mikudagur 16. mars 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 16. mars 2005
11
VIÐMERKINGAR
Eitt sindur um Kyksilvur
Maria Dam, Dr. Scient
Heilsufrøðiliga
starvsstovan
Jákup Petersen, yvirlækni,
skrivaði í blaðgrein herfyri,
at tað at eta sjómat við
heldur hægri kyksilvurinni-
haldi er ein lítil trupulleiki
samanborið við aðra atferð
hjá mammuni.
Hetta verður ikki farið
nærri inn á í hesum, tí
mannaheilsu eru tað onnur,
sum vita munandi meira
um enn vit.
Hinvegin
vita
vit
á
Heilsufrøðiligu starvsstov-
uni, sum hava við um-
hvørviseftiransingina
at
gera, ikki so lítið um um-
hvørviseitrandi evni í sjó-
mati, um enn kanska ikki
so nógv um tað, sum er í
sjónum sjálvum.
Vitan um innihaldið av
umhvørviseituri í sjónum
er fingin óbeinleiðis við at
kanna verur, sum liva í
henni. Beinleiðis evna-
frøðiligar kanningar av
sjógvvatni hevur tað verið
ringt at gjørt eftirfarandi, tí
konsentratiónin í sjónum er
sera lág - og um ikki ber til
at líta á úrslitini, er ikki
nógv gagn í teimum.
Men seinastu 10-15 árini
hava nógvar kanningar ver-
ið gjørdar júst við tí atliti at
staðfesta, um kyksilvur-
innihaldið í náttúruni sum
heild er økt, og eisini at
meta um, hvørjar keldurnar
til kyksilvuri eru.
Greitt er, at ein kelda til
kyksilvurdálking er dampur
av jarðarskorpuni, men eis-
ini lívrunnin vøkstur er ein
kelda, eins og eldgos frá
djypri pørtum av jørðini.
Mátingar av kyksilvur-
dampi rundanum eldgos
hava verið gjørdar, eins og
mátingar av luft, jørð, sedi-
mentum, livandi verum og
nógvum øðrum. Haraftrat
hava heimsumfatandi met-
ingar verið gjørdar av kyk-
silvurútlátinum í sambandi
við t.d. orkuframleiðslu,
flutningsvinnu og ídnað.
Eitt nú kann nevnast, at
útlátið av kyksilvuri frá
eldgosum hevur verið mett
at vera umleið 40% av
samlaða náttúrliga útlátin-
um, ella í alt uml. 220 tons
um árið og er hetta umleið
ein tíggjundapartur av út-
látinum sum stendst av
mannaáðum.
Orsøkin til henda stóra
kanningarintensitet
er
sjálvandi, at kyksilvur er
eitt evni, sum hevur skaða-
lig árin við sær, sjálvt í lág-
um konsentratiónum, men
eisini tí at hetta er eitt evni,
sum - av tí at tað er náttúr-
ligt - er ringt at meta um,
hvørjar keldurnar til ein
møguliga øking eru.
Menniskjan
framleiðir
ikki kyksilvur, men ger tað
atkomiligt í náttúruni. At
tøkniligir møguleikar fyri
at basa kyksilvurútlát frá
ymiskum aktivitetum eru
til, ger tað eisini relevant at
granska í keldum, men tað
faktum, at hesar basingarat-
gerðir eru kostnaðarkrevj-
andi, er helst eisini ein at-
vold til stóra diskussións-
viljan.
Tað serliga við kyksilvuri
í mun til onnur metal er, at
tað kann vera í gass-formi,
og tað hevur eina langa
uppihaldstíð í atmosferuni,
og harvið eisini langt røkki-
evni. Sostatt verður eisini
hugt eftir kyksilvurútlátin-
um í Asia, tá ið metast skal
um dálkingarvandan í t.d.
arktiskum økjum, og tí er
tað so, at kyksilvurdálking
verður diskuterað í altjóða
samstarvi.
Jákup Petersen skrivar, at
einki bendir á, at kyksilvur-
innihaldið í sjónum er økt
stórvegis seinastu nógvu
árini. Nú er nakað av tulk-
ingarrúmi í hesi útsøgn, og
tí fara vit at rætta eina hond
til at talfesta hetta nærri við
at vísa á úrslit av dygdar-
góðum kanningum uttan-
lands, eins og til nakrar av
teimum kanningum, sum
hava verið gjørdar av før-
oyska umhvørvinum.
Lat tað vera sagt beinan-
vegin; vit hava ikki kannað
grindahval langt aftur í tíð-
ina fyri at sammeta við nú-
tímans kyksilvurinnihald;
hetta er helst gjørligt, men
krevur, at nógvir hvalir
verða kannaðir, tí tað vita
vit, at stórur munur er mill-
um einstaklingarnar, tá ið
tað snýr seg um kyksilvur-
innihald.
Hinvegin er einklari at
fáa eftirfarandi kunnleika
um
kyksilvurtilførsluna
langt aftur í tíðini við at
hyggja eftir ikki-livandi
tilfari, har variatiónir, sum
skyldast t.d. aldur, ymiskar
matarvanar og ferðingar-
mynstur, ikki eru uppí.
Granskarar gjørdu nýliga
upp status yvir úrslit av
kyksilvurkanningum í luft í
norðaru og sunnaru helvt
av jørðkúluni síðani 1977,
og sammettu hesi úrslitini
við uppgerðir, sum hava
verið gjørdar av útlátinum
av kyksilvuri. Samanber-
ingin vísti stutt sagt, at
innihaldið av kyksilvuri í
luft hevði havt eitt maksi-
mum helst í seinastu helvt
av 80-unum, og síðani um-
leið 1995 er tað farið niður
á eitt støðugt og lægri støði.
Ein annar granskaribólkur
hevur fyrr mett, at manna-
skapta útlátið av kyksilvuri
er økt síðani 1860 (við 4%
um árið) upp til seinast í
1980-unum, tá ið gongdin
vendi. Niðurgongdin, sum
var talfest frá luftmátingun-
um, var nógv hægri enn tað,
sum hevur verið roknað við
frá útlátsmetingum, og hetta
mettu granskararnir helst
stavaði frá, at tann parturin
av kyksilvuri í luftini, sum
roknast sum mannaskapt,
helst hevur verið undirmett.
Vanligt hevur annars verið
at roknað mannaskapta
kyksilvuri í luftini til at vera
umleið á somu stødd sum
tað, ið stavar frá náttúrlig-
um áðum.
Kanningar hava verið
gjørdar av torvkjarnum í
Føroyum, sum benda á, at
tilførslan av kyksilvuri við
luftini higar toppaði longu í
1950-unum, og var tá um-
leið tvær ferðir hægri enn í
endanum av 1990-unum.
Kanningin bendi eisini á,
at tilførslan tá var umleið
10-ferðir hægri, enn hon
hevði verið í miðøldini (um
1400 talið). Kanningar av
sedimentum frá føroyska
landgrunninum benda eisini
á, at innihaldið av kyksilv-
uri er tveyfaldað síðan seint
í nítjandu øld, men hvat
hetta merkir fyri fisk og
hval, sum livur í sjónum, er
ikki so einfalt at meta um.
Regluligar kanningar av
fiski úr Føroyum, tvs.
saltfiski til útflutnings,
byrjaði seint í 1970unum.
Ein samlað uppgerð av
kanningarúrslitunum, sum
eru tøk á Heilsufrøðiliga
starvsstovuni, benda á, at
kyksilvur í toski er mink-
andi (sí mynd 1) yvir eitt
tíðarskeið frá 1980-unum
til í dag.
Regluligar kanningar eru
ikki gjørdar av hvali, tí har
vóru eingi krøv um tað
sama, og tískil eru kanning-
arnar av hesum gjørd mest
sum í átaks formi.
Í mynd 2 eru úrslit av
kyksilvurkanningum
av
grindatvøsti víst, og sum
sæst, er ringt at staðfesta
nakra ávísa gongd í kyk-
silvurinnihaldinum. Eitt er
kortini vert at leggja til
merkis, og tað er, at inni-
haldið av kyksilvuri í tvøsti
er umleið 40 ferðir hægri
enn í saltfiski, og sostatt í
miðal um 80 ferðir hægri
enn í feskum toski, eftirsum
vatninnihaldið er eini 50 %.
Sum skilst av tí oman-
fyristandandi, so eru nógv
tøl á borðinum, og nøkur
teirra eru ella kunnu tykjast
mótstríðandi, men eingin
ivi eigur at vera um, at
kyksilvurdálking er veru-
lig, men eisini at hon kann
basast, og at vit við kyk-
silvuri, eins og við nógvum
øðrum umhvørviseitrandi
evnum, kunnu síggja, at tað
ger mun at seta atgerðir
íverk - um vit kanna eftir.
Mynd 1 vísir kyksilvur í
toski fiskaður á landgrunn-
inum. Úrslitini eru, sum tey
eru víst, galdandi fyri salt-
fisk, og úrslit fra serliga
stórum ella smáum fiski
eru ikki við. Til samanber-
ingar kann nevnast at í EU
er hámarkið fyri kyksilvur í
toski 0,5 mg/kg.
Mynd 2 vísir kyksilvur í
grindatvøsti sum miðal av
øllum kanningum sum eru
gjørdar tey ávísu árini.
Kanningarúrslitini
fyri
seinnu helvt av 1990-unum
og seinni eru víst sum vig-
að miðal fyri ein typiskan
grindahvalaflokk.
Thorbjörn Brochs
Tá ið tosað verður um
rættindi teirra samkyndu,
verður ofta tosað, sum um
tvey ting eru tað sama.
Tað, at samkynd eiga at
kunna arva, hvör annan,
verður vavt saman við, at
tey somuleiðis áttu at havt
öll hjúnabandsrættindi.
Og hetta er endamálið, tí
so kunnu tey krevja
prestastörv, ættleiðing og
alt tey fáa hug at nýta til
at undirgrava kirkjuna.
Nú skal eg vera skjótur at
gera vart við, at samkynd
eru sum onnur fólk.
Nökur eru hampafólk og
onnur eru úti eftir at gera
evangeliunum ónáðir. Tí
er spurningurin her ikki
um at vera samkyndur
ella ikki, men at vera móti
kirkjuni ella ikki. Tals-
maður teirra samkyndu í
Föroyum segði, at tey -
beint nú - ikki hövdu ætl-
anir um at koma inn í
kirkjuna. Tað hevði ikki
verið skilagott at sagt tað
meira opið, men vit vita
væl, bæði av tí, sum sagt
og skrivað er her heima,
og av gongdini aðra-
staðni, at sterkar kreftir
royna at nýta tey sam-
kyndu sum eitt vápn til at
oyðileggja Fólkakirkjuna
innanífrá.
Og hvussu kann eg siga
tað so avgjört? Tí eingin
hevur kravt, at Katólska
kirkjan, Hvítusunnusam-
koman, Bröðrasamkom-
an, Adventistasamkoman
ella nökur onnur sam-
koma, skal góðtaka sam-
kynt samlív sum verandi
Guds vilji. Tað er eisini
Fólkakirkjan, sum verður
álopin av persónum, ið
vilja nýta jödiskar lógir
til at siga, hvat kvinnur
sleppa, og hvat tær ikki
sleppa. Hví haldi eg, at
tað verður mett at vera so
umráðandi at særa júst
Fólkakirkjuna. Svarið er
heilt einfalt: Fólkakirkjan
er tann týdningarmesti
stóvnurin, tá ið talan er
um at bera Reformati-
ónina víðari. Hinar sam-
komurnar koma í aðru
röð. Hövdu ikki Martin
Luther og hinir reforma-
torarnir sett lívið í vága -
teir flestu vórðu dripnir -
so var einki trúarfrælsi til.
Men Gud gav vökst, og
frelsa
av
náði
varð
kunngjört fyri tey nógvu.
So sjálvandi er Sátan úti
eftir at oyðileggja Kirkj-
una so nógv, at tey ið
hoyra Jesusi til, ikki hava
annað at gera, enn at fara
út úr henni, ella at sovna
burtur í mótloysi ella
líkasælu.
Vit, sum hoyra til aðrar
samkomur, vilja oftast
ikki, at okkara börn læra
katekismuna, men spurn-
ingurin er, um vit ikki í
minsta lagi skuldi havt so
frætt av kristni í skúlan-
um, at öll börn sluppu at
læra, hvat Reformatiónin
gekk út uppá. Sum er, vita
börn og ung í Föroyum ov
lítið um tað evangeliska
trúarstríðið.
Væl veit eg, at tað er
kirkjufólkið,
ið
eigur
Kirkjuna, men eg havi
ikki loyvi til at tiga, tá ið
eg síggi, at drápsmenn
nærkast, ella sum Arnulf
Överland segði: "Du må
ikke tåle så inderlig vel
den
urett
som
ikke
rammer deg selv." Og vit
skulu ikki ugga okkum
við, at tann órættin ikki
eisini fer at raka okkum,
um vit tiga nú.
Kirkjan og tey
samkyndu