubumbur í Sudan, sigur BBC.
Posthúsið opið aftur
Fyri trimum árum síðani bleiv høvuðsposthúsið í
New Jersey í USA latið aftur, eftir at posthúsið hevði
fingið fleiri brøv við miltbrandbakterium.
Nú er posthúsið aftur opið. Tað hendi mánadagin,
og myndugleikarnir og postverksleiðslan høvdu valt
at gera nógv burturúr, skrivar Reuter. Endamálið var
at vísa, at amerikanska fólkið letur seg ikki kúga av
yvirgangsmonnum og miltbrandbakterium. Nú post-
húsið er opið aftur, er alt innbúgvið og allar maskin-
urnar nýggjar.
Fýra fólk doyðu av miltbrandbakteriunum á heysti
í 2001, og 17 onnur vórðu smittað. Millum teirra,
sum fingu brøv við miltbrandbakterium, vóru tveir
senatorar.
Hitler royndi kjarnorku
Í einari nýggjari bók vil rithøvundurin Rainer Karich
vera við, at týskararnir royndu eina kjarnorkubumbu,
stutt áðrenn seinni heimsbardagi endaði.
Í bókini »Hitlers Bomb« skrivar Karich, at týskar-
arnir gjørdu fleiri royndir við smáum kjarnorku-
bumbum har suðuri í Týsklandi á vári í 1945. Hann
hevur millum annað funnið sovjettisk skjøl, sum vísa,
at týskararnir gjørdu eina tílíka royndarspreinging á
royndarstøðini Ohrdruf tann 3. mars í 1945. Royndin
bleiv gjørd í einari týningarlegu, og sambært skjølun-
um doyðu fleiri hundrað fangar av spreingingini.
Sambært Rainer Karich vóru tær týsku kjarnorku-
bumburnar nóg minni enn tær báðar, sum amer-ikan-
ararnir sleptu niður yvir Hiroshima og Nagasaki
nakrar mánaðir seinni. At týskararnir ikki gjørdu eina
størri kjarnorkubumbu komst sambært høvundinum
av, at teir høvdu ikki nóg mikið av ríkaðum urani.
UTTAN ÚR HEIMI
Fleiri ákærur um krígsbrotsverk
Neyvan nøkur broyting
í oljuprisinum
Saudiarabiski oljumálaráðharrin, Ali al-Naimi, er ein týðandi maður. Tað sást eisini, tá hann kom til Iran í gjár