Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. mars 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 52 - 16. mars 2005 Leygarkvøldið varð Tjóðpallur Føroya alment tikin í nýtslu. Her er tó tíverri enn ikki talan um eitt tjóðleikhús men um ein nýggjan almennan stovn. Stovnsetingin varð hildin við leikinum Momo, sum gjørdist ein treytaleys succes og vit vilja við hesum skunda okkum at ynskja til- lukku! Leingi hevur hann verið á veg, Tjóðpall- ur Føroya, so leingi, at upphavsmaðurin til yrkisleik í Føroyum sjálvur ikki kom at uppliva hesa hending, meðan hann enn var í starvi sum leikstjóri. Men nú er stovnurin so har og nú er eftir at tryggja, at hann kann verða verandi og at hann kann sleppa at mennast. Her liggur ein stór ábyrgd á landsstýrinum og ikki minst á kommunum fyrst og fremst á høv- uðstaðarkommununi. Tað er dýrt at reka ein tjóðpall og tí er tað ikki annað enn rímiligt, at eitt nú býráðið í Havn framvegis stuðlar, soleið- is sum kommunan altíð hevur gjørt. Allar tjóðir hava ein tjóðpall: samar hava samsika leik- pallin, danir hava kongaliga leikhúsið og so opruna frá Mærsk. Bert føroyingar og grøn- lendingar hava verið uttan henda týdningar- mikla stovn. Men nú eru vit so komin við og nú ræður um at halda fast. Ein tjóðpallur er bæði ein stovnur, ein løg- frøðilig eind um ein vil og so eitt hús sjálvandi. Ein tjóðpallur hevur avgerðandi týdning fyri tjóðskaparliga samleikan hjá eini tjóð. Tað fer tí í longdini ikki at bera til uttan eitt føroyskt tjóð- leikhús. Tað mátti verið ein sømilig uppgáva og ein byggifrøðilg avbjóðing hjá landsstýri og høvuðsstaðarkommuni at fari undir at bygt tjóðleik- og tónlistaskála í Tórshavn. Tað nýtist hvørki at verða í dag ella í morgin, men hin- vegin kann hetta ikki bíða alt ov leingi. Høv- uðsstaðurin treingir til nýtt leikhús so væl sum til eitt tónlistahús. Tí er lagámanni at byggja hús til báðar hesar listagreinir. Vit eru á veg inn í eitt skeið við minni byggivirksemi. Undir slík- um umstøðum eigur tað almennna at byggja. Tað er upplagt at byggja leiklista- og tónlista- skála. Hevur ein sagt A, sleppst ikki undan at siga B. Leygarkvøldið byrjaði tað og tað byrj- aði sera væl. Nú ræður um at tryggja eitt gott framhald til frama fyri føroysku tjóðina alla. DAGSINS MEINING Sosialurin Tjóðleikhús og tónlistaskála! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Hvat billar Televarpið sær inn? Lars Anderssen Hósdagin í síðstu viku be- taldi mamma mín eina Televarpsrokning, sum vit høvdu afturúr frá februar mánaða. Eg tonkti, at nú mátti alt verið í lagi. 4 dagar seinni, 14. mars, ringdi Televarpið heim til okkum viðvíkjandi eina aðra rokning, sum vit ikki høvdu betalt. Tann rokning- in var fyri hendan mánað- an, sum enn ikki er hálv- runnin! Ein rokning, sum ljóðaði uppá 518 kr. Eg tonkti, at alt var í ordan, vit høvdu jú goldið tí eina rokningina fyri februar. Nei, alt var ikki í ordan, ikki hjá teimum. Tí tey søgdu, at tað var ein kundi, sum ikki hevði goldið fyri núverandi mánaðanum, og tað mátti betalast beinan- vegin, annars hevði tað ver- ið verðins undirgangur. Tann kundin, sum ikki hevði goldið, var eg. Eg forkláraði hana í telefonini um, hví eg ikki hevði gold- ið enn. Eg fortaldi hana, kvinnuna í hinum endan- um, at eg ætlaði at betala rokningina skjótast gjør- ligt, men hevði ikki ráð beint nú. Hon greiddi frá gjaldskipanina, har pening- urin 1. í hvørjum mánaða verður automatiskt fluttur í bankasysteminum!. Guds doyð also, mars mánaðin er ikki ein gong hálvrunnin enn, og TV hóttir við at stongja mítt hald á einans 518 krónur!!!! Akkurat, sum tað ikki var nokk við eini hóttan, so bleiv hon við. Eg hugsaði, at hendan kvinnan ikki var í ordan. Hon bleiv við at tosa. Og kom inn á, at hon eisini kundi taka Canal Digital pakkan (Canal+) frá mær. Hóttanir, hóttanir, hóttanir. Eg legði á uttan at øsa meg um nakað. Nú, tá ið eg hugsi um hasa telefon-sam- røðuna, síggi eg klárt, at hon alla tíðina behandlaði meg sum Idiot. Eg tók síðani telefonina upp aftur og ringdi til mammu á arbeiðis plássin- um og spurdi hana um hon kundi hjálpa mær við at gjalda. Mín neyðars mamma hevði heldur ikki ráð! Hon ringdi so til Televarpið, og spurdi um tey ikki kundu bíða til endan av mánaðanum, tá ið eg fái løn, tað kundu tey ikki. Tí tað stóð jú um lív og deyð hjá teimum, um ikki tey fingu hesar 518 krónurnar. Nú, nakrar tímar seinni, hava tey so strika meg úr, sum haldara! Mær vitandi so hoyrir Televarpið undir Føroya Tele. Hvussu kunnu tey, sum, fyri lítlari tíð síðani, bygdu eitt stórt fínt slott har uppi í Hoyvík, standa við neyð, tá ið tað snýr seg um so fáar pengar? Eg havi fingið ein súran, beiskan smakk í munnin, sum eg helst vil hava vekk beinanvegin!! Televarpið behandlaði meg sum Idiot!. Men visti ikki, at eg havi evnir, til at skriva eitt lesarabræv! Vegna Unga Sjálvstýrið Jógvan Skorheim, formaður Nú kom fram í fjølmiðl- unum, at ein "profilur" var farin úr Sjálvstýrisflokkin- um. Hetta harmar okkum í Unga Sjálvstýrinum Spádómurin er dapur, sum fyrrverandi formann- inum í Unga Sjálvstýrinum, sonevndi "profilurin", hev- ur at bera flokkinum sum eina seinastu heilsan. Næsta øldin við Sjálvstýr- isflokkinum verður stutt, væntar profilurin. Tað kann verða nakað um tað, um øll, sum eitast at vilja flokkin- um væl, ríma úr honum og sláa tað stórt upp, um okk- urt ikki gongur júst, sum ein sjálvur vil. Skal flokkurin hinvegin vaksa, kemur tað ikki bert av sær sjálvum. Tað skal ar- beiðast, og tað er júst tað, vit vilja. Vit vilja gera okk- ara til, at flokkurin til næsta val fær størri undirtøku og harvið størri ávirkan. Fyrsta ítøkiliga tekin um tað er nýggja búmerkið Unga Sjálvstýrisins. Tað er Palli Skorheim, sum hegn- isliga hevur evnað búmerk- ið til. Fuglarnir, sum Sjálv- stýrisflokkurin hevur í sín- um búmerki, ganga aftur, og litirnir eru at kalla teir somu. Búmerkið er teknað fyri at flokkurin skal hava eitt støðugt andlit úteftir. Sjálvt merkið er eitt smíl- andi og eitt syrgjandi and- lit. Eins og í politikki. Tað gongur við, og tað gongur ímóti. Men lat ongan iva vera um tað, at Unga Sjálv- stýrið er til reiðar at taka við avbjóðingum og upp- gávum. Mong kenna søg- una um Óðin, sum gav eyga stítt fyri vísdóm, og tískil hava vit vælt at geva okkara búmerkið eitt eyga. Vit fara at leggja okkum eftir at styrkja um flokkin. Profil- arnir, sum skulu mynda flokkin í framtíðini, eru í flokkinum, ikki uttanfyri. Slagorð okkara til fólkatingsvalið var "Nýggj- ar tíðir — nýtt sjálvstýri!". Eitt fínt slagorð, sum vísir viljan, sum eyðkennir Sjálvstýrisflokkin. Profilarnir eru eftir í flokkinum