mikudagur 16. mars 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 52 - 16. mars 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Eitt ár er farið síðani eg, staddur
á Norðhavinum, fekk boðini, at
góði vinur mín Sverri var farin
úr hesum heimi.
Tíðin vit kendust var stutt,
nógv ov stutt, og tað er harmi-
ligt, at eg ikki fekk longri tíð at
læra meira um hann og av
honum. Tey síðstu nógvu árini
av lívi sínum var Sverri ein
partur av einum bólki av fólki,
sum vit ikki hoyra so nógv um í
tí dagliga, men sum kanska er
støðið undir føroyska samfelag-
num, útróðrarmenninir. Sverri
var, sum allir útróðrarmenn, ein
Riddari av sjónum runt oyggjar-
nar. Ein maður, ein bátur,
Atlantshavið sum arbeiðspláss
og Guð sum arbeiðsgevari. Hon-
um dámdi sjaskut veður og at
taka nógvan fisk til lands; við
eygum møddum av sjóroki
hevði hann mangan hugt bein-
leiðis í Guðs eygu fyri at fáa eitt
tekin, eina leiðbeining.
Sverri var úr tí besta tilfari,
harður uttan á og mjúkur innaní.
Uppvaksin og uppaldur í eini
farnari tíð, upp á »gamla« máta,
undir teimum treytum, at »tú
grætur ikki, tú flennur ikki«.
Lítillátin. Hansara ónøgd og
atfinningarsemi varð sagt við
einum »gott er« og gleðin kom
til sjóndar við einum lítlum
smíli.
Sverri var lærdur skipsførari
og sigldi úti í fjórðings øld. Væl
lærdur sum hann var, dámdi
honum væl at práta um alt
millum himmal og hørð; har í
millum um politikk, fíggjarvið-
urskifti og alt, sum hevur við
útróður at gera.
Eg kom at kenna Sverra tvey
ár áðrenn hann var tikin frá
okkum. Av tí at bátur mín var í
gerð, bað hann meg koma at
rógva út við sær. Mangan høvdu
vit góðar túrar og nógv góð ting
havi eg lært av honum ta tíðina,
vit róðu út saman. Tá ið bátur
mín var liðugur, róðu vit út
saman hvør við sínum báti, og
nú byrjaði lærutíðin av álvara.
Meginpartin av einum ári fylgd-
ust vit út um morgunin og inn
aftur til lands um kvøldið. Og
nakrir túrar, tá eg hevði hug at
venda inn aftur, fekk eg boð um
at verða verandi úti fyri at
»trykkprøva« bátin; hevði eg
hug at mótmæla, fekk eg ta
vælkendu viðmerkingina »gott
er, Doru«. Eg hugsi, at tað var
ikki báturin, sum skuldi »trykk-
prøvast«, men heldur maðurin.
Hetta er dømi um hansara hátt at
læra meg, hvat starvið sum
útróðrarmaður inniber.
Í januar 2004 hittust vit á
bátabrunni í Vágsbotni, bátarnir
vóru klárir til várróðurin, og eg
fortaldi, hvussu spentur eg var
at fara saman norður. Hann
svaraði »vit mugu síggja, tað er
ikki heilt vist«. Sverri visti
kanska hvønn veg tað bar. Hesi
orð runnu seinni fram fyri meg,
tá eg fekk tey tungu boð, at hann
var farin.
Aftur er várróður og eg sigli
til lands, høgætt er og Flógvar-
nir eru ikki blíðir. Uttan at hugsa
um tað, snúgvi eg mær á at
síggja, um mín verndareingil er
har. Nei, Sverri kemur ikki
buldrandi aftan á mær við
Monicu, tað er bara sólin, ið
setur á Norðhavi. Men eg veit og
kenni, at Sverri er har, allastaðni
og ongastaðni, og eg síggi fyri
mær hansara lítllætna smíl og
hoyri orðini »gott er, Doru«.
Vinur tín Doru á T.
Arbeiðið við at laða brúnna
um Sandá á veg til Velba-
staðar byrjaði í 1925 og
stóð liðugt árið eftir, í 1926.
Tað var Vilhelm Tórsheim í
Havn, sum stóð fyri hesum
arbeiði, og kostaði brúgvin
12.487 krónur at gera.
Brúgvin var eitt stórt
framstig tá í tíðini. Hetta
var bert fýra ár eftir, at
bilarnir vóru komnir til
landið og samstundis fyrsti
møguleiki hjá Havnarfólki
at koyra út um býin.
Øll fersla til Velbastaðar
og Kirkjubøar og seinni til
Gomlurætt var um hesa
brúnna, líka til nýggi veg-
urin og nýggj brúgv vórðu
tikin í brúk í fjør. Í dag
stendur brúgvin sum eitt
prýðiligt minni um eina
farna tíð.
Á innsettu myndini sæst
byggimeistarin
Vilhelm
Tórsheim (1881-1954)
Um onkur av lesarum
okkara hevur okkurt at
viðmerkja í samband við
myndirnar, eru hann ella
hon vælkomin at seta seg í
samband við Birgar Jo-
hannessen
á
telefon:
314647 / 273168
Myndin av Brúnni:
Føroya Fornminnissavn
Myndin av Vilhelm Tórsheim:
Leivur Tórsheim
Magnus Sverri Ellindur Larsen
in Memoriam
føddur 16. august 1938
deyður 3. mars 2004
Havnar leksikon:
Vilhelm Tórsheim og brúgvin um Sandá